Hendan fløgan er ein perla. Tað, ið merkir útgávuna, er frælsi. Frælsi og tað einfalda, er tað sum rennur einum í huga, tá lurtað verður eftir "Sólin og regnið" hjá Teitur Lassen.
Í vikuni fyri Ólavsøku kom fløgan Sólin og regnið út. Teitur Lassen hevur, burtursæð frá tí eina lagnum, skrivað orð og løg. Saman við Teiti, hevur Niclas Johannesen, maðurin aftan fyri løgini til sangleikin Skeyk, arbeitt við hesi frálíku fløgu. Og tað var eisini hesin sami maðurin, sum segði fyri Teiti, at hetta var ein góð fløga, ið átti at komið út í Føroyum. Fløgan kemur út frá egnum forlagi.
"Sólin og regnið" er ikki merkt av spenningi ella nakrari strongd. Lagið er lætt, erligt og frítt. Húsin er einfaldur, væleydnaður og forvitnisligur. Áhugin vekist, tá ein stendur við hesum húsanum, sum Niels A. Galán og Uni Árting hava gjørt.
Natúrliga føroysk
Útgávan er serliga sjáldsom, ikki bara tí hon er sera góð, men tí, tað er sjálvdan at ein hoyrir føroysk orð klinga so væl. Og tað, sum sungið verður um, eru universel hugtøk í einum føroyskum umhvørvi. Sum Teitur sjálvur greiðir frá á heimasíðu síni,
www.teitur.com:
"Nú man var komin heim, kendist allarhelst eitt sindur løgið at sita og hyggja út á Nólsoyarfjørð og syngja á enskum máli. Tí vaknaði eg við, sum løgini komu út heilt av sær sjálvum, sjadd yvir einar 14 dagar"
Tá tosað verður um frælsi, meinast við fleiri aspektir. Orðavalið er sjálvsama frítt, tað liggur tæt uppat tí talaða føroyska. Teitur fortelur, at ofta verður sangurin ella melodiurin smoygdur út yvir orðini, altso orðini eru skrivaði áðrenn, og síðani verður sangurin tilpassaður. Hetta virkar til, at tað fría og natúrliga trína fram, í hvussu er, tá Teitur Lassen syngur. T.d. verða orð sum "figur" og "irriterað" brúkt. Her er eitt brot úr skering nummar 8, "Dagur er Prestur":
"Hon er so irriterað yvir tað smáa
Kundi tað vera tað stóra er tráað?
Er uppi títt tol, er brostin ein bumba
Standa vit býtt sum parabolirnar í Sumba?"
Eisini eru fleiri gerandislig ting uppi í leikinum. Staðanøvn, sum Havnardalur, Reynatún, eitt gentunavn Rakul og Sumba eru við í yrkingunum. Og vakurt verður tað lýst, t.d. í "Regnið". Her verða eisini fleirstavilsisorð brúkt, sum "endurtøkan" brúkt og tað ljóðar vakurt:
"?Endurtøkan ger, at øll tey eru von
Líka sum ein gamal sangur ljðar hon"
Regnið skolar grót sum eitthvørt hús
Manstómur vegur líka út á Reynatún
Einki er so kvirt, sum larmurin av regninum
Á bønum sýgur grasið droparnar av hegninum"
Lagið er gjøgnumgangandi lætt, men ikki verður tann eitt sindur meiri tyngri síðan av gerandisdegnum fortrongd ella ignorerað. T.d. "Gentan úr bláu bygdini", "Havið" og "Sorg". Á hesum trimum skeringunum er huglagið stilt og sorgblítt. Avgjørt er "Havið", skering nr. 9, ein tann vakrasti føroyski sangurin, sum nakrantíð er skrivaður. Sangurin er um ein gamlan føroyskan sjómann:
"Tá hin gamli tosaði
Var hann altíð róligur
Fámæltur sum klokkan
Og sinnaður sum havið
Føddur var hann sjómaður
Sum flestu gamlir menn
Streymurin dró hann út
Har ið fríu grensurnar valda"
Sangirnir
"Einaferð", "Í tínum hjarta", "Áðrenn tú bjargar", "Dagur er prestur", "Havið" og "Sorg" eru løg, ið mann fer at hoyra nógv til. Kanska mest tvey tey fyrstnevndu. Hetta eru seks løg og á fløguni eru 10 løg, so hendan fløgan fær her eitt gott ummæli. Teir allarflestu sangirnir eru sera góðir.
"Einaferð" er, saman við skering nr. 7, eitt tað lættasta lagið á fløguni. Hetta lagið fellir væl í hjá mest sum einumoghvørjum. Hetta er kanska tann nýggi "Eros-sangurin" og tað er langt síðan hann bleiv skrivaður.
"Í tínum hjarta" er eitt sera vakurt og inniligt lag. Sangurin er her, sum so nógva aðrastaðni sera góður. Lena Andersen syngur eisini við á hesum lagi. Tað handlar um eitt forelskilsi, við nógvum spurningum og eini staðfesting "?Í tínum hjarta siti eg / Í tínum hjarta". Ein vøkur yrking, sum endar við hesum versinum:
"Tú ert nógv vakrari enn vakrasta orð
Tú koyrir vakrasta orðið í sor
Tú ert ei hjá mær, men tættari nú
Tú ert eitt ljóð í mínum sinni eitt súð"
"Áðrenn tú bjargar", er eitt lívligt countrylag við nøkrum hugleiðing um lívsins veruleika. Orðini standa saman í mótsøgn: áðrenn tú ger eitt, má tú gera eitt annað, t.d.: "áðrenn tú klappar, skalt tú vera í góðum lag". Sangurin er einfaldur, við nógvum endurtøkum, kanska ov nógvum. Men hann verður borin av góðum teksti og lívligum lagi. Blokkfloytan kemur væl inn.
"Dagur er prestur". Er eisini ein sangur sum er lættur. Tikið verður eisini í støðuna millum manna í tí modernaða heiminum, sum vit eisini herheimi eru ein partur av: "?Hvør maður er klárur, hvør fyri seg". Í endanum á hesum sanginum syngja fleiri røddir við, og har er einki við at óttast; Niclas Johannesen roynir seg eisini sum sangara og murrar við. Hvat heitið á sanginum merkir, veit eg ikki. Kanska tað at vit læra av dagsins gerningi, ella kanska er hetta bara skemt, nakað sum ikki er til at skilja. Men hetta ber til at skilja:
"Óttast ikki - ver bert glaður"
"Havið" er ein sera vakur og rørandi sangur. Ein perla av einum sangi og tár trilla. Hetta er eisini ein sera viðkomandi tekstur her á klettunum mitt í Atlantshavinum. Tað stendur ofta nógv á úti á havinum og tað merkist sjálvandi eisini inn á land. Og tað, eisini nú á døgum.
Allir sangirnir eru sera góðir sangir, burtursæð frá tí eina. Tann veikasti sangurin er nokk "Reina vatnið". Fyri mær er hann "for beint fram", ljóðmyndin virkar for tunn og har hendir líkasum ov lítið. "Havið" er nokk tann sterkasti liðurin á fløguni.
Heildin: Heil og sæl - Eitt
"Av tí at løgini øll eru skrivað samstundis, hanga tey í hugaheimi saman sum ein eind. Raðfylgjan á fløguni er eisini tann sama raðfylgjan ið tey vóru skrivað í?"
Teitur Lassen
Fløgan byrjar væl við sanginum "Sólin", sum eisini er ein perla av einum sangi. Hon endar eisini pent við "Sorg". Í húsanum verður viðmerkt, at tá Teitur las orðini hjá Chr. Matras, "sorg kunna allir menn bera í barmi", skrivaði hann sangin "Sorg". Á húsanum eru eitt slag av eftirorðum, sum skulu seta dám á heildina. Hesi orð ella hendan yrkingin, "Eitt", ber boð um javnvág. Hetta riggar bara væl, um ein vil. Man hómar eisini ein ávísan naivitet yvir yrkingunum ella tí hugaheimi, har orðini verða skapt. Hetta er kanska skeiva orðið at brúka, naivitetur. Frælsi, er kanska í so nógv tikið til. Kanska heldur sum, Teitur sjálvur tekur til:
"Har ið fríu grensurnar valda"
Annars er huglagið so deiliga jørðbundið og tá ein hyggur eftir tí samlaðu spælitíðini á fløguni, kann mann iðra seg um, at hon er so stutt sum hon er. Ein perla.