Starvsfólkini á psykiatriska deplinum hava nú í eitt langt tíðarskeið arbeitt við at umleggja tað psykiatriska økið, soleiðis at umstøðunar fyri røkt og viðgerð hjá sálarsjúkum Føroyingum gerast so góðar sum gjørligt.
Psykiatriski deplin hevur stungið út í kortið at meginuppgávan er rehabilitering av fólki við sálarsjúku. Hugtakið rehabilitering skal skiljast soleiðis, sum tann samlaði innsatsurin, sum fakfólk kunnu bjóða fólkum við psykiatriskari sjúku í strembanini eftir at koma fyri seg.
Høvuðsendamálið við rehabilitering er, at sjúklingurin skal kunna megna sín gerandisdag og fáa eitt so sjálvstøðugt, gott og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Rehabiliteringsprosessin er bæði ein menningarprosess innan í sjúklinginum og eisini ein uttara prosess, har yrkislærd stuðla sjúklinginum, soleiðis at høvuðsendamálið verður rokkið. Tá ið arbeitt verður eftir rehabiliteringshugsanarháttinum, er útgangsstøði ein arbeiðsgongd, ið er skipað, málrættað og byggir á samstarv, samskipan og tryggleika.
Rákið í útheiminum í dag er, at fólk, ið líða av sálarligum sjúkum, verða viðgjørd í teirra nærumhvørvið ella hava eitt ambulant tilboð, ið psykiatriin kann bjóða teimum. Ein av teimum skipanarháttum, sum vísir seg at gagna fólkum við psykiatriskari sjúku, menna rehabiliterandi arbeiði og styðja upp undir recoverygongdina, er skipanin Intergrerad psykiatri, sum er ment í Svøríki. Talan er um væl samskipaða heildarpsykiatri, ið tekur útgangsstøði í tørvi sjúklingsins, og sum krevur, at vit fakfólk arbeiða tvørfakliga og seta fakligheitir í spæl fyri at kveikja og stimbra recoverygongdina hjá tí einstaka. Vit eru byrjaði at tillaga hesa skipan innan psykiatriska økið í Føroyum. Depilsleiðslan á psykiatriska depilinum, hevur fingið íblástur frá hesari skipan og hevur lagt seg eftir, at menna hetta tilboðið. Í Føroyum hevur Integrerad psykiatri fingið heitið, Samskapað psykiatri. Samskapa psykiatri gevur tí einstaka menniskjanum við psykiatriskum sjúkum møguleika at ráða yvir sínum lívi og leggur upp til, at tað er sjúklingurin sjálvur, ið stýrir røkt og viðgerðini.
Intergrerað psykiatri (samskapa psykiatri) er ein hin besta fyriskipan fyri menniskju við svárari psykiatriskari sjúku, sum vísindi veit um í dag(Malm 2001, Intergrerað psykiatri). Í samskapaðari psykiatri verða psykososialt arbeiði og heilivágsviðgerð samskipað og samantvinna við tí endamáli at fáa sjúklingar og avvarðandi at uppliva eina samskipaða røkt og viðgerð. Arbeitt verður við at menna og styrkja samstarvið millum sjúkrahúspsykiatri, økispsykiatri, sosialpsykiatri, kommunulækna, almannaverk og onnur, umframt at netverkið hjá sjúklinginum verður tikið við (Malm 2001, Norden et. Al 2012, Norden et al., 2012) Grundað á góðu úrslitini, sum fyriskipanin hevur at vísa á, hevur Psykiatriski depilin valt at tillaga hesa fyriskipan til føroyska psykiatri.
Starvsfólkini, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði við at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti, bíða eftir at sleppa í gongd við at implemetera skipanina á psykiatriska depilinum. Nú er steðgur komin í, tí hvat er tað, ið hendir á politiska pallinum? Tað, ið vit dagliga hoyra er, at sparingar skulu gerast, peningur, ið skuldi verða tøkur á umráðnum, verður tikin burtur. Yvirlæknin, ið hevur sett hesa nýggju kós, ætlar ikki at taka við starvinum aftur, um peningurin ikki verður verðandi á psykiatriska deplinum. Og heilsumálaráðharrin, ið sigur at hann kann onki gera, enn at tosað við fíggjarmálarráðið. Máttloysi er fari at ráða á psykiatriska deplinum, hvat ætlar tann politiska skipanin við tí psykiatriska økinum anno 2015. Skulu vit lata standa til og síggja at einstaki sjúklingurin ikki fær nøktandi røkt og viðgerð, ella skulu vit trúgva uppá, at øll tann politiska skipanin vil hava eitt psykiatrisk økið, har vit hava sjúklingin í miðdeplinum, byggja á vísindaligt ástøði, menning av starvsfólki. Har vit veruliga kunnu siga, at vit hava eina psykiatri í heimsklassa.
Jóhanna við Streym,
Virkandi leiðari á P20 amb psyk deild