Besta vikuskiftið hjá B68 í ár

Formula fótbóltur næsta ár varð so at siga tryggjaður, tá ið B68 vann í Gundadali, meðan bæði ÍF og FSV04 einki fingu burturúr

Fótbóltur

 

Tað er stórur møguleiki fyri, at B68 longu komandi leygardag fær fulla trygd fyri, at tað næsta ár verður sunnudagsfótbóltur á Svangaskarði. Fyrr í summar er onkra ferðina nevnt her, at sannlíkið var stórt fyri, at toftamenn fóru at tryggja sær uppflyting, áðrenn august mánaður var liðugur. Nú verður tað ikki í august, men tað verður eftir øllum at døma leygardagin 1. september!

Leygardagurin var so góður hjá B68, sum einki annað umfar hevur verið í ár. B68 vann tepran sigur á HB í Gundadali. Tað leikaði javnt á, og sigursmálið bíðaði, inntil tað restaðu sjey minuttir. Dánial Hansen sendi fríspark í brotsteigin, og Jósup Henriksen sneiddi við høvdinum bóltin í málið.

Tá ið næstu kappingarneytarnir hjá B68 – ÍF og FSV04 – bæði taptu sínar dystir, bar tað við sær, at nú tað resta seks umfør, er B68 fimtan stig undan ÍF og sekstan stig undan FSV04. Hesi bæði feløgini skului hittast í Sandavági í 24. umfari. Tí kann tað væl fara at vísa seg, at tað hjá B68 bara er neyðugt at vinna eitt stig afturat fyri at tryggja sær uppflytingina.

Sjálvandi vilja toftamenn flyta upp við manér. Leygardagin fer TB at vitja á Svangaskarði, og hóast einki alment verður sagt um tað, so skuldi tað ikki undra um rakettir vera í onkrum bilum og taskum á Svangaskarði.

TB spældi framúr væl í 1. hálvleiki, tá ið teir blástu ÍF av Sevmýri. Støðan var 3-0, og TB spældi seg ferð eftir ferð ígjøgnum ÍF verjuna. Eftir steðgin, tvær útskiftingar og umskipingar fótaði ÍF sær, og tað var um reppið, at fuglfirðingar rættiliga fingu um endan. Eftir tíggju minuttir minkaði Nenad Saric um munin, og tríggjar minuttir undan leikloki gav støðugt ÍF trýst aftur mál. Eftir at Høgni Zachariassen hevði minkað um munin til 3-2, hevði ÍF tvær ferðir bóltin í ÍF málinum, men báðu ferðirnar kolldømdi dómarin.

Í staðin var tað sera vandamikli Sasa Jovanovic, sum við sínum triðja máli staðfesti TB sigurin, tá ið ÍF hevði spent álopsbogan so nógv, sum tað bar til.

Sjálvandi hjálpti tað upp á lagið á fuglfirðingum, tá ið tað frættist, at FSV04 hevði tapt 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ, sum seinastu ferðirnar hevur havt trupulleikar. Annar av FSV04 venjarunum, Jákup Eli Olsen, segði seg í síðstu viku úr starvinum. Jan C. Dam er nú einsamallur venjari. Teir báðir hava verið miðverjar, men nú er hvørgin teirra á liðnum. Jan C. Dam varð skaddur í Sørvági næstsíðsta leygardag.

Heron legði FSV04 á odda við skoti úr vinstru og í handara síðunetið, tá ið stórt korter var farið. NSÍ javnaði, tá ið FSV04 var so óheppið eftir frísparksinnlegg at gera sjálvmál. Avgerandi var tað, at FSV04 orsakað av hevnisøku misti ein mann seint í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki royndu undirmannaðu heimamenninir at trýsta. Men NSÍ var sera vandamikið í skjótum mótálopum, og unglingaspælarin Klæmint A. Olsen stútaði sigursmálið eftir frísparksframlegging úr vinstru frá veteraninum Eddie Mikkelsen.

Í Leirvík vóru fleiri klassar á muni, tá ið LÍF vann 9-2 á SÍ. LÍF hevur mist so nógv fyrr í summar, at møguleikin fyri heiðursmerkjum og uppflyting er burtur. SÍ er í vanda fyri at flyta niður, men sørvingar kunnu við heimasigri á botnliðnum B36 næsta leygardag lyfta seg nærri bjargingini.

B36 misti ivaleyst møguleikan fyri at varðveita plássið í deildini, tá ið KÍ fór við øllum stigunum úr Gundadali. Klaksvíkingar vóru omaná í 1. hálvleiki, tá ið Otto Jacobsen legði teir á odda.

Eftir steðgin var B36 ógvuliga framrættað, og beinanvegin javnaði verjuspælarin Bárður H. Joensen, sum var fluttur langt fram á vøllin. Hjá B36 var tað bara sigurin, sum taldi. Tí hildu teir fram við nógvum fólki frammarlaga og fáum monnum aftarlaga á vøllinum. Tað sektaði KÍ. John Hammer, sum síðstu tíðina hevur verið nógv á besta liðnum, legði KÍ framum, og í síðstu løtu staðfesti Jákup Hansen, sum spælir í vinstru, sigurin, ið bar við sær, at KÍ kom nærri bjargingini. Men enn restar nógv í hjá klaksvíkingum, áðrenn teir hava tryggjað sær eitt ár afturat i næstbestu deildini.