Tá ið Føroya Banki verður einskildur, kunnu føroyingar samstundis missa ein mentanarlig dýrgrip, sum ikki kann gerast upp í pengum.
Tað hevur Listasavn Føroya nú gjørt vart við.
Føroya Banki eigur nógv tað størsta savnið yvirhøvur av føroyskari list og verður bankin seldur sum hann er, fylgja tey listaverkini sjálvandi við í søluni.
Og so er vandi fyri, at listaverkini fara fyri vág og vind, tí ein nýggjur, privatur eigari, ger sjálvsagt við tey, sum hann vil.
Sostatt er vandi fyri, at allir hesin listarligi dýrgripur verður spjaddur í allar ættir og tað er eisini vandi fyri, at tey enda uttanlands.
Fylgja listaverkini hjá Føroya Banka við, tá ið hann verður einskildur, er sostatt vandi fyri at vit samstundis missa ein av okkara størsta, listarliga dýrgripum av hondum.
Skulu verða fólksins ogn
Helgi Fossadal, stjóri í Listasavni Føroya, hevur nú sent almennu myndugleikunum bræv, við eini áheitan um at tryggja, at listaverkini í Føroya Banka framhaldandi verða ogn Føroya Fólks.
Hann hevur sent bæði Fíggingargrunninum, Landsstýrismanninum í mentamálum. Landsstýrismannin í fíggjarmálum, Løgmanni og Løgtinginum hesa áheitan um at tryggja, at listaverkini í Føroya Banka ikki fylgja við, tá ið bankin verður einskildur.
Ì hesum sambandi hevur stjórin í Listasavninum víst á, at bankin er almenn ogn í løtuni og sostatt eru øll listaverkini í bankanum eisini almenn ogn.
- Vit halda, at nú allur hesin ómetaligi mentanardýrgripurin hjá Føroya Banka longu er almenn ogn, vildi tað verið skeivt at latið hana farið aftur á privatar hendur.
- Tí kundu vit hugsa okkum, at skipað verður so fyri, at listaverkini verða tikin burturúr Føroya Banka, áðrenn hann verður einskildur og latin Listasavni Føroya.
Eini 1000 listaverk
Helgi Fossadal vísir á, at tilsamans eigur Føroya Banki eini 1000 listaverk.
- Listasavnið hjá Føroya Banka er ein perla, tí har er ein ørgrynna av verkum eftir okkara allerkendastu listafólkum.
Men yvirhøvur er at kalla hvørt einasta listafólk í Føroyum umboða í savninum hjá bankanum.
Verða listaverkini ikki tikin úr bankanum, áðrenn hann verður einskildur, verða listaverkini aftur privat ogn.
- Tá kann tað henda, at vit noyðast at keypa listaverkini aftur fyri ovurhonds stórar upphæddir og tað vildi verið spell, eftirsum tey longu almenn ogn.
Helgi Fossadal leggur dent á, at fyri tað um listaverkini verða skild frá bankanum og varðveitt sum almenn føroysk ogn, er ikki sagt, at øll listaverkini skulu takast úr bankanum, so at hann verður tømdur fyri list.
- Tað hevði borið væl til at gjørt eina avtalu um, at verkini verða hangandi í bankanum í eitt áramál, so at tey hanga uppi til fólk at frøast yvir, sigur Helgi Fossadal.
Ongan týdning
Hvussu nógv hesi listaverkini eru verd, er vónleyst at siga. Tað er í øllum førum greitt, at keypsprísurin upp ígjøgnum árini hevur ikki verið serliga høgur og sostatt er bókførda virðið ikki so stórt.
Tá ið bókførda virðið hjá bankanum skal gerast upp í sambandi við einskiljingina, eru listaverkini hjá bankanum sostatt bara ein viðfáningur.
Men hinvegin eru tað mong, sum meta, at tey hava eitt listarligt og mentanarligt virði, sum er ómissandi fyri Føroya Fólk.
- Hetta hevur so stórt mentanarligt virði, at vit mugu tryggja okkum, at tey ikki gleppa okkum av hondum, tí tað vildi verið eitt ómetaligt bakkast, sigur Helgi Fossadal.