landa fyrst í næstu viku, og hitt kemur helst í aðru viku. Skipini á Rygginum fáa mest av toski og so nakað av svartkalva. Av frystilínuskipunum eru trý undir Føroyum, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi [...] Íslandi, og hetta skipið kemur neyvan inn at landa í næstu viku. - Tvey ísfiskalínuskip koma undan Grønlandi í næstu viku. Annað landar mánadagin, og hitt landar mikudagin. Skipini hava mest av toski og so nakað [...] góður, men harðnar út á vikuna. - Fiskiskapurin er ikki góður hjá teimum sum royna við línu, men brúkiligur hjá teimum sum fiska við snellu, verður lagt aftrat.
14 metrar langan bát, sum hevur loyvi at fiska 115 tons av makreli. Tveir mans eru við bátinum, og teir kunnu fiska kvotuna eftir einum mánað, skrivar blaðið. Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at snellubátarnir [...] Norskir snellubátar, sum royna eftir makreli, hava góðan fiskiskap, og teir fáa eisini væl burturúr. Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at tað er vanligt, at bátar fiska fyri einar 100.000 norskar krónur [...] snellubátarnir fáa í meðal 9 norskar krónur fyri kilo av makrli, sum vigar 380 gram, og tað er næstan tvær ferðir meiri enn í fjør.
svartkalva og toski, og so eru tað onnur, sum fáa mest av longu og toski. Á Fiskamarknað Føroya vita tey at siga, at tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi. Tey fáa mest av toski, brosmu, longu og kongafiski [...] aftrat, at eitt frystilínuskip eisini fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt er í grønlendskum sjógvi. - Vit vænta, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og so koma nøkur seinni í vikuni. Streymurin [...] verður helst brúkiligt. - Vit vænta nakað av útróðri, mest snellufiski. Fiskiskapurin hjá teimum, sum fiska við línu, er einki serligur, men snellufiskiskapurin er hampiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya
longu og toski. - Tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini koma inn at landa síðst í vikuni. Fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur. Frægari er hjá garnaskipinum, sum fiskar havtasku og landar [...] siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru vestan fyri og fiska kongafisk, og teir koma báðir inn at landa í vikuni. Haraftrat er Magnus Heinason á Føroyabanka og ger yvirlitstrolingar. - Magnus Heinason kemur [...] mest av hýsu og upsa - og vónandi eisini nakað av toski. Ein trolbátur, sum hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar, kemur væntandi inn at landa síðst í vikuni. Teir eru vestan fyri og fáa mest av upsa
trolbátar fiska á Skeivabanka, har teir fáa mest av upsa. Teir landa helst síðst í vikuni sum kemur. - Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa í morgin, og eitt garnaskip fiskar havtasku [...] Sjey partrolarapør fiska upsa og trý pør fiska gulllaks. Tað merkir, at gulllaksaskipini, sum hava verið á makrelveiði í summar, nú eru farin aftur at fiska gulllaks. Eitt sindur ymiskt er, hvussu leingi [...] morgin - og so koma fleiri inn seinni í vikuni. Sum skilst, er fiskiskapurin hjá upsaskipunum heldur smáligur. - Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hesin landar tíðliga í vikuni, sum kemur. Hesin
partrolarar - trý pør - fiska gulllaks. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska fiska svartkalva, ein fiskar upsa og ein fiskar stinglaks. Helst fer onkur út um vikuskiftið at fiska svartkalva. - Vit [...] Vit vænta, at djúpvatnstrolarin, sum fiskar stinglaks, kemur inn at landa fyrst í næstu viku og teir, sum fiska svartkalva og upsa, landa møguliga síðst í vikuni. Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi
ísfiskaskip fiskar norðanfyri. Av frystilínuskipunum fiska trý undir Føroyum, tvey eru á Íslandsrygginum, og trý fiska í Íslandi. - Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av [...] útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur. - Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni sum kemur, men verri, sum vikan gongur. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri [...] útróðri fyrst í vikuni. Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av hýsu og toski. - Nakrir bátar eru á Føroyabanka, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.
frystilínuskip fiska undir Føroyum. Eitt av skipunum, sum eisini hevur verið á Flemish Kap, kemur inn at landa í vikuni. - Eitt annað frystilínuskip hevur verið á Flemish Kap, men fiskar nú kalva á Grand [...] verður brúkiligur, og veðrið verður hampiligt. - Tí rokna vit við, at nakað verður av útróðri. Men, bátarnir hava smáligan fiskiskap. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, verður lagt [...] Eitt ísfiskalínuskip fiskar á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og svartkalva. Eitt annað ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr sunnanfyri. Teir fáa mest av longu. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey
vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar stinlaks og annan djúpvatnsfisk. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja bryggju. - Ein trolbátur er vesturi á Íslandsrygginum og fiskar tosk og kemur inn at landa mánadagin [...] vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at ein er í Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. - Tríggir fiska svartkalva undir Føroyum, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki væntandi [...] - Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er sum heild vánaligur, men okkurt parið hevur fingið nakað av upsa. Skipini fáa lítið av hvítum fiski í løtuni. Eitt par hevur fiskað
upsa, og eitt par fiskar svartkalva. Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði. Flestu partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur [...] løtuni eru tveir trolbátar norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Teir fáa eisini nakað av flatfiski. - Tríggir trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski. Allir koma inn at landa í næstu [...] fyrst í næstu viku. - Djúpvatnstrolarin fiskar bæði í bretskum og føroyskum sjógvi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi. Í løtuni