Soleiðis gongur trolveiðan

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er sum heild vánaligur, men okkurt parið hevur fingið nakað av upsa.

- Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er sum heild vánaligur, men okkurt parið hevur fingið nakað av upsa. Skipini fáa lítið av hvítum fiski í løtuni. Eitt par hevur fiskað nakað av svartkalva. 

 

Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at ein er í Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð.

 

- Tríggir fiska svartkalva undir Føroyum, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki væntandi, at teir koma inn at landa í vikuni.

 

Ein djúpvatnstrolari fiskar stinlaks og annan djúpvatnsfisk. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja bryggju.

 

- Ein trolbátur er vesturi á Íslandsrygginum og fiskar tosk og kemur inn at landa mánadagin. Ein er á landleiðini, og ein er norðanfyri. Hesir báðir koma eisini inn at landa mánadagin.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trolbáturin á landleiðini hevur mest av toski, hýsu, tungu og reyðsprøku.

 

- Restin av trolbátunum liggja við bryggju, men helst fara nakrir út um vikuskiftið, verður lagt aftrat.