Norskir snellubátar, sum royna eftir makreli, hava góðan fiskiskap, og teir fáa eisini væl burturúr. Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at tað er vanligt, at bátar fiska fyri einar 100.000 norskar krónur um samdøgrið.
Blaðið nevnir ein 14 metrar langan bát, sum hevur loyvi at fiska 115 tons av makreli. Tveir mans eru við bátinum, og teir kunnu fiska kvotuna eftir einum mánað, skrivar blaðið.
Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at snellubátarnir fáa í meðal 9 norskar krónur fyri kilo av makrli, sum vigar 380 gram, og tað er næstan tvær ferðir meiri enn í fjør.