- Flestu línuskip eru til fiskiskap. Nøkur fáa mest av svartkalva og toski, og so eru tað onnur, sum fáa mest av longu og toski.
Á Fiskamarknað Føroya vita tey at siga, at tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi. Tey fáa mest av toski, brosmu, longu og kongafiski.
Lagt verður aftrat, at eitt frystilínuskip eisini fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt er í grønlendskum sjógvi.
- Vit vænta, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og so koma nøkur seinni í vikuni.
Streymurin verður hampiliga harður í næstu viku, men veðrið verður helst brúkiligt.
- Vit vænta nakað av útróðri, mest snellufiski. Fiskiskapurin hjá teimum, sum fiska við línu, er einki serligur, men snellufiskiskapurin er hampiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.