Teir tríggir granskararnir hava ment ein evnafrøðiligan bygnað, sum millum annað kann fanga CO2, kunngjørdi nevndin mikudagin.
– Hesir bygnaðir kunnu brúkast til at heysta vatn úr oyðimørkluft, fanga koltvíilt, goyma eitrandi gass ella katalysera evnafrøðiligar reaktiónir.
Við vinninginum fylgja 11 milliónir svenskar krónur, sum granskararnir skulu býta javnt sínámillum.
Nobelvirðislønin í evnafrøði hevur verið latin síðani 1901.