Fríggjadag hin 17. oktober verður hátíðarhald í Vági í samband við, at Páls Høll fyllir 10 ár.
- Hátíðarhaldið verður fyri bæði stórum og smáum. Kaffi, kaka og sunkist verður bjóðað, og tað verður ókeypis svimjing allan dagin.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at Pál Joensen, sum høllin er uppkallað eftir, eisini verður við til tiltakið.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Kl. 11:00 Páls Høll letur upp
Kl. 12:00 Bjóðað verður kaffi, kaka og sunkist
Kl. 14:00 Borgarstjórin, Bjarni Johansen, sigur nøkur orð
Kl. 16:30 Lutakast um vikuskiftið á Brim – millum øll, ið hava svomið gjøgnum vikuna
kl. 17:00 Páls Høll letur aftur
Meira um tiltakið kann lesast um heimasíðuna hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo