Soleiðis gongur við troli og gørnum

- Øll fýra garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni eru trý partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par fiskar svartkalva.

 

Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði.

 

Flestu partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. 

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur væntandi inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Djúpvatnstrolarin fiskar bæði í bretskum og føroyskum sjógvi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

 

Í løtuni eru tveir trolbátar norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Teir fáa eisini nakað av flatfiski.

 

- Tríggir trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski. Allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknað Føroya siga tey, at tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku.

 

- Øll fýra garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.