So letur landleiðin uppaftur

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. Teir fara væntandi á landleiðina, tá hon letur upp miðskeiðis í næstu viku.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap ella eru ávegis til fiskiskap, men eingin kemur inn aftur at landa fyrr enn miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at seks partrolarar - trý pør - fiska gulllaks.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska fiska svartkalva, ein fiskar upsa og ein fiskar stinglaks. Helst fer onkur út um vikuskiftið at fiska svartkalva.

 

- Vit vænta, at djúpvatnstrolarin, sum fiskar stinglaks, kemur inn at landa fyrst í næstu viku og teir, sum fiska svartkalva og upsa, landa møguliga síðst í vikuni.  

 

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara væntandi á landleiðina, tá hon letur upp miðskeiðis í næstu viku.