Snellan roynist betur enn línan

Fiskiskapurin er ikki góður hjá teimum sum royna við línu, men brúkiligur hjá teimum sum fiska við snellu.

Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr undir Íslandi, og hetta skipið kemur neyvan inn at landa í næstu viku.

 

- Tvey ísfiskalínuskip koma undan Grønlandi í næstu viku. Annað landar mánadagin, og hitt landar mikudagin. Skipini hava mest av toski og so nakað av brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey ísfiskalínuskip eru á Rygginum.

 

- Annað skipið kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt kemur helst í aðru viku. Skipini á Rygginum fáa mest av toski og so nakað av svartkalva.

 

Av frystilínuskipunum eru trý undir Føroyum, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at streymurin verður góður, men harðnar út á vikuna.

 

- Fiskiskapurin er ikki góður hjá teimum sum royna við línu, men brúkiligur hjá teimum sum fiska við snellu, verður lagt aftrat.