Sjey partrolarapør fiska upsa og trý pør fiska gulllaks. Tað merkir, at gulllaksaskipini, sum hava verið á makrelveiði í summar, nú eru farin aftur at fiska gulllaks.
Eitt sindur ymiskt er, hvussu leingi gulllaksavertíðin, sum vanliga byrjar í apríl, varar, men vanligt er, at skipini eru á gulllaksaveiði til nakað út á heystið.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tvey partrolarapør, sum fiska upsa, koma inn at landa í morgin - og so koma fleiri inn seinni í vikuni. Sum skilst, er fiskiskapurin hjá upsaskipunum heldur smáligur.
- Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hesin landar tíðliga í vikuni, sum kemur. Hesin hevur verið á svartkalvaveiði.
Fiskamarknaður Føroya visti fríggjadagin at siga, at tveir trolbátar fiska á Skeivabanka, har teir fáa mest av upsa. Teir landa helst síðst í vikuni sum kemur.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa í morgin, og eitt garnaskip fiskar havtasku, verður lagt aftrat.