stilla við sterkastu manning sunnudagin. Veðurgudarnir spældu B36 eitt puss við tað, at hvørki Jákup á Borg (hevur verið í Liverpool) ella John Petersen (hevur verið í Noregi) fekk lent í Vágunum leygardagin [...] Samuelsen. Og hóast ein skuldi trúð, at tað var ein missur fyri heimaliðið, at Sivic fór út (umframt Jákup á Borg og John Petersen, sum ikki vóru við), so spældi B36 nógv betur í seinna hálvleiki, enn teir gjørdu [...] Milanovic frálíkt B36-skotum tvær ferðir upp í slag. Aftan á málið royndi NSÍ at leggja trýst á, men tað gekk illa í hond, og B36 fekk glið á skjóta spælið frameftir, serliga úti í vinstru síðu. Teir funnu
ongantíð verið upp á tal á Svangaskarði. Tað var spældur ein hálvur tími, tá B68 aftur tók seg framum. Hesaferð var tað ein bóltur, sum varð sendur inn í TB-brotsteigin, Rolf Christiansen kom á millumhond, og [...] spælt við 3. deild í ár, yvirhøvur var á bonkinum, kom eisini av, at B68 mátti vera uttan Olaf Højgaard, Oleif Joensen og Jákup Eli Olsen, sum allir eru skaddir. TB var á odda 3-2, og tíðin arbeiddi nú fyri [...] skjótari á einum bólti enn Rolf, og hann potaði framvið TB-málmanninum til endaligu støðuna 4-3 til B68. TB kundi iðra seg. Teir vóru á odda 3-2 og høvdu eisini tveir upplagdar møguleikar aftan á tað til
grannarnir í B36 vunnu 2-0 á NSÍ, og tað gjørdu teir, sjálvt um álopstrumfarnir Jákup á Borg og John Petersen lógu veðurfastir uttanlands. Støðutalvan vísir, at HB og B36 eru á veg til at vinna gull og silvur [...] rundar av á heimavølli, tá toftamenn koma at vitja. Men sjálvt um munurin á liðunum tykist stórur á støðutalvuni, so er ikki sagt, at hetta fer at vera so lætt hjá KÍ, sum ofta hevur havt tað trupult á heimavølli [...] er í tráð við tað, sum vit so ofta hava staðfest í ár, nevniliga at tyngdin í føroyskum fótbólti er á veg úr Eysturoynni og í høvuðsstaðin. NSÍ er hótt Teir í Runavík hava havt eitt gott kappingarár, men
at teir skulu taka Herfølge í álvara. Aftur hesa ferð staðfestu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir, at teir eru eitt oddalið. Teir vóru á útivølli móti Sepp Piontek og Silkeborg, og Herfølge vann 1-0. Málið [...] hevði staðið seg so væl í Europa Cup á útivølli. Flemming Østergaard, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri FCK, var ikki í iva um, at tað var búkilskan aftan á ferðina til Bulgari, ið var orsøkin til [...] orduligt dropp av Peter Kjær, sum tær síðstu ferðirnar hevur verið eykamálverji hjá Peter Schmeichel á danska landsliðnum. Talan var um lítið vandamikið langskot, sum fór undir málverjan. Ole Mørch, venjarin
tá myndaðu fakfelagsrørsluna, sum vildu at fakfelagsrørslan gjørdi sína ávirkan galdandi á politiska økinum og á henda hátt tillagaðu samfelagsviðurskiftini til frama fyri løntakaran. At júst tann sosilistiska [...] Søguliga sæð í Føroyum, so hevur fakfelagsrørslan og Javnaðarflokkurin tætt samband hvørt við annað. Her á Tvøroyri og eisini í Havn er Føroyski Javnaðarflokkurin spottin úr fakfelagsrørsluni ella rættari teimum [...] teirra styrki. Nøkur feløg innan hendan bólkin ganga tó í sjálvdrátti, tó við onkrum samstarvi av og á. Tey nýggjaru feløgini hava onga meginfelagsskipan, men hava til tíðir eisini meira ella minni samstarv
seg til B36 í tvey ár afturat. Starvsnevndin í NSÍ hevði í gjárkvøldið boðað spælarunum til fundar. Á skránni var kunnan um nýggja venjaran, sum felagið hevur gjørt avtalu við, og sáttmáli verður undirskrivaður [...] er inni í føroyskum viðurskiftum, bæði í síni heild og ikki minst, tá tað ræður um fótbólt, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Hann sigur eisini, at teir við at gera tvey ára sáttmála vóna, at tað verður [...] kann sigast upp um eitt ár, um annar parturin ynskir tað. NSÍ hvur í ár havt ein jugoslaviskan spælara á liðnum. Tað er málverjin, Dejan Milanovic. Eftir hvat vit skilja, so kennast hesir báðir jugoslavarnir
tey bæði ovastu plássini, og tað kendist eisini á mótstøðuni. Tá teir fyrstu 90 minuttirnir vóru farnir stóð á jøvnum 1-1. Jimmy Kastrup legði Herfølge á odda, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt [...] átta minuttir. Drúgv ferð hjá Jákupi Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge høvdu eina eitt sindur torførari uppgávu í steypakappingini, enn teir í FCK. Herfølge spældi á útivølli móti Herning, sum er millum [...] venjaraskiftið í FCK vórðu almannakunngjørd seinnapartin, vóru Todi Jónsson og liðfelagarnir yviri á Fyn og spældu móti Svendborg í fimta umfarinum í donsku steypakappingini. Í fyrsta umfari sá tað ikki
meiningum kjakast um samfelagsviðurskifti. Lurtararnir fáa eisini møguleika at seta sín dám á hesa sendingina. Spyr bara er á skránni annað hvørt fríggjakvøld. Nøkur fríggjakvøld í vetur verður kvøldseta av bygd [...] Flestu av kendu sendingunum, ið hava verið á skránni farnu árini, koma aftur, nú vetrarskráin kemur í gildi. Senditíðin verður tann sama, tó verður sent til kl. 11 fríggjakvøld. Yrkadagarnir byrja sum [...] og vikuskiftissendingina ta vikuna. Ferðslutátturin í vetur verður í nýggjum hami. Tað verður Óla Jákup Rólantsson, sum fer at taka sær av teirri sendingini, og har verða ferðsla og ferðslumál umrødd. Hon
men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 [...] 20.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Sunnudagsskúli í Keypmannahavn Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum [...] (inngongd vestanfyri). Al-Anon Fundur fyri avvarðandi av alkoholikarum er hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Opið er hvønn hósdag frá kl. 17.00?20.00. Bahá?í-samfelagið
vit einaferð aftur er víst har heima í Himmalsku borg vit saman við Jesus í Paradís og har er bert gleði, ei sorg. 6) Hann vón sína setti á Frelsara sín, á Jesus sum hann ikki sá, men trúði at Hann skuldi [...] Trýr tú á Jesus og ævigan frið, Hann skrivar í lívsbók títt navn, í ferðini verður tú eisini við til Himmalsku ævigu havn. Friður veri við minninum yvir Hans Petur á Strømnes. Frá manningini á m/s Lene [...] fiskaði øll hesi ár so glaður um hetta tú var, á ferðini fekk tú eitt bløðandi sár tó tolin í hjarta tað bar. 3) So ringt er at skilja tú er ikki meir her niðri á okkara fold, men situr har heima hjá einglunum