Orð. Heðin Jacobsen. /Lag: Á lívshavsins bylgjum ein sál var í neyð
1) Tú sjólívið valdi sum føringar flest,
og sigldi um Norð Atlantshav
at veiða ið nót dámdi tær altíð best
og fong Harrin altíð tær gav.
Í sinni so lættur og mildur í tal,
ein álitismaður tú var,
á dekki títt arbeiði gekk sum eitt spæl
og tøkini tyngstu tú bar.
2) Við Strømnes tú mynstraði fyrstu ferð við
sum yngstur av teimum umborð,
so glaður tú stóð undir pápasa lið
frá honum fekk tú vísdóms orð.
Í Norðsjónum fiskaði øll hesi ár
so glaður um hetta tú var,
á ferðini fekk tú eitt bløðandi sár
tó tolin í hjarta tað bar.
3) So ringt er at skilja tú er ikki meir
her niðri á okkara fold,
men situr har heima hjá einglunum fleir
tín tíð í Guðs eyga var máld.
Ja, tíðin var komin, Hann heimtaði teg
heim til Sín Himmalska stað,
sum Jesus á krossinum vísti tær veg
tað kvøldið tú lá har og bað.
4) Og tankarnir fara heim til tíni kær,
sum tú elskaði mest á jørð,
til mammu og pápa og systkini har
hjá tykkum varð lagnan so hørð.
Og konan sum misti, og sonurin við
sín elskaða pápa og mann,
má Frelsarin standa við tykkara lið
í sorg øllum hjálpa Hann kann.
5) Røddin er tagnað og sorg er umborð,
tit mist hava kærasta vin,
men Jesus, Hann styrkir og sigur tey orð
kom til Mín og frelsu tær finn.
So møtast vit einaferð aftur er víst
har heima í Himmalsku borg
vit saman við Jesus í Paradís
og har er bert gleði, ei sorg.
6) Hann vón sína setti á Frelsara sín,
á Jesus sum hann ikki sá,
men trúði at Hann skuldi taka til sín
tann dagin hann fór foldum frá.
Trýr tú á Jesus og ævigan frið,
Hann skrivar í lívsbók títt navn,
í ferðini verður tú eisini við
til Himmalsku ævigu havn.
Friður veri við minninum yvir Hans Petur á Strømnes.
Frá manningini á m/s Lene Polaris HG.262