Flestu av kendu sendingunum, ið hava verið á skránni farnu árini, koma aftur, nú vetrarskráin kemur í gildi. Senditíðin verður tann sama, tó verður sent til kl. 11 fríggjakvøld. Yrkadagarnir byrja sum vanligt við beinleiðis morgunsendingini Góðan morgun, Føroyar og henda verður eftir sama leisti sum vit kenna hana. Vetrarbreytin, Føroyar í dag, Løgfrøðingurin, Sosiali Brævkassin, Fimmarin, Kvøldarstundin og Náttarravnarnir vera sum vit kenna tær.
Í seinastu vetrarskránni áttu tey ungu tíman millum kl. 16 og 17.
- Hetta var ein roynd, men vit hava fingið afturmeldingar frá fólki, sum halda, at tíðin seint seinnapartin ikki er tann rætta til tey ungu. Tí fáa tey ungdómssendingina Vingl fríggjakvøld, eftir tíðindasendingina kl. 10, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í útvarpinum.
Læraraskúlanæmingar halda eisini fram við at gera tilfar til ung, tann sendingin verður send mikudag kl. 16.
Tað verður gjørt meiri fyri børnini í vetur. Týsdag og hósdag fáa tey sum vant eina sending, sunnumorgun somuleiðis, men leygarmorgun eru broytingar í.
- Børnini eiga senditíðina frá kl. 9 beint eftir morgunlesturin til kl.11. Henda sendingin er lutvíst brot úr barnasendingunum í vikuni umframt okkurt nýtt, sigur Jógvan Jespersen.
Annað forkunnugt til børnini í vetur er søgan Ronja Ránsmansdóttir eftir Astrid Lindgren, sum verður gjørd til útvarpsleik. Hann verður sendur sunnumorgun.
Ætlanin er at skapa ein annan karm um fríggjakvøldið. Beint eftir V4-sendingina er Jógvan Arge vertur í nýggju sendingini Spyr bara, har fólk við meiningum kjakast um samfelagsviðurskifti. Lurtararnir fáa eisini møguleika at seta sín dám á hesa sendingina. Spyr bara er á skránni annað hvørt fríggjakvøld. Nøkur fríggjakvøld í vetur verður kvøldseta av bygd og tí fer Elis Poulsen at skipa fyri. Henda sendingin verður samskipað við morgunsendingina og vikuskiftissendingina ta vikuna.
Ferðslutátturin í vetur verður í nýggjum hami. Tað verður Óla Jákup Rólantsson, sum fer at taka sær av teirri sendingini, og har verða ferðsla og ferðslumál umrødd. Hon fer sum í fjør at eita Koyribreytin.
Seinnapartarnir yrkadagar verða fyri tað mesta tónleikur og endursendingar.