Jákup helt búrið reint

Fótbóltur: Og Herfølge er framvegis oddalið í superliguni, meðan tað gongur meiri striltið hjá FCK og Toda Jónsson

Donsku fjølmiðlarnir hava smátt um smátt lært, at teir skulu taka Herfølge í álvara.

Aftur hesa ferð staðfestu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir, at teir eru eitt oddalið. Teir vóru á útivølli móti Sepp Piontek og Silkeborg, og Herfølge vann 1-0. Málið fingu teir longu, tá seks minuttir vóru farnir, og talan var um eitt orduligt dropp av Peter Kjær, sum tær síðstu ferðirnar hevur verið eykamálverji hjá Peter Schmeichel á danska landsliðnum. Talan var um lítið vandamikið langskot, sum fór undir málverjan.

Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge, gevur verjuni hjá sær størsta partin av æruni fyri, at tað eydnaðist at halda tætt. Silkeborg hevði bóltin størsta partin av tíðini, men teir fingu hann ikki innum Jákup Mikkelsen.


Ilt í búkinum

Todi Jónsson spældi ein tíma í Parkini móti AGF, sum vann 2-0. So varð hann skiftur út við Thomas Thorninger. Tapið var ein orduligur lúsingur, eftir at FCK tríggjar dagar frammanundan hevði staðið seg so væl í Europa Cup á útivølli.

Flemming Østergaard, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri FCK, var ikki í iva um, at tað var búkilskan aftan á ferðina til Bulgari, ið var orsøkin til, at hansara spælarar vóru so illa upplagdir.

Tíggju FCK spælarar og bæði venjarin, Kens Karlsson og hjálparvenjarin, Bjarne Hansen, vóru plágaðir av búkilsku.

Todi Jónsson var millum hesar saman við Thomas Thorninger, málverjanum Michael Stensgaard, Piotr Haren, Claus Nielsen, Kim Madsen og Peter Nielsen.

Í ummælunum frá dystinum fær Todi ikki nakað serligt skoðsmál, og tað verður staðfest, at tá hvørki hann ella miðvallararnir Peter Nielsen og Bjarne Goldbæk, eru væl fyri, so gongst ikki væl hjá FCK.


Superligan

kemur nærri

Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um rættindini at sjónvarpa frá superliguni. Nú er greitt, at tað verður TV3, sum komandi fýra árini fer at hava rættin at sjónvarpa úr superliguni og 1. og 2. deild í Danmark.

Sáttmálin verður galdandi frá 1. oktober í ár, og tað vil siga, at annað vikuskiftið fer tað at vera møguligt hjá føroyingum í Føroyum at fylgja við í, hvussu tað fer at gangast hjá teimum báðum klaksvíkingunum.

Teir danir, sum ikki hava kaðalsjónvarp ella satelittsjónvarp, fara komandi árini at síggja lítið av donskum fótbólti. TV3 ætlar kanska at selja smá klipp til Danmarks Radio, meðan ítrótturin í TV2 fer at vera mest sum kliniskt reinsaður fyri danskan fótbólt komandi árini. Hetta er avgjørt ikki sambært teimum ætlanum, sum støðin hevði, tá hon sá dagsins ljós, og fór at kappast við Danmarks Radio, men síðani tá er sjónvarpsheimurin nógv broyttur