at sleppa út er nakað, tey hava sæð fram ímóti í langa tíð. Í hálvttriðja ár hevur Heri gingið á missiónsskúla hjá Luthers Mission í Danmark (sum svarar til eina bachelor í missiologi). Áðrenn hevði hann [...] hann gingið hálvtannað ár á bíbliuskúlakúla. Fyrst hjá Heimamissiónini og síðani hjá Luthers Missión í Danmark. Eisini royndi hann seg við sjálvlestri á Dansk Bibel Institutt í hálvt ár. Tá hugsaði hann meir [...] nógv minni í veruleikannum, at nakar Gud var til. ? Tað, sum um ráddi, var at koma sum longst í lívinum. Eg var virksamur í ítrótti. Fyrst og fremst í flogbólti, men eg royndi meg eisini í kappróðri, fótbólti
Í tvey ár hava føroyingar verið útihýsir frá donskum eftirútbúgvingarskeiðum, eftir at danska undirvísingarmálaráðið broytti lógina í 2007. Hetta kom illa við hjá millum annað føroyskum fyritøkum, sum [...] arskeiðum. Frá 1. januar í ár er nýggj lóg við tilhoyrandi kunngerðum komin í gildi, sum heimilar, at føroyingar nú aftur kunnu luttaka á AMU-skeiðum. Tó er tann broytingin í mun til áður, at føroyingar [...] sum á hvørjum ári hava sent nógv starvsfólk á hesi skeið, sum hava til endamáls at dygdar- og førleikamenna starvsfólk innan eitt nú byggi- og flutningsvinnuna og innan trygd, reingerð og heilsuøkið og ymisk
maður fekk í Føroya Rætti mánadagin, tá dómur fall í einum máli, har ein maður varð skuldsettur fyri kynsligan ágang móti tveimum døtrum sínum. Maðurin varð varðhaldsfongslaður 11. februar í ár, og á ræ [...] d. Ákæruvaldið vildi annars hava harðari revsing, men av tí at so long tíð var liðin fráliðin, síðani seinastu tilburðirnar, sum vóru ávikavist á sumri í 1990 og á sumri í 1991, gjørdist revsingin linari [...] manninum at gjalda døtrunum 30.000 krónur í part. Tann 51 ára gamli maðurin var dømdur fyri blóðskemd, fyri samlegu við eldru dóttrina, tá hon var 18 ára gomul og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við yngru
Innsavnan Árliga Giljanes tiltakið hjá Lions Club í Vágum verður sum vant sunnudagin í føstuinngangi, sum er í morgin. Ymiskt er, sum boðið verður, og millum annað verður M'as Blues band at hoyra. Tær stóru [...] ið í Vágum at spæla. Giljanes tiltakið er tiltak, sum skal fáa til vega pening, sum Lions so aftur letur víðari til ymisk góðgerandi endamál. Í ár verður ágóðin av Giljanes tiltakinum millum annað latin [...] heldur vilja hava okkurt annað, kunnu fáa ymiskan grillmat og sodavatn. Til eydnuhjólið verða aftur i ár ymiskir heimagjørdir lutir millum vinningarnar. Sum dømi um aðrar gávur, Lions Club í Vágum hevur
n. - Tað Fólkaflokkurin millum annað hevur mælt til er ein avmarkaðan setanarsteðg. Hetta merkir, at um 300 fólk fara úr almennum starvi eitt ár, so seta vit 200 aftur í starv og soleiðis minka vit almenna [...] árið. Harafturat hava vit tikið undir við Javnaðarflokkinum, um at lønarkarmurin verður hin sami, við tí broyting, at Fólkaflokkurin mælir til sama lønarkarm hjá teimum alment løntu í fimm ár mótvegis Jav [...] - Nú renna Eyðgunn Samuelsen og Javnaðarflokkurin undan sínum egnu uppskotum um lønarsteðg í tvey ár, sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi. Jákup Mikkelsen vísir á, at tá Eyðgunn Samuelsen
Hornorkestur spælir ár eftir ár, tá jólatræið í miðbýnum verður tendrað, og aftur í ár fara teir at blása í hornini, tá streymur verður settur til grangreinarnar. Havnar Hornorkestur hevur 96 ár á baki, og síðani [...] Ólavsøku og annað - hava tey eisini eina aðra jólauppgáva, og tað er í Havnar kirkju jólamorgun. Tað er vorðin siður, at Havnar hornorkestur spælir undir hesi gudstænastu, sum verður send beinleiðis í Útvarpi [...] síðani tað gjørdist siður at hava jólatræ í miðbýnum, hevur hornorkestrið spælt, tá ljósini vórðu tendrað. Tað er ein lítil, hugnalig og afturvendandi uppgáva hjá Havnar Hornorkestur, men teir leggja seg
royndur á Eiði í fjør, og tá var undirtøkan somikið góð, at avgjørt var at hava tiltakið aftur í ár. Tiltakið fagnar og varpar ljós á serføroysku viðurskiftini kring heystið. Neyt og seyður verða flett, og børn [...] Eiði seinnapartin í gjár, varð millum annað ein kúgv flett, og heil seyðakrov vórðu grillað. Í gomlu húsunum á Látrinum vórðu søgur sagdar fyri børnum og hespukapping og mangt annað var eisini á skránni [...] Í góðveðrinum í gjár vóru nógv fólk komin saman á Eiði, har »Føroya bygdasligasta tiltak«, sum fyrireikararnir kalla tað, var á skránni. Heystfagnaðurin, sum er almenna heitið, var fyrstu ferð royndur
ógvusliga rendir um koll. Í kvøld gistir B36 ferðalagið í Oslo, í morgin fara teir at venja í norska høvuðsstaðnum, og í annaðkvøld klokkan 21.45 fara teir eftir ætlan at lenda í Vágum. Heimferðin verður [...] flugu heilt tíðliga í morgun úr Bosnia og til Malmø. Í dag koyrdu vit í bussi til Oslo, og her eru vit á góðum gistingarhúsi mitt í býnum. Umvegis FSF hava vit fingið vøll, har spælararnir í morgin fara at [...] ikki fyrr enn seint í annaðkvøld, at tey 32 í B36 ferðalagnum vera við hús. Um alt fer at ganga, sum tey í árstalsfelagnum í kvøld vóna, at tað fer at gera. B36 tapti hóskvøldið 2-0 í Europa Conference League
F. Janusarson 20 ár, og Marjus Nón 18 ár, hava báðir skrivað undir tvey ára sáttmála við Skála ÍF. Báðir hava higartil bert umboðað barndómsfelagið NSÍ, og báðir hava nógvar dystir í beinunum, serliga [...] afturat: - Í báðum førum er talan um álopssinnaðar spælarar, ið kunnu spæla á fremstu plássunum, og kunnu styrkja um álopspartin á liðnum. Skála hevur hildið upp á meginpartin av spælarunum frá í fjør, hóast [...] hóast liðið flutti niður. Tó er Poul Kallsberg farin til Víking, men tað hevur millum annað eydnast at hildi fast í sterka verjuspælaranum, Jákupi Jacobsen.
komandi tveir dagarnar fyri hondbóltsdøgum í Kollafirði fyri yngri leikarar felagsins. Mánadagin og týsdagin savnast nærum 100 Neistaleikarar í aldrinum frá 10 til 14 ár í Kollafirði. Leikarnir gista á skúlanum [...] skránni er hondbóltsvenjing í ítróttarhøllini, svimjing, rørsluvenjingar í fimleikahøllini, renning uttandura, ástøðilig undirvísing og sosial tiltøk í skúlanum. Flestu venjarnir í felagnum eru við og leggja [...] eru millum annað kvikleiki, javnvág, samskipan, styrki, bóltførleiki, samstarv og teknisk menning. Alt hetta sum er so týðandi í menningini sum hondbóltsleikari. Ungu Neistaleikararnir hava komandi dagarnar