Teir eru líka trúfastir sum greinarnar á jólatrænum. Havnar Hornorkestur spælir ár eftir ár, tá jólatræið í miðbýnum verður tendrað, og aftur í ár fara teir at blása í hornini, tá streymur verður settur til grangreinarnar.
Havnar Hornorkestur hevur 96 ár á baki, og síðani tað gjørdist siður at hava jólatræ í miðbýnum, hevur hornorkestrið spælt, tá ljósini vórðu tendrað.
Tað er ein lítil, hugnalig og afturvendandi uppgáva hjá Havnar Hornorkestur, men teir leggja seg á hvørjum ári eftir at skapa rættar jólahýr í miðbýnum, hóast jólatræið vanliga verður tendrað, áðrenn stóra jólaresið er byrjað.
- Fólk koma at lurta, og tí skulu vit spæla væl. Vónandi klára vit at skapa eitt sindur av jólahýri í miðbýnum - tað er ið hvussu so er okkara mál, sigur Ovi Olsen.
Umframt at hornorkestrið spælir til árlig tiltøk - Flaggdagin, Grækarismessu, Ólavsøku og annað - hava tey eisini eina aðra jólauppgáva, og tað er í Havnar kirkju jólamorgun. Tað er vorðin siður, at Havnar hornorkestur spælir undir hesi gudstænastu, sum verður send beinleiðis í Útvarpi Føroya.
Leygardagin klokkan 16.00 veðrur jólatræið í miðbýnum tendrað, og tá verður alt sum tað plagar. Jólatræið er har, jólaperur, angi av jólum og - Havnar Hornorkestur.