Føroyingar sleppa aftur á danska eftirútbúgving

Í tvey ár hava føroyingar verið útihýsir frá donskum eftirútbúgvingarskeiðum, eftir at danska undirvísingarmálaráðið broytti lógina í 2007. Hetta kom illa við hjá millum annað føroyskum fyritøkum, sum á hvørjum ári hava sent nógv starvsfólk á hesi skeið, sum hava til endamáls at dygdar- og førleikamenna starvsfólk innan eitt nú byggi- og flutningsvinnuna og innan trygd, reingerð og heilsuøkið og ymisk sertifikatskeið og so framvegis.

Mentamálaráðið tók tá málið upp við danska undirvísingarmálaráðið við áheitan um at fáa lógina broytta soleiðis, at føroyingar aftur kunnu luttaka á hesum eftirútbúgvingarskeiðum.

Frá 1. januar í ár er nýggj lóg við tilhoyrandi kunngerðum komin í gildi, sum heimilar, at føroyingar nú aftur kunnu luttaka á AMU-skeiðum. Tó er tann broytingin í mun til áður, at føroyingar nú skulu gjalda fyri at luttaka.