Innsavnan
Árliga Giljanes tiltakið hjá Lions Club í Vágum verður sum vant sunnudagin í føstuinngangi, sum er í morgin. Ymiskt er, sum boðið verður, og millum annað verður M'as Blues band at hoyra.
Tær stóru stjørnurnar á føroyska tónleikahimlinum í vetur, Demmus og Olfert og Lennart og Emma, fara á pallin í ítróttarhøllini á Giljanesi klokkan 17.30 seinnapartin.
Ba-bu-ba-bu-ba-bu. Vekk av vegnum.
Tá hevur tiltakið verið opið hálvanannan tíma, tí latið verður upp klokkan 16.00.
Klokkan 20.00 verður aftur tónleikur á pallinum. Tá fer Ungdómsorkestrið í Vágum at spæla.
Giljanes tiltakið er tiltak, sum skal fáa til vega pening, sum Lions so aftur letur víðari til ymisk góðgerandi endamál.
Í ár verður ágóðin av Giljanes tiltakinum millum annað latin til Herbergið hjá Frelsunarheisinum í Tórshavn, til Felagið fyri minnisveik og til Sjúkrabilatænastuna í Vágum.
Av tiltøkum, sum verða í ítróttarhøllini á Giljanesi sunnudagin, kunnu nevnast eydnuhjól, mattombola, vanligt tombola, skjóting, 21-spæl og fiskibrunnur.
Eisini verður matsøla, har selt verður smurt breyð, eins og nýbakaðar vaflur, lagkøka, te og kaffi.
Og tey, sum heldur vilja hava okkurt annað, kunnu fáa ymiskan grillmat og sodavatn.
Til eydnuhjólið verða aftur i ár ymiskir heimagjørdir lutir millum vinningarnar.
Sum dømi um aðrar gávur, Lions Club í Vágum hevur latið, kann nevnast, at dagtilhaldið hjá pensionistunum i Vágum, sum heldur til í húsunum hjá Sørvágs Húsmøðrafelag, hevur fingið nýggja hátalarksipan við teleslyngu.
Pensionistar úr allari oynni hittast týsdag og fríggjadag seinnapart í Húsmøðrafelagshúsinum.