100 neistar í Kollafirði

Neistin skipar komandi tveir dagarnar fyri hondbóltsdøgum í Kollafirði fyri yngri leikarar felagsins.

 

Mánadagin og týsdagin savnast nærum 100 Neistaleikarar í aldrinum frá 10 til 14 ár í Kollafirði. Leikarnir gista á skúlanum og á skránni er hondbóltsvenjing í ítróttarhøllini, svimjing,rørsluvenjingar í fimleikahøllini, renning uttandura, ástøðilig undirvísing og sosial tiltøk í skúlanum.

 

Flestu venjarnir í felagnum eru við og leggja ungu leikarnum lag á, millum annað Jónleif Sólsker og Flemming Raben sum dagliga venja bestu liðini hjá Neistanum. Høvuðsvenjari á hondbóltsdøgunum er Sigrun Mikkelsen, sum hevur verið felagnum ein dyggur stuðul, fyrst sum leikari og seinnu árini sum venjari.

 

Á hondbóltsdøgunum verður dentur lagdur á einstaklinga tekniska og kropsliga venjing. Evni sum arbeitt verður við, eru millum annað kvikleiki, javnvág, samskipan, styrki, bóltførleiki, samstarv og teknisk menning. Alt hetta sum er so týðandi í menningini sum hondbóltsleikari.

 

Ungu Neistaleikararnir hava komandi dagarnar nógv at síggja fram til, og vónandi læra tey nógv, sum kann brúkast framyvir á hondbóltsleiðini.