Teir eru ferðatroyttir, og teir gleða seg at sleppa til hús. Men tað verður ikki fyrr enn seint í annaðkvøld, at tey 32 í B36 ferðalagnum vera við hús. Um alt fer at ganga, sum tey í árstalsfelagnum í kvøld vóna, at tað fer at gera.
B36 tapti hóskvøldið 2-0 í Europa Conference League. Tað var á útivølli í Bosnia-Hersegovina. Málini vóru av tí slagnum, sum ikki eiga at koma fyri. Tað var tað, sum tað var. Upptøkurnar frá dystinum vísa, at tað var ikki so undarligt, tá ið B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Hera Á. Simonsen á FM1 eftir dystin harmaðist um, at dómarin ikki dømdi brotsspark til B36. Í hvussu so er eitt, tí í tveimum førum og í sambandi við B36 hornaspørk vóru Michal Przybylski og so Bjarki C. Nielsen ógvusliga rendir um koll.
Í kvøld gistir B36 ferðalagið í Oslo, í morgin fara teir at venja í norska høvuðsstaðnum, og í annaðkvøld klokkan 21.45 fara teir eftir ætlan at lenda í Vágum. Heimferðin verður við Atlantsflog.
B36 formaðurin Jákup Mørk greiðir soleiðis frá:
-Um tað gekk soleiðis, sum tað var lagt til rættis, so vóru vit við hús í gjárkvøldið, men soleiðis gekk tað ikki. Fyrrapartin í gjár høvdu bókað viðførið inn, tá ið vit uttan aðra frágreiðing í telduposti fingu at vita, at flogfarið var avlýst, og at vit skuldu ferðast við bussi í fleiri tímar til gistingarhús at vera til í dag. Hetta var fyrrapartin í gjár, og sjálvandi kom tað illa við. Vit sótu í lufthavnini í nógvar tímar – uttan vátt ella turt – áðrenn vit við bussi koyrdu í tveir tímar og komu til gistingarhúsið, sum flogfelagið hevði bílagt. Vit vóru saman við 70 øðrum ferðafólkum. Tað vísti seg, at tað ikki var pláss fyri øllum, og tá ið støðið var undir alt tað, sum vit eru von við, so funnu vit sjálvir eitt annað gistingarhús, greiðir B36 formaðurin frá úr Oslo.
Og hann heldur fram:
-Tað er gott at hava góð sambond kring allan heimin. Bussførarin dugdi ikki at tosa eingilskt. Vit fingu fatur á Nevenu og Dimitrije Jankovic. Hann hevur áður spælt við B36. Tey hava búð í Føroyum síðani 2006 og eru nú heima í Serbia í summarfrí. Tey prátaðu fyri okkum, og tí eydnaðist tað um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið at koma á gistingarhús. Tá høvdu vit bíðað í tað mesta av einum hálvum samdøgri, og so var spenningur um, hvussu tað fór at eydnast at sleppa til hús:
-Eina løtu sá tað út til, at vit vóru noyddir at bíða til mikudagin og ferðast umvegis Reykjavík og til Føroya. Tíbetur varð hetta ikki so. Vit flugu heilt tíðliga í morgun úr Bosnia og til Malmø. Í dag koyrdu vit í bussi til Oslo, og her eru vit á góðum gistingarhúsi mitt í býnum. Umvegis FSF hava vit fingið vøll, har spælararnir í morgin fara at venja, og so gleða vit okkum at flúgva heim við Atlantsflog í annaðkvøld, sigur Jákup Mørk.
Trupulleikarnir hava einki við verkfallið hjá SAS at gera, men tað ger tað ikki lættari at finna nýggjar loysnir, tá ið tað er neyðugt við umbókingum, nú verkfall er.
Broytingarnar og seinkingarnar eru ikki optimalu fyrireikingarnar til heimadystin ímóti FK Borac Banja Luka. Men teir í B36 leguni gleða seg til hósdagin, tí teir halda, at tað eru møguleikar fyri góðum úrsliti. Fyrst ræður tó um sunnukvøldið og tvey samdøgur seinni, enn tað var ætlað, at sleppa til hús.











