stóran mun um at samskifta við útlendsku nøvnini. - Tað er altíð eitt sindur rokaligt stutt áðrenn festivalurin verður skotin í gongd, men tað gongur sum tað plagar og tað er eitt gott tekin. Eg og onnur stana [...] standa fyri at samskifta við tey útlendsku nøvnini, og tað hevur gingið ómetaliga væl í ár. Viðhvørt kann tað vera ein avbjóðing at nøkta ynskjunum hjá øllum pørtunum, men tað royna vit sum frægast og sum heild [...] merkir tað als ikki at tað av somu grund verður ein verri uppliving at vera til konsert á Vágsbø í ár. At plássið er eitt sindur minni kann eisini gera stemningin betri og hugnaligari. Fólk fara at standa
fyri hjálp, og tá er gott at vita sær, at hjálp er at heinta. Nei, í staðin fyri at spjaða borgarar og samfelagið alt, eiga vit at hjúkla um samhaldsfasta samfelagið, har vit lyfta í felag og bera byrðar [...] samfelagið og tær tænastur, samfelagið hevur at bjóða. Tað er óðamannaverk at fara at seta brúkaragjøld á t.d. sjúkraviðgerð. Tað er lætt at vera fyri slíkum, tá ið pengar eru til taks. Men tað er nú einaferð [...] soleiðis, at tað eru fleiri í okkara samfelag, sum ikki hava góðu ráðini. Tað vísir seg sum, at hettar er ringt at fata hjá teimum, ið ætlað slíkan politikk. Tey hava rætt og slætt ilt við at seta seg í
68 prosent vænta ikki, at heimsins leiðarar verða førir fyri at loysa trupulleikarnar við veðurlagsbroytingunum, og næstan líka mong stúra fyri, at tað verða enn fleiri kreppur tað næsta 50 ára skeiðið. [...] politikararnir eru ikki førir fyri at lata tí næsta ættarliðnum eitt betri samfelag. Næstan líka nógv halda, at stættarmunurin og kriminaliteturin fara at veksa í Danmark tey næstu tíggju árini. 40 prosent [...] prosent av teimum spurdu vænta, at tað verður minni menniskjalig umsorgan og minni menniskjaligt hjálpsemi í Danmark tey næstu 10 árini. Gallup-kanningin avdúkar eisini, at danir hava heldur ikki serliga stórt
allar umstøður fyri eitt gott kvøld í andaligum felagsskapi. Og at tað so kostaði 100 kr. at sleppa inn, tað hugsar eingin um, tá góður tónleikur er á skránni eitt heilt kvøld og til langt út á náttina. [...] nú spælt í eina góða løtu, og nú er komið hartil, at seinasta lagið er spælt og eitt eykalag. Hvat er so eftir? Jú, at takka fyri seg og síðani runda av. Og hví ikki gera tað við eini ordiligari trummusolo [...] staðið til at hesir báðar partarnir møtast. Og tá ein so vælkendur og vælspælandi bólkur sum Direct Level er á palli í Kelduni í Skálafirði, er lítið at ivast í, at her kann bert eitt gott úrslit spyrjast
undirvísingin og tilfarið er fjølbroytt, so at allir næmingar kunnu menna sín lesiførleika,? siga tey og vísa á at lesing er bæði tað at kunna lesa ein tekst og at skilja tað, ið lisið verður. ?Málslig menning [...] nnur. Mynd: Tað, sum vit alla tíðina miða ímóti, er at fáa børnini at ?loysa lesikoduna?, siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen ?Tað, sum vit alla tíðina miða ímóti, er at fáa børnini at loysa lesikoduna [...] lesikoduna, ella at kenna bókstavirnar, duga at umseta teir til ljóð, vita hvussu tey ymisku ljóðini hátta sær saman við øðrum ljóðum, og at skilja tað, tey lesa,? siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, ið
á seg og síni. - Fjarskiftismarkaðurin hevur verið ein stuttligur marknaður at virka á, tí hann er vaksin sera skjótt, og tað er sjálvsagt ein partur av orsøkini til, at tað hevur eydnast okkum at koma [...] veitarar ringt við at klára seg, og tí er tað ikki so løgið, um man ivast í, hvussu tveir full-scale veitarar kunnu klára seg í Føroyum. Vit stúra fyri, at Kall ikki fer at megna at fáa íløguna í sítt [...] øllum at døma, óumgangiliga veruleika. - Vit verða skeivreguleraðir. Kall og Føroya Tele verða viðgjørd ymiskt og fáa ikki somu møguleikar á marknaðinum. Kall sleppur ymiskt, sum vit ikki sleppa, og tað
gravsteinum, og í Høvdarhaga í Skopun vísir tað seg, at basaltið er av serliga góðum slag. Brøðurnir vísa á, at tað, sum ger, at basaltið her er serliga gott, er, at tað er passaliga bleytt, og lítið er av [...] grótbrot, og her verður borað og sprongt, og tað er her, at vit fáa okkara rávøru, siga Heini og Høgni Tausen. Á virkinum í Skopun verða hesir klettar, sum viga upp í eini 30 tons, skornir sundur og arbeiddir [...] av poknum í grótinum. - Hetta ger, at grótið er gott at arbeiða við, og tá tað verður hápolerað, fær tað ein sera vakran svartan lit, siga teir. Á Føroya Grótvirki verður einamest arbeitt við føroyska
Hetta má broytast og eg trúgvi, at tey mongu eru líka glað við hvør gøta tað er. Minsta mark má vera, at nú verður byrja við eini gøtu og at hon verður gjørd liðug. Blíðar heilsur og gott val. [...] flest vita, hvat er gjørligt og ikki er. Eisini er hugaligt at tosað um fortíðina og at hava visiónir um framtíðina, men vit liva í nútíðini og hon skal røkjast og harvið verða eisini lunnar lagdir inn í [...] havi játtað at vera á javnaðarlistanum í Klaksvíkar kommunu enn eina ferð. At sita í andstøðu er ikki tað mest spennandi sum er. Seinast komu vit ikki í meirilutan og vit kundu velja at sita og muta ímóti
útlit eru fyri, at hon heilt skjott fer at virka. Men hann ásannar, at í teimum førum, tá ein útlendingur fer gjøgnum tunnilin, er skjótt, at tað gjaldið, hann skuldi latið, kann misfarast. Fer viðkomandi ikki [...] hevur verið í Sørvági og ferðast, ætlaði sær ein túr til Havnar ein av døgunum. Sambandið er gott, so tað skuldi einki hindrað. Uttan bara tað, at tey mundu ikki sloppið at goldið fyri at koyra gjøgnum Vágatunilin [...] so best var bara at fáa hetta yvirstaðið á staðnum. Men nei. Tað lat seg ikki gera. Hann fekk frá vaktarfólkinum at vita, at hann mátti til Havnar at gjalda hetta. Tað mundi fara at vera á skrivstovuni
á Argjum hevur gott tiltak í Argja Skúla leygardagin 5. mars kl. 11.00. Á skránni verður køkutombola, og vinnarin av neytalortakappingini verður funnin. 7 eykavinningar verða drignir, og okkurt verður til [...] til børnini. Eisini kann keypast kaffi og okkurt afturvið. Næmingarnir siga, at tað hevði glett teir at sæð so nógv fólk sum møguligt, ið vilja stuðla teimum til námsferðina, sum verður í mai 2005.