Danir ringar vónir um framtíðina

Danir hava ikki serliga gott álit á politikarunum, hvørki teimum donsku ella teimum í øðrum londum.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingaran, vísir, at annarhvør dani heldur, at teir donsku politikararnir eru ikki førir fyri at lata tí næsta ættarliðnum eitt betri samfelag. Næstan líka nógv halda, at stættarmunurin og kriminaliteturin fara at veksa í Danmark tey næstu tíggju árini.

40 prosent av teimum spurdu vænta, at tað verður minni menniskjalig umsorgan og minni menniskjaligt hjálpsemi í Danmark tey næstu 10 árini.

Gallup-kanningin avdúkar eisini, at danir hava heldur ikki serliga stórt álit á teimum útlendsku leiðarunum. 68 prosent vænta ikki, at heimsins leiðarar verða førir fyri at loysa trupulleikarnar við veðurlagsbroytingunum, og næstan líka mong stúra fyri, at tað verða enn fleiri kreppur tað næsta 50 ára skeiðið.