Føroya Tele er ein húsvill fyritøka. Hon er koyrd út úr sínum gamla høvuðssæti á Tinghúsvegnum av føroysku politikarunum, sum nú sjálvir flyta inn í bygningin.
Og nú verður hon blakað út úr sínum høvuðsmarknaði. Partvís í hvussu er. Tí gott pláss skal vera fyri unga kappingarneytanum Kall, nærri ásett millum 25 og 30 prosent av marknaðinum, og fyrr enn Føroya Tele hevur mist tilsvarandi, sleppur fyritøkan ikki inn aftur í hitan hjá stýrandi myndugleikanum, metir sjtórin fyri fyritøkuni, Andras Róin.
Í bíðitíðini byggir Føroya Tele sær nýtt stásiligt høvuðssæti fyri smáar hundrað milliónir og traðkar nýggj spor inn á aðrar marknaðir.
Stásiligur grundarsteinur
Við sínum nýggja høvuðssæti, sum væntandi verður tikið í nýtslu á heysti 2004, setir Føroya Tele á somu tíð ein endaligan minnisvarða yvir gamla almenna stovnin Telefonverk Føroya Løgtings og ein grundarstein undir fult nútímansgjørdu og avstøvaðu fyritøkuni Føroya Tele. Eitt punktum og eitt reglubrot eftir eina langa og seiga broytingartilgongd.
- Fyri okkum byrjaðu broytingarnar afturi í 1997, tá vit vóru við til at gera nýggju lógina um fjarskifti, sum gjørdi enda á einkarættinum hjá Føroya Tele at veita fjarskiftistænastur. Tað, sum vit hava gjørt síðan, hevur fyrst og fremst verið at betra kappingarførið við at lækka prísirnar og gerast meira produktiv, sigur Andras Róin, sum hevur staðið á brúnni alt hetta tíðarskeiðið.
Avstøvað fyritøka
Og ikki so lítið er hent síðan 1997. Sambært stjóranum fyri Føroya Tele var nettosølan fyri hvørt starvsfólk 600.000 krónur um árið, tá broytingartilgongdin byrjaði. Nú stendur hvørt starvsfólk fyri einari nettosølu á 1.200.000 krónur.
- Sær man hasi tølini í ljósinum av at starvsfólka-talið er vaksið og vit hava lækkað prísirnar niður í ein triðing ella helvt í sama tíðarskeiði, so bera tey boð um, at tað hevur gingið rættiliga væl at effektivisera fyritøkuna, sigur Føroya Tele-stjórin, sum tó ikki tekur alla æruna yvir á seg og síni.
- Fjarskiftismarkaðurin hevur verið ein stuttligur marknaður at virka á, tí hann er vaksin sera skjótt, og tað er sjálvsagt ein partur av orsøkini til, at tað hevur eydnast okkum at koma hartil, sum vit eru nú.
Fyri seks árum síðan var talan um ein almennan stovn, fyri trimum árum síðan um eina monopol-fyritøku og nú er Føroya Tele ein fyritøka í kapping við aðrar. Tað hevur kravt eina høvuðsreingerð innan fýra veggirnar á Føroya Tele.
- Har hava verið nógvar restir av tí gamla støvuta monopolinum í fyritøkuni, sum vit hava arbeitt miðvíst við at fáa burtur. Kanska eru nakrar fáar restir eftir enn onkrastaðni, men sum heild er Føroya Tele ein effektiv fyritøka, sigur Andras Róin.
At soleiðis støva fyritøkuna av hevur millum annað inniborið at gera starvsfólkini meira tilvitað um, at tey arbeiða á einari fyritøku í kapping og ikki á einum almennum stovni.
Skulu missa kundar
Andras Róin hevur frá byrjan tikið fult undir við einari avtøku av einkarættinum hjá Føroya Tele. Men frælsgerðingin av marknaðinum hevur ikki gingið heilt eftir hansara høvdi, og í løtuni er hann rættiliga ónøgdur við gongdina.
- Vit síggja skriftina á vegginum, sum sigur, at vit skulu missa ein ávísan part av okkara kjarnuvinnuøkjum til nýggjar veitarar. Tað er frammanundan avgjørt av myndugleikunum, at vit skulu av við eini 25-30 prosent av marknaðarparti okkara innan fartelefoni, fastnettelfoni og internet, so har er ikki nógv annað at gera enn at bíða, til vit hava gjørt tað, sigur Føroya Tele-stjórinum í einum tóna, sum ikki letur nógvan iva vera um egnu støðu hansara ímóti hesum, eftir øllum at døma, óumgangiliga veruleika.
- Vit verða skeivreguleraðir. Kall og Føroya Tele verða viðgjørd ymiskt og fáa ikki somu møguleikar á marknaðinum. Kall sleppur ymiskt, sum vit ikki sleppa, og tað heldur eftir øllum at døma fram, til Kall hevur fingið hasi 25-30 prosentini av marknaðinum, sum myndugleikarnir vilja hava Føroya Tele at missa, sigur Andras Róin.
Vandamikið fyri marknaðin
Umframt at Føroya Tele-stjórin er ónøgdur við kappingarumstøðurnar hjá fyritøkuni, sum hann stendur fyri at reka, metir hann tað eisini kunna gerast vandamikið fyri føroyska fjarskiftismarknaðin.
- Við hesum seta myndugleikarnir marknaðarkreftirnar til síðis og stýra beinleiðis kappingini. Grundgevingin er, at Kall skal hava ein kjans, men vit halda, at veruliga úrslitið av hesum er, at kundarnir fáa minni fyri pengarnar. Vit vilja gjarna bjóða kundum eina betri vøru bíligari, men vit sleppa heilt einfalt ikki. Soleiðis eru tað kundarnir, sum tapa í núverandi støðu.
Fjarskiftiseftirlitið, sum er hægsti myndugleikin á fjarskiftisøkinum, hevur avmarkað spælirúmið hjá Føroya Tele í avmarkaða tíð, júst fyri at kundarnir skulu vinna í longdini, men á Føroya Tele stúra tey fyri at Fjarskiftiseftirlitið er farið ov langt við sínum góða vilja.
- So sjónliga og beinleiðis skeivregulering av marknaðarmøguleikunum hevur man ikki sæð í nøkrum av okkara grannalondum. Vit hava nú í trý ár søkt um at sleppa at samanseta tænastur, soleiðis at kundin fær fastan avsláttur, um hann til dømis hevur bæði fastnettelefon og fartelefon hjá okkum, men vit sleppa ikki. Kall slapp harafturímóti frá fyrsta degi at samanseta fastnettelefon og internet og nú eisini fastnettelefon og fartelefon.
Andras Róin vísir á, at hetta slagið av skeivari marknaðarstýring heldur ongantíð er sæð í Føroyum fyrr, hóast tað er vanligt at almenn partafeløg kappast ímóti privatum á tildømis tryggingarmarknaðinum, flogferðslumarknaðinum og marknaðinum fyri farmasigling.
Ein stjóri á høvdinum
Skeiva marknaðarstýringin hevur sett Føroya Tele-stjóran í eina heldur óvanliga støðu sum stjóri fyri eina fyritøku í kapping.
- Eg má næstan siga við starvsfólkini, at tey mugu ikki gera sítt arbeiði so gott. At tey mugu ikki vera so effektiv, sum tey eru. Til dømis missir okkara Vinnudeild, sum selur tænastur til vinnulívið, alt ov fáar kundar til at vit í nærmastu framtíð klára at missa tann fjórðingin, sum vit skulu. Á tí økinum gongur tað ov væl hjá okkum, sigur Andras Róin.
Men so væl gongur ikki á øllum økjum., og Føroya Tele er av álvara farið at merkja kappingina og kundaflytingina. Tann vøksturin, sum fyritøkan hevur upplivað seinastu nógvu árini, er stagneraður og vendir nú tann tunga endan niður. Vøksturin, sum roknskapurin fyri 2002 vísti, stavaði frá fyrra hálvári. Í seinna hálvári upplivdi fyritøkan stagnatión og beinleiðis niðurgongd, so úrslitið fyri komandi ár verður ikki eins gott, torir Føroya Tele-stjórin at lova longu nú. Tí hevur hann eisini boða frá steðgi í útreiðsluvøkstrinum komandi trý árini.
Óvissa
Tað er ikki til stuttleika at kassin verður smekkaður í, men heldur ikki av neyð. Óvissa um framtíðar umstøður er grundleggjandi orsøkin til útreiðslusteðgin..
- Hvat vil man frá politiskari síðu við føroyska fjarskiftismarknaðinum, spyr Andras Róin uttan retoriskt útrópstekin.
- Høvuðssettningurin í løtuni tykist vera kapping fyri einhvønn prís. Men harvið undirgravar man tað veruliga endamálið við kappingini, nevniliga betri og bíligari tænastu. Okkara endamál sum almenn fjarskiftisfyritøka er, at vit skulu virka slóðbrótandi. Men tí endamáli kunnu vit ikki røkka, tá vit verða tvungin í útreiðslusteðg orsakað av ójavnari marknaðarstýring. Eg haldi at man burdi kappast á jøvnum føti. Føroya Tele ein reint føroysk fyritøka, og enntá alment átt, meðan Kall ikki er serliga føroysk. Gott nokk er størsti eigarin Framtaksgrunnurin, men ein stórir partar eru íslendskir og svenskur. So hví ein landsmyndugleiki syrgir fyri at útlendskir íleggjarar klára seg betur enn ein føroysk fyritøka á marknaðinum, havi eg ringt við at skilja, sigur Andras Róin.
Ókendar leiðir
Men Føroya Tele hevur slept vónini um, at støðan fer at broytast. Og tá fyritøkan skal missa marknaðarpart á kjarnuøkinum er sambært Føroya Tele stjóranum ikki annað at gera enn at fara inn á onnur øki.
- Televarpið er eitt gott dømi um, at vit kunnu skapa okkum nýggj virkisøki, og vit hava í løtuni nógv samstørv ígongd við tí fyri eyga á líknandi hátt at skapa nýggjar inntøkumøguleikar.
Í 2001 legði Føroya Tele eina strategiætlan fyri næstu fimm árini har eitt av høvuðsmálunum var at skapa nýggjar inntøkumøguleikar fyri Føroya Tele. Viðtøkurnar fyri partafelagið siga, at Føroya Tele skal arbeiða innan fjarskifti og hartil knýttar tænastur, og tí eru mørk fyri hvar fyritøkan kann fara. Men fjaskifti er eftir hondini vorðin ein umfatandi partur av alskyns øðrum vinnuøkjum, so møguleikarnir fyri nýggjum leiðum eru nógvir.
Sundurskiljing og einskiljing
Ímeðan Føroya Tele soleiðis setir nýggja feska dótturfyritøku á stovn, veksur spurningurin um hvat fer at henda við sjálvari móðurfyritøkuni í framtíðini.
Fjarskiftiseftirlitið og summir av kappingarneytunum hjá Føroya Tele hava í seinastuni havt ynskir frammi um at sundurskilja Føroya Tele í tvær sjálvstøðugar fyritøkur, eina tænastufyritøku og eina kervisfyritøku. Orsøkin er, at Føroya Tele, sambært Fjarskiftiseftirlitinum, hevur tað við at taka seg sjálvan framum kappingarneytarnar, soleiðis at tað tekur kappingarneytunum nógv longri tíð at fáa veitingar frá kervisdeildini á Føroya Tele enn tað tekur Føroya Tele sjálvum. Í løtuni situr ein nevnd undir Vinnumálaráðnum og arbeiðir við møguleikanum at sundurskilja fyritøkuna. Avgerðin um at sundurskilja ella ikki hevur ein ávísan skund, tí í løtuni eru eisini ætlanir frammi um at einskilja (privatisera, blaðm.) almenna partafelagið, og tað fer at bera illa til at sundurskilja Føroya Tele eftir eina einskiljing.
Ein vanlukka at sundurskilja
Andras Róin hevur leingi verið fortalari fyri einari einskiljing av Føroya Tele, men sundurskiljingini er hann hart ímóti.
- Eg haldi at man skal ansa sera væl eftir við at sundurskilja kervisrekandi fyritøkuna, einamest tí at tað hevur man nærum ikki roynt aðrastaðni. Lichtenstein hevur roynt at sundur-skilt sín kervisveitara, men har eru tey farin undir at leggja fyritøkurnar saman aftur, tí tað riggar ikki. So vit stúra fyri at man finnir heimabryggjaðar loysnir uttan at hyggja rundan um seg og læra av øðrum, sigur Føroya Tele-stjórin.
Sjálvur metir hann, at avleiðingarnar høvdu verið ein vanlukka fyri menningina av fjarskiftismarknaðinum.
- Tað hevði verið at brotið alt tað niður, sum vit hava skapt tey síðstu seks árini. So høvdu vit mist teir møguleikar, sum liggja í at hava eina stóra og vælkoyrandi fyritøku sum Føroya Tele, ið hevur ráð at gera tær stóru íløgurnar nú, sum tryggja menningina í framtíðini. Um vit ikki vóru før fyri tí, hvør hevði so gjørt íløgur í til dømis kaðal til Íslands og Skotlands, sum vit í løtuni leggja hundrað milliónir í, spyr Føroya Tele stjórin.
Væntaði fleiri
Nú fýra ár eftir, at fyrstu privatu fyritøkurnar fingu loyvi at taka kappingina upp ímóti Føroya Tele, er Kall tann einasti kappingarneytin á telefon- og fartelefonøkinum. Stjórin fyri Føroya Tele hevði væntað fleri.
- Eg hevði roknað við, at vit fingu fleiri kappingarneytar uttan egið kervi, og kanska ongan við egnum kervi. Í Danmark hava fýra veitarar ringt við at klára seg, og tí er tað ikki so løgið, um man ivast í, hvussu tveir full-scale veitarar kunnu klára seg í Føroyum. Vit stúra fyri, at Kall ikki fer at megna at fáa íløguna í sítt fartelefonkervi innaftur. Orsøkin til at vit eru bangin fyri hvussu tað gongur okkara kappingarneyta er, at vit lætt kunnu enda sum undirskotsgaranti hjá Kalli og óbeinleiðis koma at gjalda fyri at halda Kall uppi við framhaldandi skeivreguleringum, sigur Føroya Tele-stjórin og leggur ikki fingrarnar ímillum í sínum kritikki av marknaðarstýringini.
- Fjarskiftiseftirlitið vil hava nøkur ting at henda og stýrir marknaðinum hareftir, men endamálið við fjarskiftislógini er allir veitararnir skulu kappast á jøvnum føti. Við at stýra kappingini, gongur man beint ímóti hesum endamáli og setir allar marknaðarkreftir út úr spælinum. Tað kann gott vera at málið halgar mátan, men vit eru bangnir fyri, at man hevur gloymt hvat málið var, nevniliga betri og bíligari tænastu til kundarnar, sigur Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele.
??????????????????
Føroya Tele í stuttum
?Føroya Tele er skipað sum alment partafelag við Føroya Landsstýri sum einasta eigara.
?Fyritøkan hevur 23.000 fastnetkundar, 30.700 fartelefonkundar og 7.800 kundar við uppringdum internetsambandi. Talið á privatkundum við breiðbandssambandi er ikki almannakunngjørt, men tað er lágt, tí prísurin er høgur.
?Seinastu trý árini hevur Føroya Tele arbeitt saman við Landssími Íslands og øðrum um at leggja kaðal millum Ísland, Føroyar og Skotland. Kaðalin verður eftir ætlan klárur síðst í hesum árinum. Við kaðalinum metir Føroya Tele seg fara at kunna bjóða breiðbandssamband fyri kappingarførar prísir komandi ár.
?Ársúrslitið hjá Føroya Tele í 2002 var 53,5 milliónir eftir skatt og var tað besta nakrantíð hjá fyritøkuni. Samlaðu ognirnar hjá fyritøkuni eru verdar 410 milliónir, og tøki eginpeningurin er 258 milliónir.
?Á Føroya Tele starvast 250 fólk.
????????????????????
Ein støðumynd av fjarskiftismarknaðinum
Í 1997 varð føroyski fjarskiftismarknaðurin formliga latin upp fyri fríari kapping, men ikki fyrr enn um ársskiftið 2000-2001 var klárt hjá nýggjum veitarum at byrja so smátt.
Í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið skjótt síðan byrjan. Kapping er á øllum tænastuøkjum innan fjarskifti, og fjarskiftistænastur eru blivnar fjølbroyttari og bíligari.
Men hvussu sunn er gongdin? Er talan um kapping fyri einhvønn prís við kunstigum almennum andadrátti, sum Føroya Tele vil vera við ella um eina nærum fyrimyndarliga skjóta tilgongd frá avoldaðari monopolstøðu til kapping eftir marknaðartreytum, sum politiski myndugleikin, Fjarskiftiseftirlitið, heldur uppá.
Í greinarøð um føroyska fjarskiftismarknaðinum fer Sosialurin tætt at høvuðsleikarunum á marknaðinum við tí fyri eyga at lýsa aktuellu støðumyndina frá øllum síðum.
Í blaðnum í dag ber til at lesa aðru greinina í røðini av trimum um føroyska fjarskiftismarknaðin, har Føroya Tele stjórin Andras Róin ávarar ímóti ósunnu skeivreguleringini, sum í løtuni fer fram á marknaðinum og ímóti einari sundurskiljing av Føroya Tele.










