Við heitinum Súlan hava Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen gjørt nýggja bók til byrjunarundirvísing í føroyskum Arbeitt verður við bókstavunum og tvíljóðunum. Á hvørjari opnu er ein stavur. Útgevari er Føroya Skúlabókagrunnur.
Mynd: Tað, sum vit alla tíðina miða ímóti, er at fáa børnini at ?loysa lesikoduna?, siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen
?Tað, sum vit alla tíðina miða ímóti, er at fáa børnini at loysa lesikoduna, ella at kenna bókstavirnar, duga at umseta teir til ljóð, vita hvussu tey ymisku ljóðini hátta sær saman við øðrum ljóðum, og at skilja tað, tey lesa,? siga Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, ið vóna at Súlan verður eitt gott íkast til byrjunarlesingina.
Gunnvør er lesiráðgevi í Kommunuskúlanum og Osvald starvast á Sernámsdeplinum.
?Ymiskt er, hvussu børn læra. Tað er av stórum týdningi, at undirvísingin og tilfarið er fjølbroytt, so at allir næmingar kunnu menna sín lesiførleika,? siga tey og vísa á at lesing er bæði tað at kunna lesa ein tekst og at skilja tað, ið lisið verður. ?Málslig menning og vitan um orð hevur tí stóran týdning, tá ið ein skal læra at lesa.?
Meðan vit hava fingið Súluna í bókaformi at støðast á hvørjum skúlaborði í fyrsta flokki, so flýgur hin rætta súlan av landinum um ein mánað. Hon kom í januar og setur seg bara í Mykineshólmi. Tí halda tey har í oynni súludag hin 25. januar. Í fyrsta flokki kann hvør dagur nú verða súludagur í lærandi sól!