Torleif Sigurðsson
Býráðslimur
Eg havi játtað at vera á javnaðarlistanum í Klaksvíkar kommunu enn eina ferð.
At sita í andstøðu er ikki tað mest spennandi sum er. Seinast komu vit ikki í meirilutan og vit kundu velja at sita og muta ímóti øllum.
Hetta gjørdu vit ikki, men royndu at ávirkað positivt. Okkurt eru vit nøgd við og annað ikki.
Raðfestingina eru vit als ikki nøgd við.
Tí eru vit við aftur.
Tað var hugaligt hjá mær við kappingini á Alnótini við:
Hvør skal verða borgarstjóri í Klaksvík ?
Nú er sera avmarkað, hvat leggjast skal í hetta, tí sjávt í New Zeelandi kundi veljast!
Jú, sjalvandi eri eg væl nøgdur við at liggja so klárt á odda. Tað verður nú ikki avgjørt á Álnótini, - men her norðuri av veljarunum í Klaksvíkar Kommunu, sum hava eitt avgerðandi val týsdagin; at manna býráðið tey næstu 4 árini.
Hvat vit á javnaðarlistanum vilja og ynskja er greitt frá í bløðunum.
Nú er fólk eisini farin at troyttast av øllum hasum vallyftunum.
Tað er gott at hava hjartamál, men máti skal vera við hjarta.
Fólk flest vita, hvat er gjørligt og ikki er.
Eisini er hugaligt at tosað um fortíðina og at hava visiónir um framtíðina, men vit liva í nútíðini og hon skal røkjast og harvið verða eisini lunnar lagdir inn í framtíðina.
Viðhvørt ivast man í, um bæði beinini eru á jørðini hjá verandi og komandi býráðslimum.
Vit vilja gera tað gjørliga og tað vit lova - halda vit.
Tó eitt hjartasuff loyvi eg mær. Tað mest fantastiska er, at ongin gøta ella vegur í Klaksvík er fullgjørdur í ár 2000.
Hetta má broytast og eg trúgvi, at tey mongu eru líka glað við hvør gøta tað er.
Minsta mark má vera, at nú verður byrja við eini gøtu og at hon verður gjørd liðug.
Blíðar heilsur og gott val.