Keldan: - Vilja tit ikki hava eina ordiliga trummusolo?
Óneyðugt er at seta spurningin, tí her eru allar umstøður at fáa eitt játtandi svar.
Eitt fult hús av tónleikahugaðum ungdómi. Ein hópur av vælspælandi tónleikabólkum. Og eitt høli, sum so avgjørt er tað best egnaða staðið til at hesir báðar partarnir møtast.
Og tá ein so vælkendur og vælspælandi bólkur sum Direct Level er á palli í Kelduni í Skálafirði, er lítið at ivast í, at her kann bert eitt gott úrslit spyrjast burturúr.
Øll tann tekniska útgerðin, sum finst í hesum samkomubygninginum kemur her til sín rætt: Ljós- og ljóðviðurskiftini eru framúr. Aftanfyri trummuspælaran er ein roykmaskina og aftanfyri bólkin er ein stórur skýggi, har ymiskar myndir verða sýndar, meðan bólkarnir spæla.
Jú, her eru allar umstøður fyri eitt gott kvøld í andaligum felagsskapi. Og at tað so kostaði 100 kr. at sleppa inn, tað hugsar eingin um, tá góður tónleikur er á skránni eitt heilt kvøld og til langt út á náttina.
Umframt konsertina var eisini møguleiki hjá teimum ungu at tosa við ein av andaligu leiðarunum. Og tað vísti seg eisini, at fleiri ung nýttu henda møguleikar fyri eini andaligari samtalu og forbøn.
Plektari til minni
Teir í Direct Level hava nú spælt í eina góða løtu, og nú er komið hartil, at seinasta lagið er spælt og eitt eykalag. Hvat er so eftir? Jú, at takka fyri seg og síðani runda av.
Og hví ikki gera tað við eini ordiligari trummusolo. Soleiðis fáa teir ungu áhoyrarnir eina góða trummusolo, áðrenn teir fýra í Direct Level takka fyri seg.
Tann eini guitarleikarin vil fegin geva áhoyrarunum eitt lítið minni um hesa konsertina. Hann fer í lummar og løtu seinni hevur hann tveitt nakrar av plektarum sínum út millum áhoyrararnar. Fólk savna uppá so ymiskt so hví ikki eisini eiga ein plektara frá Direct Level?!
Hóast fólk fegin vildu havt teir at spælt eitt sindur longri, so má farast víðari í skránni. Eftir eru enn tveir bólkar tveir eins navnframir: Proclaim og I Am.
At klokkan er farin at nærkast 01.00 ger ongan mun. Tey hundraðtals ungu fólkini í Kelduni hava ongan skund, og hava enn ikki nakrar ætlanir um at fara til hús.
Tey flest hava verið her síðani seint seinnapartin, og hóast tiltakið varir til kl. 02.00, so ger tað ongan mun. Her skal alt fáast við, og her skal njótast hvør løta á hesi marathon-konsertini, sum Adore Music skipar fyri.
Bilsin av teimum ókendu
Leygarkvøldið høvdu kendir og minni kendir bólkar høvið at vísa fram nakað av tí tilfarinum, tey liggja inni við.
Fleiri av teimum nýggjaru og kanska eisini ókendu bólkunum vóru at byrja við. Men tað sum teir framførdu kom rættiliga óvart á Eyðun Jacobsen og helst mong onnur eisini.
- Eg má bara siga, at eg var sera bilsin av, hvussu væl hesir nýggju bólkarnir spældi. Eg var nærum tikin á bóli av teimum.
- Eg haldi tí at tað var stórt spell, at ikki fleiri fólk vóru her beinanvegin, og kundu hoyra júst hesar bólkarnar. Teir spældu framúr væl, sigur Eyðun Jacobsen, sum somuleiðis fegnaðist um, at teir kendaru bólkarnir eisini taka seg støðugt fram.
Hóast onkur kundi halda, at hetta var eitt heldur drúgt tiltak, so er ikki óvanligt í øðrum londum við slíkum tiltøkum.
Størri tiltak á veg
Hóast henda Marathon-konsertin í Kelduni vardi í góðar níggju tímar, so er hetta bert at kalla sum ein upphiting til eitt enn størri tiltak næsta ár.
Eyðun Jacobsen er ein av monnunum handan Adore Music, og hann hevur størri ætlanir enn hetta:
Seinast í apríl mánað komandi ár verður eitt megnar gospel-tiltak í Føroyum.
- Hetta verður somuleiðis eitt kostnaðarmikið tiltak. Og tí vildu vit við hesum tiltakinum leggja teir fíggjarligu lunnarnar undir hetta stóra tiltakið, sigur hann við Sosialinum.
Adore Music
Adore Music hevur til endamáls at menna og styrkja gospeltónleikin í Føroyum, har alt yvirskotið fer til eitt vælgerandi endamál.
Visiónin hjá Adore Music er at gera ein afturvendandi summarfestival hvørt ár, har man kann koma saman at lovprísa Gudi, fáa góða undirvísing og andaliga føði gjøgnum eitt vikuskifti.
Adore Music er eisini eitt managementfelag ið vil hjálpa føroyskum gospelbólkum at gera seg galdandi uttanlanda. Her kann nevnast at felagið hevur havt sáttmala við I Am, sum er ein av førandi gospelbólkum í Føroyum. Felagið gjørdi tað møguligt hjá I Am at koma til Norra á Kørrefestivalin í 2002 og til Skærgårdsfestivalin í 2001.
Adore Music hevur heimstað í Skálafirði (í Kelduni), har eisini øll fólkini er virkin, og hevur felagið í síni visión at undirleggja seg visiónina hjá Kelduni.