Tunnilsgjald
Vágar:Eitt útlendskt par, sum um dagarnar hevur verið í Sørvági og ferðast, ætlaði sær ein túr til Havnar ein av døgunum. Sambandið er gott, so tað skuldi einki hindrað. Uttan bara tað, at tey mundu ikki sloppið at goldið fyri at koyra gjøgnum Vágatunilin.
Fólkini fóru, sum teimum var sagt av vertum sínum, í høgru breytina við gjaldsstøðina. Har ætlaði maðurin at gjalda við kredittkorti, men fann beinanveg útav, at tað riggaði ikki, hóast automatin var har.
Ein fryntligt vaktarfólk kom so og hjálpti honum at fáa ein seðil úr hesi automatini. Maðurin vildi fegin gjalda beinanveg, tí hann skuldi eftir ætlan heimaftur fyrsta dagin, so best var bara at fáa hetta yvirstaðið á staðnum.
Men nei. Tað lat seg ikki gera. Hann fekk frá vaktarfólkinum at vita, at hann mátti til Havnar at gjalda hetta. Tað mundi fara at vera á skrivstovuni hjá Vágatunlinum, helt hann.
Men tað var nú bara tað, at skrivstovuna hjá Vágatunlinum helt hesin útlendingurin seg ikki til at finna soleiðis uttan nakað. Tó eftir størri dedektivarbeiði funnu hesi lóglýdnu fremmandafólkini kortini eini hús, har eitt skelti á vegginum segði, at her búði Vágatunnilin.
Men her var heldur ikki bara sum at siga tað, at sleppa av við hetta góða gjaldið, tí skrivsovufólkið í húsinum vildi ikki taka ímóti hesum. Tað endaði tó við, at tey fingu tingað seg til at sleppa at gjalda, eftir sum tey nú høvdu havt hetta stríðið.
Men tá goldið var, vildi fremmandamaðurin sjálvandi hava eina kvittan. Og tað var verri, tí slíka áttu tey ikki á skrivstovuni. Skrivað varð á ein vanligan blokk, og so varð eitt fotokopi tikið, sum maðurin fekk við sær aftur sum kvittan.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelgnum Vágatunlinum, sigur, at arbeitt verður framvegis við gjaldskipanini, og at útlit eru fyri, at hon heilt skjott fer at virka.
Men hann ásannar, at í teimum førum, tá ein útlendingur fer gjøgnum tunnilin, er skjótt, at tað gjaldið, hann skuldi latið, kann misfarast.
Fer viðkomandi ikki á posthús ella í peningastovn, áðrenn hann fer av landinum, kann gerast trupult at finna hann aftur og fáa pengarnar innheintaðar.
?Tað kann lata seg gera, men tað verður tungt, sigur hann. Og so er spurningurin sjálvandi eisini, um tað fer at kosta meira enn sjálvt tunnilsgjaldið.