Gott tiltak í Argja skúla

Leygardagin 5. mars skipar 9. flokkur á Argjum fyri køkutombola og øðrum til frama fyri námsferð í mai.

9. flokkur á Argjum hevur gott tiltak í Argja Skúla leygardagin 5. mars kl. 11.00. Á skránni verður køkutombola, og vinnarin av neytalortakappingini verður funnin.

7 eykavinningar verða drignir, og okkurt verður til børnini. Eisini kann keypast kaffi og okkurt afturvið.

Næmingarnir siga, at tað hevði glett teir at sæð so nógv fólk sum møguligt, ið vilja stuðla teimum til námsferðina, sum verður í mai 2005.