hevur verið so nógv upptikin, má eg siga, at vit børn altíð hava staðið henni fremst, og gera tað framvegis, børn, svigarbørn, barnabørn og langommubørn øll hava vit okkara serliga pláss í hennara hjarta, og [...] tuberklunum, men børnini vóru tá mestsum undankomin. Asta flutti aftur til Oyrarbakka sum 16 ára gomul, tá mamman, sum hon ikki hevði sæð í 8 ár, endiliga kom aftur. Hon byrjaði tá at arbeiða í handli á Oyrarbakka [...] tey klár at flyta inn í, tá ið tey giftust. Tá byrjaði ein nýggjur partur av lívinum hjá Astu, tí nú skuldi hon frá degi til annan vera sandingur. Sandsbygd var tá í tíðini langt burtur frá Oyrarbakka, Michael
tostan við ísakøldum gullprýddum Føroyabjór. -Vit eru ikki so nógvir í morgun, bara tann fasti staburin, men tá línubátarnir eru inni, tá er lív í gauli. Tá kann neystið næstan verða fult og nógvar góðar [...] og vanlagnan hvørvur í næstu løtuni, tá næsta ølin er komin niður um og so hoyra vit fleiri søgur frá ungum sorgleysum døgum, tá ein kundi drekka tað ein vildi, tá konufólk linkaðu í knøunum bara ein vísti [...] er bara eitt samdøgur til Norðoyarstevnan byrjar. Vit eru staddir í ølneystinum í Klaksvík, journalistur og myndamaður. Vit standa innanfyri neystadyrnar, ið við sínum rimum geva vánni uttanfyri dæmi at
í miðstaðarøkinun segði hann, tey hava meðan tingfunndir eru møguleika at fara til hús og tøma vaskimaskinuna. Og tí tók hann tað sum eina sjálvfylgju at hann skal hava 6.7000 kr skattafríðar krónur til [...] rættvísgerða tað, tað er totalt langt úti. Tá er gramleikin so ógvusligur, at vit og skil kámast burtur í eini mammons girnd, har viðkomandi groft undirmetir tey íð hava valt hann til at umboða seg á løgtingi [...] løgtingsfólk hevði sett spurnartekin hesum viðvíkjandi. Tá livdi óskattaði kostnaðargjaldið eisini sítt ómoralska lív. Hinvegin so eru lønir løgtingsman síðan tá nærum trýfaldaðar, eins og ferðingin hjá løgtings
flest allir limirnir hava verið við at mynda føroyska tónleikapallin eftir tíðina við Faroe Boys og fram til okkara dagar. Stuttligt er, at fløgan ikki víkir frá LP-plátuni, tá vit hyggja at húsanum. Sjálvsagt [...] enn, hóast limirnir fóru hvør til sítt í 1967. Seinnu árini hava teir tó verið saman einstakar ferðir. Teir vóru og eru so væl umtóktir,at vit kundu nevnt teir Fab Five. At bera Faroe Boys saman við The [...] The Beatles er ikki nýtt. Kanska er tað, sum tíðin er liðin, enntá útvatnað. Men longu, tá bólkurin vitjaði í Íslandi í sekstiárunum, róptu íslendingar teir fyri føroysku beatlarnar. Síðani er hetta hent
- Tíverri. Vit hava ikki brúk fyri tær longur. Nøkur hava longu fingið boðini. Fleiri eru væntandi. Eins og í restina av heiminum er kreppan nú av álvara farin at gera vart við seg, eisini her á landið [...] sigur, at arbeiðsleys ofta kenna tað, sum hava tey missa rættin at hava eina meining. Hetta er serliga galdandi millum ófaklærd og kvinnur, men eisini millum menn. - Tá fólk verða biðin um at fara heim av einum [...] dømis at konan, sum er send til hús, sigur við mannin: Tað kann væl vera, at eg eri arbeiðsleys, men eg eri ikki tín trælur fyri tað! Ikki altíð smeitur Í hinum endanum hava vit tey, sum eru somikið sterk,
undir Føroyum. Tá ið trolið kom á borðið, svam fiskurin fram úr tí, so nógv var í. Tá nógv var í, tá fluttu vit gjarna. Ofta vóru atfinningar, at vit tógaðu nær landi. Nógvir hildu, at vit royndu eftir [...] sum vit gjørdu. Vit gjørdu m.a. royndir við troli, og vit vóru nokk so víða, heilt vesturi við Rockall. Hetta var í sambandi við ídnaðarfisk, sum tá var í síni byrjan. Í hesum sambandi vóru vit eisini [...] eftir yngli. Tá ið tað var nær landi, varð ofta lagt at kei á frívakt. Eina ferð fóru vit inn á Hvannasund. Tá høvdu vit tógað við Svabo við Eiðsvík á Viðareiði. Har var ein grynna, men vit høvdu tógað
hóskandi til ein slíka farleið. Serliga tá tey skulu byrja eina nýggja rutu. Flogfarið, tey flúgva við, er av slagnum Dash 8 Q400 við plássi til 78 ferðandi. – Men tey hava sagt púra greitt, at tey eru klár [...] loyvi komin í hús at byrja flogrutuna 3. september. Spurdur um samráðingar eru við onnur flogfeløg um at flúgva til Føroya sigur Regin I. Jakobsen, at tað støðugt eru fuglar á takinum. – Vit eru í ávísum [...] slíka flúgving, tí tað merkir helst, at nógv norsk ferðafólk fara at koma til Føroyar at ferðast. – Vit kenna tað aftur frá SAS, har samansetingin við fólki er nógv øðrvísi enn hjá Atlantsflog. Av teimum
Tá bygdastevnurnar byrjað vita vit, at summarið er komið. Bygdastevnan á Skála hevur verið fastur táttur í nógv ár og serliga kappróðurin hevur havt góða undirtøku. Tað er heldur ikki heilt uttan orsøk [...] er stevna við kappróðri ein sera týdningarmikil partur undir ítróttarfelagnum á Skála. Tiltøkini hava umframt kappróður, verið fóltbóltur, hondbóltur, tivoli og ymiskt annað. Men í ár ætlar ítróttarfelagið [...] skal koma í tiltakið. Hondarbeiðsframsýning Í ítróttarhøllini á Skála, fer Føroya Hondarbeiðsskúli at hava framsýning. Hetta er fyrstu fer at skúlin sýnir fram aðrastaðni enn í Klaksvík, har hann heldur til
til, at íslendingar klára at liva. Og teir liva eftir øllum at døma væl. »Hvussu vit gera?« undrast Einar, tá eg spyrji. »Vit arbeiða bara so mikið meira.« Reinur býur Reykjavík er reinur býur. Tað slepst [...] ruddað, so tað er ein frægd. Tí stendur tað sum ein greflig andsøgn, at ikki so fá hús og bygningar annars kortini tykjast hava eina ábót fyri neyðini. Tað tykist, sum gamlir bygningar mangan ongan góðan eiga [...] Í Íslandi hava fólk sans fyri at lata seg í. Tað er einki við at koma slongjandi í útvaskaðum cowboybuksum, um tú ætlar tær út at eta saman við vinfólki eitt vanligt gerandiskvøld. Fólk eru klødd sum til
teir ymisku stovnarnir undir teimum ymisku aðalráðunum hava á leigumálum, og hava eitt nú Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið stovnar undir sær, sum hava brúk fyri nógvum lagurplássi, og eru hetta eisini tey [...] 2.837.558 kr. Løgmansskrivstovan: 0 kr. *Hetta er við samanteljing av teimum leigusáttmálum, sum vit hava fingið innlit í. Tilsamans er henda upphæddin 29,6 milliónir krónur, og resta sostatt í minsta lagi [...] samband við at Høgni Hoydal vildi vita, hvussu stórar leiguútreiðslurnar hjá tí almenna eru til at leiga hús og høli runt um í landinum, at játtanin hjá tí almenna til leiguútreiðslur í 2009 var 37,6 milliónir