Arbeiðsloysi eggjar og drepur

Arbeiðsloysi kann verða eitt neyðugt gypp í afturpartin, ella tað kann smildra sjálvsvirðið hjá fólki. Hetta sigur Helgi Rasmussen, vinnusálarfrøðingur, sum í fleiri ár hevur hildið skeið fyri fólki, sum eru vorðin arbeiðsleys

- Tíverri. Vit hava ikki brúk fyri tær longur.

Nøkur hava longu fingið boðini.

Fleiri eru væntandi.

Eins og í restina av heiminum er kreppan nú av álvara farin at gera vart við seg, eisini her á landið.

Og hetta kostar.

Ikki bara á bankakontoini, men eisini á sálarkontoini hjá teimum, sum verða ofrað á arbeiðsmarknaðinum.

Nú gongur neyvan dagur, har vit ikki hoyra um virkir, sum lata aftur, almennir stovnar, sum spara, og privatar fyritøkur, sum skera feittið frá.

Men hvørji rúka? Og hvørjar avleiðingar hevur tað, bæði á tann einstaka og á samfelagið, at fólk, sum hava arbeitt við fullari megi í fleiri ár, nú knappliga verða send heim í sofuna til Dr. Phil?

- Fólk, sum verða uppsøgd kenna seg vrakað. Men tað er lættari at koma upp undan, um tú vart ein av hundrað, sum vórðu sent heim, tí virkið lat aftur, enn um tú vart ein av teimum fáu, sum leiðslan metti seg kunna liva uttan.

Orðini eigur Helgi Rasmussen, vinnusálarfrøðingur (erhvervspsykolog), sum í nógv ár hevur hildið skeið hjá Als, fyri fólki, sum eru vorðin arbeiðsleys


Rakar breitt

Hann greiðir frá, at í sambandi við arbeiðsloysi eru fleiri faktorar, ein eigur at hyggja at. Arbeiðsloysi rakar bæði samfelagið, sum heild, og einstaklingin. Sostatt ber til at viðgera tað við sosial-psykologiskum brillum, har hugt verður eftir sálarheilsustøðuni í samfelagnum. Ella við støði í einstaka menniskjanum, sum missir arbeiðið.

- Tað eru bæði fyrimunir og vansar við arbeiðsloysi. Fyri samfelagið er tað ósunt við ov nógvum arbeiðsloysi og við null-arbeiðsloysi, sum vit hava upplivað seinastu árini. Og hjá tí einstaka kann arbeiðsloysi lata upp nýggjar dyr, ella tað kann oyðileggja fólk fullkomiliga, sigur Helgi Rasmussen.


Kann skapa samanhald

Sum sagt, er nokkso stórur munur á, um fólk eru offur fyri hópuppsøgnum, til dømis tí eitt virki fer á heysin, og so tað, at verða vald út millum øll hini.

- Tað er altíð lættari at hava tað ringt, um øll hini eisini hava tað ringt, eitt nú í krepputíðum. Í sambandi við hópuppsagnir eru tað tí ikki vanligu kenslurnar av skomm og skuld, men heldur ótti, sum ger seg galdandi. Tí hvar skulu vit nú fáa pengar frá? Sigur Helgi Rasmussen.

Hann forklárar, at í slíkum førum kann tað eisini styrkja um felagsskapin, til dømis í einari bygd, at øll eru í somu trongu skóm. Hetta letur upp fyri, at fólk hjálpa hvørjum øðrum, og kanska taka tey enntá stig til at seta nýggj arbeiðspláss á stovn ella keypa eitt nýtt skip.

- Tað er ofta lættari hjá kvinnunum enn hjá monnunum í slíkum førum. Tær hava kanska eitt heim, sum tær traditionelt hava tikið sær av. Tær kunnu venda aftur til tað kenda, til útgangsstøðið, og skapa sær eina meining har sum húsmóðir, mamma ella omma, sigur hann.


Missa røddina

Tey, sum hinvegin verða vrakað, tí fyritøkan hevur mett, at tey kunnu sparast burtur, ella verða uppsøgd av aðrari orsøk, fáa harafturímóti ein ordans lúsing.

Helgi Rasmussen sigur, at arbeiðsleys ofta kenna tað, sum hava tey missa rættin at hava eina meining. Hetta er serliga galdandi millum ófaklærd og kvinnur, men eisini millum menn.

- Tá fólk verða biðin um at fara heim av einum arbeiðsplássi, er tað ein ordans smeitur fyri sjálvsvirðið, og tað tekur tíð at byggja upp aftur. So mín uppgáva hevur verið, at geva fólki røddina aftur, sigur Helgi Rasmussen.

Hann greiðir frá, at nógv reagera við at isolera seg og grógva føst heima í sofuna. Ofta halda kvinnurnar uppat at ganga í bindiklubb og hava sum heild ilt við at koma út millum fólk. Tey hava skuldarkenslur, skammast og missa fullkomiliga trúnna á egið virði.

Á skeiðunum hjá Als hevur uppgávan verið at seta orð á, og á tann hátt at koma úr passivitetinum, til at tora at tosa aftur. Og har skal dirvi til.

- Sjálvsvirðið rýkur so alvorliga, at sjálvt tað at hava eina meining er farligt. Hetta, hóast onki grundleggjandi er galið við persóninum. Vit skulu fram til, at arbeiðið er ikki alt í lívinum, og at fáa fólk at finna seg sjálvi aftur, so tey ikki sita heima og eru beisk og “sovsa” seg inn í eina depressión, sigur Helgi Rasmussen.

Í tilgongdini skal ein broyting fara fram, frá beiskleika og minnilutakenslum, til vreiði og til endans eina reaktión.

- Vónin er sjálvandi, at fólk reisa seg upp og siga “Lort heldur! Hetta finni eg meg ikki í!” Rætta ryggin og taka ábyrgdina á seg. Til dømis at konan, sum er send til hús, sigur við mannin: Tað kann væl vera, at eg eri arbeiðsleys, men eg eri ikki tín trælur fyri tað!


Ikki altíð smeitur

Í hinum endanum hava vit tey, sum eru somikið sterk, at tey síggja tað sum eina spennandi avbjóðing at fara úr starvinum. Hetta eru ofta fólk við góðum útbúgvingum, ella í heila tikið kreativ fólk, við nógvum streingjum at spæla á.

- Her síggja vit fólk, sum blóma, bæði fakliga, persónliga og sosialt. Kanska fara tey undir eftirútbúgving, stovna egið virki ella finna sær eina nýggja meining í gerandisdegnum á annan hátt, sigur Helgi Rasmussen.


Ósunt við null-arbeiðsloysi

Vinnusálarfrøðingurin greiður frá, at null-arbeiðsloysi, sum vit hava upplivað seinastu árini, er alt annað enn sunt fyri sálarligu fólkaheilsuna og sosiala trivnaðin í samfelagnum. Tí fólk eiga at kunna virða, stuðla og hava álit á hvørjum øðrum.

Null-arbeiðsloysið grípur inn í sjálvt tað at vera menniskja, tí fólk vanvirða hvønn annan í gerandisdegnum. Kappingin um arbeiðsmegina er so stór, at tey, sum lata tænastur, og tað gera næsta øll, gera akkurát, sum tað passar teimum.

Sum dømi nevnir Helgi Rasmussen, at vit síggja ongantíð so nógv byggisjusk, brotnar avtalur, líkasælu og misbrúk av álitinum hjá hvørjum øðrum, sum tá onki arbeiðsloysi er. Snøgt sagt: ein degenerering av relatiónunum millum fólk.

- Hendan sjúka støðan vekir nakrar kenslur, sum eru skaðiligar fyri samlaða trivnaðin í samfelagnum, tí vit noyðast at góðtaka vanvirðingina. Vit kunnu nevna kenslur sum frustratiónir og aggressiónir, sum vit mugu halda aftur, tí hvat nú um til dømis handverkarin rýmir, áðrenn hann er liðugur við uppgávuna? sigur Helgi Rasmussen, sum heldur hetta verða eina nógv størri hóttan móti menningini í samfelagnum, enn tað, at eitt sindur av arbeiðsloysi er.

- Tað er eisini betri fyri tann einstaka at kenna eitt ávíst trýst, og at onkur væntar nakað av tær. Tá mugu øll kýta seg eitt sindur. Sæð í einum størri samanhangi er hetta sunnari fyri samfelagið, sigur Helgi Rasmussen.


Kollektiv depressión

Tað er ikki bara null-arbeiðsloysi, sum er sálarheilsuskaðiligt í einum modernaðum samfelagi.

Stórt arbeiðsloysi er eisini lívshættisligt.

Helgi Rasmussen sigur, at tá arbeiðsloysið fer upp um eitt vist, til dømis 15 prosent, er tað sera tyngjandi fyri kollektiva trivnaðin í samfelagnum.

- Her eru øll í vanda fyri at verða drigin við niður í depressiónina hjá teimum uppsøgdu, tí øll kenna onkran, sum gongur fyri onki, og øll eru bangin fyri at enda í somu støðu, sigur hann.

Her vísir hann á enn eina orsøk til, at tað almenna skal bíða við at gera stórar verkætlanir, til ringari tíðir.

- Tað er ikki bara stimbrandi fyri búskapin, men eisini við til at halda fólkinum og vónini uppi, sigur hann.


Løgin mentan

Arbeiðið hevur stóran týdning fyri identitetin hjá tí einstaka í nútímans samfelagnum. Helgi Rasmussen sigur, at um tú hevur lagt allan tín identitet í arbeiðið, so vil skuldarkenslan og skommin hava við sær, at tú isolerar teg, um tú missir arbeiðið móti tínum vilja. Tí tú torir ikki at siga, hvussu tú í veruleikanum hevur tað.

- Í okkara mentan er tað vanligt, at vit spyrja hvønn annan, hvat vit gera og hvussu tað gongur. Men svarar onkur, at hann onki ger og at hann hevur tað av hundunum til, so eru vit skjót at trekkja okkum aftur. Hetta er eisini ein orsøk til, at tað so týdningarmikið, at tey arbeiðsleysu fáa røddina aftur, so tey ikki verða niðurbrotin sálarliga og isoleraði, men kunnu luttaka í samfelagnum og í demokratinum á jøvnum føti við onnur, endar Helgi Rasmussen.