Leiga Hvørt ár leigar tað almenna seg inn í bygningar fyri næstan 40 milliónir krónur. Serliga í Havn er leigan dýr – upp í 1.300 krónur fyri fermeturin. Tveir kostir eru í at velja, fyri at sleppa undan leiguútreiðslunum. Leiga í útjaðaranum ella at byggja ella keypa nýggjar bygningar
Rógvi Nybo
Í januar mánaði upplýsti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyri Løgtinginum, í samband við at Høgni Hoydal vildi vita, hvussu stórar leiguútreiðslurnar hjá tí almenna eru til at leiga hús og høli runt um í landinum, at játtanin hjá tí almenna til leiguútreiðslur í 2009 var 37,6 milliónir krónur.
Árið fyri vórðu 35,7 milliónir krónur nýttar til leiguútreiðslur, í 2007 30,9 milliónir krónur og hyggja vit eftir teimum 10 árunum frá 1999 til 2009, er pengasekkurin, sum tað almenna má lata fyri at leiga, tyngdur í meðal 1,9 millión krónur um árið.
Í 1999 var leiguútreiðslan 18,9 milliónir krónur, og er játtanin til hetta endamálið sostatt tvífaldað seinastu 10 árini.
Tilsamans hevur tað almenna í árunum frá 1999 til 2009 goldið heilar 298,3 milliónir krónur í leiguútreiðslum.
Fleiri og dýrari leigumál
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, upplýsti fyri Løgtinginum, at orsøkin til støðuga vøksturin í almennu leiguútreiðslunum ikki eina skyldast hækkandi leigum, men veruliga orsøkin er heldur, at talið av leigumálum økist alsamt.
Summi leigumál eru dýrari enn onnur. Tað almenna hevur eitt loft á, hvussu nógv tað vil gjalda í leigu – 1.300 krónur fyri hvønn fermetur um árið. Men meðan tað eitt nú í Klaksvík og á Tvøroyri er nakað bíligari at leiga, eru fleiri og fleiri nýggj leigumál gjørd í Havn seinastu árini, sum liggja tætt upp móti hámarkinum.
Serliga í miðbýnum í Havn eru nøkur av teimum heilt dýru leigumálunum hjá tí almenna. Í høvuðsheitum er talan um bygnignar, sum eru leigaðir til almennu umsitingina at húsast í, tað vil siga til skrivstovur.
Milliónaupphæddir
Millum tey heilt grovu leigumálini, sum serliga eru í Havnini, kunnu nevnast høvuðsskrivstovan hjá Landsverki á Tinghúsvegnum, sum Landsverk leigar frá Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1,89 millión krónur árliga, svarandi til góðar 1.035 krónur fyri fermeturin um árið. Hesin sáttmáli tók við í 2007, og avloysti gamla sáttmálan millum partarnar.
Nøkur leigumál hava verið uppi og vent fyrr, men eru tey tó ikki minni viðkomandi fyri tað. Eitt av teimum er leigumálið hjá Stuðulstænastuni aftanfyri Løgreglustøðina í Havn, har hon leigar seg inn í ein bygning hjá Eik upp á 770 fermetrar fyri 1.300 krónur fermeturin, ella 1,001 millión krónur um árið. Eisini hesin sáttmálin er av teimum nýggju, og kom í gildi í juni 2008.
Eisini Almannastovan brúkar árliga rættiliga nógv upp á leigu. Síðani 2005 hevur Almannastovan leigað seg inn í bygningin hjá TF Holding á Smyrilsvegi, og er hetta leigumál í 2008 og 2009 útbygt til at fevna um allan bygningin. Hetta leigumál kostar árliga 2,27 milliónir krónur, ella góðar 906 krónur fyri hvønn fermetur.
Bílgari á bygd
Leigusáttmálarnir hjá tí almenna vísa eisini, at tá leigað verður í Klaksvík, Runavík ella á Tvøroyri, har nøkur leigumál eru, er fermetraprísurin munandi minni enn í Havn.
Jóannes Eidesgaard nevndi í svari sínum til Høgna Hoydal millum annað, at TAKS betalir 875 krónur í leigu fyri fermeturin uppi á Hálsi, og at TAKS harafturímóti betalir 525 krónur fyri fermeturin á Tvøroyri.
Tí er ein loysn upp á óhugnaliga høgu almennu leigurútreiðslurnar at flyta stovnar út í útjaðaran. Men hetta er heldur ikki ein loysn, sum hóvar øllum eins væl.
Innlendismálaráðið leigar dýrast
Um hugt verður eftir hvørjum aðalráði sær, er tað í Føroyum Innlendismálaráðið, sum hevur dýrastu leigumálini í meðal.
Innlendismálaráðið – tað vil siga stovnar undir innlendismálaráðnum - hevur fýra leigumál, sum øll eru í Havn. Í meðal letur Innlendismálaráðið 1.046 krónur árliga fyri hvønn leigaðan fermetur.
Almannamálaráðið hevur hinvegin tey flestu leigumálini, 33 í tali, sum eru spjadd kring landið. Sera ymiskt er, hvat Almannamálaráðið vil lata í leigu, og svingar tað úr 260 krónum fyri fermeturin og upp í 1.300 krónur fermeturin. Men í meðal betalir Almannamálaráðið 720 krónur fyri hvønn leigaðan fermetur árliga.
Av tí at Almannamálaráðið hevur somikið nógv leigumál, er tað eisini Almannamálaráðið, sum hevur størstu árligu leiguútreiðslurnar. Tilsamans leigar Almannamálaráðið fyri beint omanfyri átta milliónir krónur.
Sjálvandi er tað sera ymiskt hvønn tørv teir ymisku stovnarnir undir teimum ymisku aðalráðunum hava á leigumálum, og hava eitt nú Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið stovnar undir sær, sum hava brúk fyri nógvum lagurplássi, og eru hetta eisini tey bíligastu leigumálini, meðan stovnarnir undir Innlendismálaráðnum bert hava leigumál til skrivstovuvirksemi og umsiting, og eru hetta tey dýrastu leigumálini.
rogvi@sosialurin.fo
1.300
krónur fyri fermeturin
Hetta er loftið, sum Landsstýrið hevur sett á sum evstamark fyri, hvussu nógv almennir stovnar í mesta lagi sleppa at leiga fyri. Landsverk skal góðkenna allar leigusáttmálar, áðrenn teir verða settir í gildi.
Almennar leigur frá 1999 til 2009
1999: 18,9 mió. kr.
2000: 20,2 mió. kr.
2001: 20,5 mió. kr.
2002: 25,7 mió. kr.
2003: 26,0 mió. kr.
2004: 28,3 mió. kr.
2005: 26,8 mió. kr.
2006: 27,7 mió. kr.
2007: 30,9 mió. kr.
2008: 35,7 mió. kr.
2009: 37,6 mió. kr.
Tilsamans: 298,3 mió. kr.
So nógv leiga aðalráðini/stovnar undir aðalráðunum fyri*
Almannamálaráðið: 9.340.531 kr.
Heilsumálaráðið: 2.990.800 kr.
Mentamálaráðið: 4.439.927 kr.
Fíggjarmálaráðið: 1.765.132 kr.
Vinnumálaráðið: 2.843.050 kr.
Innlendismálaráðið: 2.832.737 kr.
Fiskimálaráðið: 2.610.482 kr.
Uttanríkisráðið: 2.837.558 kr.
Løgmansskrivstovan: 0 kr.
*Hetta er við samanteljing av teimum leigusáttmálum, sum vit hava fingið innlit í. Tilsamans er henda upphæddin 29,6 milliónir krónur, og resta sostatt í minsta lagi 8 milliónir krónur í. Hetta er bruttoleiguupphæddir uttan el og hita, sum tað almenna eisini rindar fyri. Leigumálini fevna bert um fastar ognir, so sum hús og lendi. Eisini leiga nakrir stovnar partar av sínum leigumálum út aftur til onnur, og eru veruligu útreiðslurnar sostatt minni í teimum førunum.