Asta Poulsen 75 ár

Sunnudagin 8. januar fylti Asta Poulsen á Sandi 75 ár

Asta er ættað av Oyrarbakka, dóttir Pól og Sannu Andreasen. Sanna doyði í 1972 og Pól í 1980. Asta er sjálv triðja í røðini av einum systkinnaflokki, ið taldi 6. Av systkinnunum eru tey 5 enn á lívi. Olga doyði brádliga í fyrraárið. Hini systkini eru Torbjørn, Óluva, Ingibørg og Lina. Asta búði barnaárini í barnaheiminum á Oyrarbakka, men sum 8 ára gomul noyddist hon at flyta av bygdini, tí mamman fekk staðfest tuberklasjúku, og mátti innleggjast á Sanatoriið í Havn. Systkini vórðu tá flutt í ymiskar ættir til vinfólk og familju og Asta fór saman við Ingibjørg til Gjáar, har hon flutti inn til mostir sína Jóhonnu og mannin Sofus Debes. Hetta varð so heim hennara næstu 8 árini. Tíðin við Gjógv var góð og vinarbondini, ið har vórðu knýtt, eru enn dag í dag hildin føst. Haldi at Hannelina, Oddvør og Óli (børnini hjá Jóhannu og Sofusi) eru sum systkin fyri Astu og hava tey javnan samband. Nógv gott kjøt er eisini komið suður til Sands frá Gjógv.

Aftaná 8 ár suðuri á Sanatoriinum kom Sanna aftur til Oyrarbakka. Hon var nú frísk av tuberklunum, men børnini vóru tá mestsum undankomin. Asta flutti aftur til Oyrarbakka sum 16 ára gomul, tá mamman, sum hon ikki hevði sæð í 8 ár, endiliga kom aftur. Hon byrjaði tá at arbeiða í handli á Oyrarbakka og varð hon avhildin sum bæði røsk og fryntlig. Havi hoyrt, at Eiðis lækni einaferð skal hava spurt Sannu og Pól um tey ikki vildu lata Astu fara at læra til sjúkrasystir, tí hann metti hana vera so væl egnaða, men av tí at peningur ikki var til tað, varð hetta av ongum.

17. februar í 1952 giftist Asta við Michael Poulsen av Sandi. Michael er sonur Annu og Jógvan Poulsen úr Soylu á Sandi. Michael gekk á skiparaskúla í Havn, tá tað eina Ólavsøku rann saman teirra millum. Mær er sagt, at fyrstu ferð hann sá hana visti hann, at hetta skuldi verða kona hansara. Tey bygdu hús heima á Sandi og stóðu tey klár at flyta inn í, tá ið tey giftust. Tá byrjaði ein nýggjur partur av lívinum hjá Astu, tí nú skuldi hon frá degi til annan vera sandingur. Sandsbygd var tá í tíðini langt burtur frá Oyrarbakka, Michael var nógv burtur við skipi og fyrstu tíðina var longsulin stórur. Men tað hjálpti, at verforeldrini og familjan annars vóru góð við hana frá fyrsta degi og tóku hana til sín. Tær fyrstu døturnar komu skjótt, Hedvig í 1952 og Sanna í 1953, bara 11 mðr. ímillum. Nú var Asta upptikin av døtrunum, og tá eins og nú gekk hon høgt upp í børnini, so hon hevði nógv um at vera. Sum tíðin leið fall Asta væl til á Sandi, og kundi hon ikki hugsa sær at búð nakra aðra staðir.

Jógvan varð føddur í 1960. Michael var nógv burtur, so meðan tey 3 børnini vóru smá og foreldrini hjá Astu enn vóru á lívi, plagdi Asta at fara við børnunum at ferðast norðureftir. Tey plagdu at steðga leingi, onkuntíð í mánaðir. Hedvig, Sanna og Jógvan minnast hetta sum stuttligar ferðir, har tey lærdu ommu og abba, mostrar, mammubeiggjan og øll systkinnabørnini norðanfyri, sum tey jú ikki sóu til dagligt, at kenna. Í 1972 varð yngsta dótturin Anna fødd, og var hetta sama árið, sum Sanna mamma Astu doyði.

Tá børnini vóru undankomin fór Asta út at arbeiða á Eldhúsi. Hon byrjaði við at vaska, men seinni fór hon at arbeiða í handlinum, har hon stórtreivst. Hon kom í samband við nógv fólk, og tað dámar henni væl, hon treivst eisini væl millum starvsfelagar og ikki minst húsfólki á Eldhúsi varð hon serliga væl við. Tá ið tosað var um løn, havi eg hoyrt Astu svarað: "Eg veit ikki petti, hvat eg fái í løn, eg arbeiði ikki fyri pengarnar" og eg haldi, at hon veruliga meinti tað. Henni dámdi so avbera væl, og tí var tað ein tung avgerð hjá Astu at taka, tá ið hon eftir uml. 20 ár valdi at gevast at arbeiða á Eldhúsi.

Asta hevur eisini havt nógv álitisstørv í bygdini, alt meira ella minni ólønt. Í nógv ár sat hon í kirkjuráðnum og í uml. 40 ár hevur hon saman við Solborg vaskað kirkjuna, ein tænasta, ið hon hevur gingið sera høgt uppí. Eitt skifti sat Asta í skúlastýrinum á Sandi. Í missiónshúsinum hevur Asta eisini havt sín fasta sess, og hevur hon eisini har verið virkin, bæði handaliga og andaliga. Hon hevur sitið í stýrinum, verið við í sunnudagsskúlaarbeiðinum og hon er limur í kvinnukredsinum, sum hon trúføst møtir upp til annað hvørt mánakvøld. Eitt annað tiltak, sum Asta seinastu árini hevur verið sera glað fyri, er at samlast við øðrum eldri í tilhaldinum tvær ferðir um vikuna.

Í øllum sum Asta er við í er hon trúføst og álítandi. Og sera nærløgd. Í smb. við fyrireiking av føðingardegnum, ið varð hildin í missiónshúsinum á Sandi og har uml. 150 møttu, havi eg verið í samband við nógv ymisk fólk, og ein setningur sum gekk aftur var hesin - Hon hevur uppiborið ein ordiligan føðingardag. Haldi at har sum Asta er, er hon sera nógv avhildin.

Skal eg at enda siga nakað um Astu sum mammu, so verður tað í trá við tað sum eg longu havi nevnt. Sjálvt um tað kanska ljóðar sum um hon hevur verið so nógv upptikin, má eg siga, at vit børn altíð hava staðið henni fremst, og gera tað framvegis, børn, svigarbørn, barnabørn og langommubørn øll hava vit okkara serliga pláss í hennara hjarta, og tað er eitt sera stórt hjarta, sum brennir fyri at hjálpa okkum, so væl sum hon kann. Altíð hevur hon havt eitt serligt tak á børnunum, og tey eru eisini sera góð við hana.

Vit minnast mammuna sum ótrúliga arbeiðssama, tíðliga upp og seint í song, og altíð hevur hon rokast inni ella úti. Ótrúliga røsk til hendurnar hevur hon altíð verið so tað liggur mangt plaggið eftir hana, serliga hevur hon bundið nógv, men eisini annað handarbeiði hevur hon gjørt nógv av, og er tað altíð so sera snøgt í allar mátar. Vit minnast eisini mammuna sum ógvuliga hjálpsama, hon hevur altíð hjálpt til har hon hevur kunnað, vit minnast allar ommurnar vit áttu; Gikka-omman, Stina-omman, Lell-omman. Allar gamlar konur í grannalagnum, sum mamman gekk inn til og rætti eina hjálpandi hond um tørvur var á tí. Okkara egnu ommu tók mamman sær eisini nógv av, heilt til tað seinasta.

Nú vit øll systkinni eru flutt av oynni, gleðast vit um at mamman og pápin eru so røsk at koma at vitja, og mamman er ein takknemmiligur gestur at fáa. Hon setir seg ikki hendur í favn og bíðar eftir at verða uppvartað, nei tað dugir hon ikki, fyrsta hon er komin upp á pláss, spyr hon - hvat skal eg gera? Og so er bara at finna uppá okkurt til hana at gera, tí annars keðir hon seg.

Til allar seinast skulu vit systkini við familjum takka tær og pápanum fyri allan kærleika og umsorgan tykkara og ynskja tykkum Harrans signing framyvir.

Børnini við familju.