Sjólívið endaði umborð á Magnusi Heinason

Eftir at hava verið við fiskiskipum í mong ár, kom Torleif umborð á Jens Christian Svabo og Magnus Heinason. Aftan á sjólívið bleiv tað seyðurin

Seinasti partur endaði við, at Torleif fór at sigla við norðmonnum, og hann heldur fram:
Tað fyrsta árið, eg var við norð­monnum, forvann eg 12-13.000 krónur. Árið eftir fekk eg 57.000 krónur, tað var ógvuliga gott tá í tíðini. Eg forvann nakað tað sama øll árini.
Tann 19.mars 1968 fekk eg ein skaða um­borð. Illveður var, og reiðskapurin var á dekk­inum. Vit plagdu at nýta slík høvi at spleysa grunnleggir.
Tað var kavi og frost. Av einum mistaki hjá einum øðrum manni, fekk eg ein enda um høvdið. Tá eg so dánt kom fyri meg aftur og royndi at hyggja, sá eg einki, so eg helt meg vera blivnan blindan.
Skiparin fór so at sigla inn við mær. Men tað var so nógvur ísur, at tað gekk so seint at koma inn. Vit kom inn í Sukurtoppin, og eg varð so sendur við eini tyrlu til Streymfjørðin. Haðani fór eg niður á ríkissjúkrahúsið.
Men tá ið tað leið nakað frá, fór eg at síggja við høgra eyganum aftur. Tað vinstra bleiv myrkt, og tað er myrkt enn. Á sjúkrahúsinum fekk eg at vita, at hetta fór ikki at vera øðr­vísi.
Men annars var eg heppin. Hevði tað verið veirur, sum eg fekk um høvdið, so var eingin bøn. Eg kom so aftur til Føroya 8. apríl.
Høgra eygað batnaði so við og við, og við tí fekk eg fulla sjón aftur.
Tíbetur kundi eg fara burtur aftur, tá eg var so frægur, og eg var á sjónum nógv ár eftir hetta.

Fór við Svabo
Eg sigldi við Longva fram til 1971. Mær dámdi væl at sigla í Noregi og hevði tað gott. Men eg átti børn og konu heima. Tað var hjá mær sum hjá so mongum langfarafiskimonnum. Tá eg kom heim, tá kendu børnini meg neyvan. Og tá eg fór avstað, var grátur hjá øllum. Hetta var hart, og man mátti gera seg harðan.
So eg fór við fiskirannsóknarskipinum Jens Christian Svabo í 1971. Tá var tað byrjað við skipaðari frítíð, so tá kundi eg rokna við at vera meira heima. Hetta taldi meira enn størri inn­tøka.
Arne Ziskasen, hvalbingur búsettur í Klaksvík, var skipari. Tað vóru mest kann­ingar av ymiskum slag, sum vit gjørdu. Vit gjørdu m.a. royndir við troli, og vit vóru nokk so víða, heilt vesturi við Rockall. Hetta var í sam­bandi við ídnaðarfisk, sum tá var í síni byrjan. Í hesum sambandi vóru vit eisini vestan­ fyri Írland og á leiðum undir Føroyum, har hesin fiskurin kundi vera.
Hetta var fittligari lív enn tey mangan tungu tøkini við trolarum. Ove Leo, svágur mín, hann var komin við undan mær. Aðrir av mann­ingini vóru Ernst hjá Andrassi, Eyðun Mikkelsen á Sandi og Niels Pauli Sigurheim úr Sandvík. John Joensen frá Gjógv var 2. meistari. Malvinus Joensen úr Klaksvík var fastur maskinmaður.
Manningin var nakað ymisk í tali, alt eftir sum uppgávurnar vóru. Onkuntíð kundi vit vera tríggir ella fýra og til aðrar tíðir kundu vit vera 6, viðhvørt 7. Ofta var onkur við frá Fiskirannsóknarstovuni.
Til yngulkanningar brúktu vit trol. Posin var so fínur, at tú fekk kanska eina stoppinál ígjøgnum meskarnar. Her skuldi alt koma í, uttan mun til, hvussu smátt tað var.
Yngul var áhugavert. Trolað varð eftir tí beinanvegin, tað var blivið so frægt til stødd­ar, at tað sást skil á tí. So skuldi ynglið sor­terast eftir fiskaslagi. Hetta kundi vera nokk so trupult. Tað skuldu góð eygu at síggja, hvat ið var hvat.
Eg minnist sandingin, Eyðun, hann dugdi so sera væl at síggja, hvat ið var hvat. Tað var umráðandi, at hetta varð gjørt rætt, ella kom brøkur í, tá ið niðurstøðan skuldi gerast. Eina ferð árliga vórðu royndir gjørdar á somu støðum, so tað kundi sammetast ár fyri ár. Tógini kundu vara ein hálvan ella ein tíma. Men tað skuldi so vera sama tíð hvørja ferð.

Illir fiskimenn
Vit royndu eisini viðhvørt eftir botnfiski. Hetta høvdu teir eisini brúk fyri á Fiskirannsóknarstovuni. Tað var sera ymiskt, sum tað kundi vera í.
Eg minnist eina ferð, vit fingu eitt hál. Hetta var sunnudag, og teir vildu ikki fara so nær landi. Trolið var eitt vanligt trol, sum brúkt verður undir Føroyum. Tá ið trolið kom á borð­ið, svam fiskurin fram úr tí, so nógv var í.
Tá nógv var í, tá fluttu vit gjarna. Ofta vóru atfinningar, at vit tógaðu nær landi. Nógv­ir hildu, at vit royndu eftir botnfiski, men tað var tað ikki. Trolið var uppi undir vatn­skorpuni eftir yngli.
Tá ið tað var nær landi, varð ofta lagt at kei á frívakt. Eina ferð fóru vit inn á Hvannasund. Tá høvdu vit tógað við Svabo við Eiðsvík á Viðareiði. Har var ein grynna, men vit høvdu tógað uppi undir vatnskorpuni, har vit høvdu fingið nógvan yngul, æti og lundasild. Arni var farin til Klaksvíkar at gista. Tað var sera gott veður, og seinni um kvøldið fara Niels Pauli Sigurheim og eg at leita okkum eftir eini telefon at tosa heim.
Vit fóru so umborð aftur og gingu eina løtu og mólu á keiini, áðrenn vit skuldu fara at leggja okkum.
Nú kemur ein bilurin koyrandi við ferð, og hann steðgar við Svabo. Nú eru tað fýra menn, sum ikki vóru blíðir. Hetta hevur verið tað nærm­asta, at eg havi roknað við, at nakar leyp á meg.
Teir løgdu okkum undir at hava trolað á ávísari leið eftir toski. Eg royndi at snakka við teir. Eg segði, at vit báðir høvdu verið fiskimenn alla okkara tíð, og vit høvdu einki at dylja, hvat vit høvdust at. Teir vóru so ill­trúnir, at teir fóru niður í lastina at síggja, hvønn fisk vit høvdu, men har var einki uttan skottfjalir. Teir sissaðust so og skiltu, at her var einki gjørt, sum ikki toldi dagsins ljós.
Ein partur av okkara virksemi var eisini laksaroyndir, og vit fiskaðu laks í Eysturdjúp norðanfyri. Vit royndu við drívlínu, og vit fingu ofta nokk so nógv. Einaferð í illveðri mistu vit línuna.
Svabo var sum so eitt gott skip, men hann var óróligur. Upphaldsrúmini vóru ikki nakað serlig.
Hann var ein gamal danskur ídnaðar­fiski­bátur, Jens Væver, sum var keyptur til hetta endamálið.

Magnus Heinason var annað skipið
Eg var so við Svabo 9 -10 ár. So gekk eitt ár, meðan Magnus Heinason varð umriggaður frá at vera fiskiskip til rannsóknarskip.
Tá var stórur munur at koma umborð á Magnus Heinason. Hann var bæði størri og nýggjari. Hetta gav eisini møguleika fyri at hava fleiri uppgávur og verkætlanir.
Ein av hesum var at leggja út streymboyur. Og uppá klokkuna eitt ár seinni varð farið til staðið, har boyan stóð at taka hana upp aftur.
Eg minnist eitt árið, vit tóku eina slíka boyu upp aftur. Og júst upp á klokkuslettið kom boyan upp, har vit lógu. So frammalaga er tøknin. Hesar boyur høvdu ymsar uppgávur sum at kanna hitan í sjónum, saltinnihald, algur í sjónum, alt á ymiskum dýpum. Algur­nar vóru jú fyrsta lið í føðiketuni hjá fiski, og var hetta eina avgerandi vitan at fáa.
Tað hava nógv dugnalig fólk verið á Fiski­rannsóknarstovuni. Ein teirra er Bogi Hansen við hansara stóru vitan um viðurskiftini í havinum. Ein annar var Arne Nørrevang, sáli, sum hevur staðfest eitt lív á botni, sum eingin hevur vitað um áður.
Eg gavst við Magnus Heinason, tá ið eg var 62 ár í 1992. Tá gjørdist hetta lívið nóg so strævið og best var at gevast, tí heilsan var farin at bila.
Stjóri á Fiskirannsóknarstovuni var Jákup Sverri Joensen, sum doyði fyri kortum, 93 ára gamal. Hann var ógvuliga fittur og kann eg bert bera honum alt gott. Tað sama kann eg bera øllum, sum vóru við har, bæði avloys­ar­um eins og dreingjum, sum komu við at læra. Eg má nevna Eli Lassen, Andrias Joensen og Kára Sigurheim. Eftir Jákup Sverra Joensen tók Hjalti í Jákupsstovu við, og var hann eisini lagaligur og fyrikomandi.
Arnold Henriksen og Rógvi Mouritsen vóru oftast við vegna Fiskirannsóknarstovuna, stak fittir menn allir. Og Osmundur Justinussen ikki at gloyma.

Tíð at gevast, men so seyður
Síðan eg fór í land, havi eg róð eitt sindur út og havi tikist við ymiskt, og so havi eg fing­ist við seyð, sum vit hava nokkso nógvan av. Vit høvdu kúgv fram til 1985, og man tað hava verið longri enn hjá teimum flestu. Sum minni um seinastu kúnna havi eg hornini av henni.
Eg kann siga, at eg eri føddur við áhuga­num fyri seyði. Tað var so ymiskt, sum tað vignaðist hjá fólki við seyði. Eg havi altíð havt hampiligan góðan seyð, og eg gjørdi eisini nógv við tað. Tað fyrru tíðina var seyður ikki føddur so nógv inni. Eftir at neytini blivu dripin, fóru menn at leggja seg eftir at gera meira við seyðahaldið.
Um tú vilt hava góðan seyð, er neyðugt at gera nógv fyri hann. Tað fyrsta er at hava seyð­in frískan. Tað ræður um at duga at síggja, tá ið seyður bagir nakað. Tað er avmarkað, hvussu nógv ið kann ringjast til djóralæknan, tá er tað upp til ein sjálvan at skyna á, hvat ið bagir. Tá ber eisini til at ringja eftir medisini og oftast er mett rætt. Eg havi fingið fleiri seyðir at liva, sum djóralæknin hevur biðið meg um at drepa.
Eitt árið hevði eg ein veðr. Hann var sjúkur í bløðruni. Eg visti, at einasti møguleiki at fáa hann at liva var, at hann slapp av við landið. Her vóru góð ráð dýr. Eg tók landið av honum við eini sproytu. Hetta riggaði. Eg fór so at baka hann við eini hondlykt um skøpini. Tað vísti seg, at tá ið eg hevði bakað hann í nokk so langa tíð, at hann kom seg. Annars var eg farin oman í hoyggjhúsið við byrsu at skjóta hann. Men hann hugdi so bønandi upp á meg, at eg blotnaði og fór til hús aftur.
Tá ið landið steðgar upp, er tað gjarna ein tøppur, sum kemur fyrst í kynini. Hetta skar eg so burtur. Tað bløddi eitt sindur, men tað bilaði ikki.
Veðrurin bleiv soleiðis, at hvørja ferð eg kom oman og hann sá, at eg tendraði hond­lyktina, tá kom hann til mín. Hann hevur kent ein linna í hesum.
Eg fekk so veðrin at liva, og hann gjørdist góður seyður um heystið. Hann mundi viga eini 70 pund. Hann var eitt heystlamb, so hetta var sera gott.
Eg plagi at geva kraftfóður frá mars, inntil seyðurin hevur lembt. Eg plagi at geva sum djóralæknarnir mæla til, 250-300 gramm, um dagin til hvønn seyð.
Eisini havt eg altíð fylgt við at hava nýggjasta heilivágin at tryggja heilsuna á seyð­inum. Um várarnar hendir tað viðhvørt, at seyð­urin fær mjólkarfepur. Tá ræður um at duga at síggja, hvat ið bagir og so at grada fyri fepur. Við rættari viðgerð kann ein slík ær koma fyri seg aftur og kann liva til síni ellisár.
Eg vil takka fyri hetta álit, sum er víst mær við hesum frásagnum um gomul minnir. Havi fingið afturljóð frá fólki, sum hava dámt hetta sera væl.

Tøkk til Torleif
Hetta er so seinasti partur í hesi røðini hjá Torleifi. Hann skal hava eina stóra tøkk fyri hansara sera áhugaverdu frásøgn, sum nógv hava verið fegin um. Her er lutvíst talan um eina persónsøgu, fiskimannasøgu og eisini bygdarsøgu. Tilfarið er so mikið nógv, at tað kundi fylt eina hálva ella heila bók.
Slíkar frásagnir skulu sjálvandi loftast, áðrenn tað er ov seint, og tað hevur verið endamálið við hesi røðini, sum skjótt hevur 7 ár á baki. Tað kann staðfestast, at her er nógv søgu­ligt tilfar bjargað, sum annars hevði farið í gloymskuna. Henda røðin hevur nógvar trú­fastar lesarar. Hetta fæst javnan váttan um. Tað er ógvuliga hugaligt at gera eitt arbeiði, sum so nógv eru fegin um.
Hetta er seinasti partur í ár. Tí fari eg at ynskja øllum lesarum eini gleðilig jól, og eitt eydnuríkt komandi ár.