Tá bygdastevnurnar byrjað vita vit, at summarið er komið.
Bygdastevnan á Skála hevur verið fastur táttur í nógv ár og serliga kappróðurin hevur havt góða undirtøku.
Tað er heldur ikki heilt uttan orsøk, tí millum bygdastevnuna á Skála og fyrstu »rættiligu« stevnuna, Norðoyarstevnuna, eru bert umleið tvær vikur, so stevnan gevur róðrarmanningunum eina hylling av í hvørjari venjingarstøðu tey eru, eisini í mun til hini.
Fastur táttur í nógv ár
Bygdastevnan á Skála hevur, sum nevnt, verið fastur táttur í nógv ár.
Øll tey, sum fáast við ítrótt vita, hvussu nógvur peningur skal til, fyri at reka eitt ítróttarfelag og við teimum umstøðum, sum Skálafjørðurin, frá náttúrunar hond, hevur givið, er stevna við kappróðri ein sera týdningarmikil partur undir ítróttarfelagnum á Skála.
Tiltøkini hava umframt kappróður, verið fóltbóltur, hondbóltur, tivoli og ymiskt annað.
Men í ár ætlar ítróttarfelagið á Skála at størri breidd skal koma í tiltakið.
Hondarbeiðsframsýning
Í ítróttarhøllini á Skála, fer Føroya Hondarbeiðsskúli at hava framsýning.
Hetta er fyrstu fer at skúlin sýnir fram aðrastaðni enn í Klaksvík, har hann heldur til.
Men fyri at geva øðrum enn klaksvíkingum høvi til at síggja tað skúlin hevur at bjóða fram, fara tey at verða við á bygdastevnuni á Skála.
Byrjar fríggjakvøldið
Bygdastevnan byrjar fríggjakvøldið við at missiónshúsið hevur opið hús við kafé.
Tíðliga leygardagin fara tey smærru at spæla fótbólt og vinnararnir fáa steyp til ognar.
Seinni leygardagin verða dystir í eldru deildunum, bæði hjá kvinnum og monnum og eisini her verða steyp latin vinnandi liðunum.
Ítróttarhøllin verður karmur um eitt stórt tiltak leygardagin.
Sum nevnt fer Føroya Hondarbeiðsskúli at sýna fram, men har verður nógv annað.
Skipað verður fyri eydnuhjóli, tombola, bamsutombola, 21-spælið, køkutombola, fiskidammi og ymiskum øðrum.
Í bygdasalinum í erva í ítróttarhøllini verður sjavskapping, og allan leygardagin verður eisini skipað fyri kafé við onkrum góðum til matna.
Vísusangur við Jónsveini, Birgiri, Hans Jákup og Eivindi er á skránni og eisini fer Magni Christiansen at syngja onkran sangin.
Leygardagurin endar við dansi í bygdahúsinum á Strondum, har Countrybólkurin úr Klaksvík fer at spæla og mótahandilin 29 fer at sýna nýggjasta mótan fram.
Kappróður sunnudagin
Sunnudagurin byrjar sum siður er við gudstænastu, har Jógvan Fríðriksson fer at halda prædikuna.
Sunndagin verður eisini skipað fyri súkklukappingum. Tær verða ikki færri enn tvær og tær eru býttar upp eftir aldri.
Tann fyrra, sum verður eftir gudstænastuna, men áðrenn kappróðurin verður fyri tey vaksnu og her er aldursmarki niðureftir 14 ár.
Tann seinna, sum verður fyri yngra ættarliðið er býtt sundur í aldursbólkar og eisini kappast gentur og dreingir hvør sær.
Vinnararnir av øllum súkklukappingum fáa heiðursmerki fyri stríðið.
Tað er Havnar Súkklufelag, sum stendur fyri fyrireikingini av súkklukappingunum saman við ítróttarfelagnum á Skála.
Klokkan 15 sunnudagin fer kappróðurin í gongd. Sum nevnt er stutt til kappróðurin á Norðoyastevnu og tí verður spennandi at síggja hvørjari venjingarstøðu ymsu manningarnar eru í.
Aftaná róðurin faa vinnandi manningarnar handað steyp.
Av øðrum, sum hendir á havnaøkinum sunnudagin, kunnu vit nevna, at Ferðslutrygd fer allan sunnudagin at luttaka við súkklurásini og Hvølvusi.
Eisini verður Tivoli á havnaøkinum sunnudagin og harafturat verður møguleiki at keypa smyrjibreyð, kafii og køkur í »Meistarahúsinum«, sum liggur beint oman fyri havaøkið, so eingin nýtist at standa svangur og hyggja at kappróðri á Skála sunnudagin.










