Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, um avgerðina hjá norska flogfelagnumm Widerøe at flúgva millum Bergen og Vágar frá 3. september í ár.
Tað var í morgun, at tað frættist um ætlanirnar hjá norska flogfelagnum, sum hvønn mánadag og hvønn fríggjadag fer at flúgva millum Bergen og Vágar.
Regin I. Jakobsen heldur tað vera sera áhugavert, at eitt norkst flogfelag, sum er væl kjølfest í Noreg, fer undir slíka flúgving, tí tað merkir helst, at nógv norsk ferðafólk fara at koma til Føroyar at ferðast.
– Vit kenna tað aftur frá SAS, har samansetingin við fólki er nógv øðrvísi enn hjá Atlantsflog. Av teimum 80.000 fólkunum, sum flugu til Føroya við SAS í 2019, var nógv tann størsti parturin útlendingar, sigur hann.
– Tú skalt eisini minnast til, at tú kanst seta teg í eitt SAS flogfar hvar sum helst í heiminum. Og tú skalt ikki undirmeta lýsingarvirði í tí, at tú í SAS flogførum um allan heim kanst lesa um møguleikan at flúgva til Føroya.
Hann vísir á, at rutan hjá Widerøe kann í ávísan mun sammetast við SAS í so máta.
– Widerøe er eitt felag, sum er sera væl kjølfest í Noreg. Tey kenna marknaðin, og fólkið kennir flogfelagið. Tí er hugsandi, at tað í nógv størri mun verða norðmenn, sum fara at flúgva við hesi flogrutu, sigur Regin I. Jakobsen.
Stjórin í Vága Floghavn vísir eisini á, at støddin á flogfarinum hjá Widerøe eisini er væl hóskandi til ein slíka farleið. Serliga tá tey skulu byrja eina nýggja rutu.
Flogfarið, tey flúgva við, er av slagnum Dash 8 Q400 við plássi til 78 ferðandi.
– Men tey hava sagt púra greitt, at tey eru klár til bæði at økja um tali av flogferðum til Føroya, og at flúgva við størri flogførum, um tað er neyðugt, sigur Regin I. Jakobsen.
Næsta støddin á flogførum hjá teimum er jetflogfar av slagnum Embraer E190-E2, sum tekur 110 ferðafólk.
Spurdur um hendan ætlanin hjá Widerøe er gomul, ella um tað hevur nakað við koronustøðuna at gera, svarar Regin I. Jakobsen, at tey helst hava tosað saman, áðrenn farsóttin reiðiliga gjørdi um seg. Men hann vísir á, at Widerøe í tíðindaskrivi vísir á, at marknaðurin er so nógv broyttur av farsóttini, at tað eitt nú ikki hevur verið sami tørvur við stórum flogførum, sum fyri farsóttina. So hóast tað ikki er orsøkin til føroyarutuna hjá teimum, so hevur tað havt sína ávirkan.
Eftir ætlan skuldi flogleiðin verið byrjað fyrr í ár – í mars mánaði. Men óvissan við koronu, bæði í Føroyum og í Noreg, hevur útsett ætlanina. Men nú er alt upp á pláss, og øll loyvi komin í hús at byrja flogrutuna 3. september.
Spurdur um samráðingar eru við onnur flogfeløg um at flúgva til Føroya sigur Regin I. Jakobsen, at tað støðugt eru fuglar á takinum.
– Vit eru í ávísum samskifti javnan við flogfeløg, men tað kann ganga long tí, áðrenn tað verður til veruleika. Men beint nú er einki ítøkiligt á skrá.
Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia og hevur rættiliga gott samband til so at siga alt Noreg úr Bergen. Talan er um 49 ferðamál í Noregi og Europa, hóast ikki ber til at flúgva til øll hesi beinleiðis úr Bergen.












