Frank Davidsen
------
Tað er einki minni enn ein landaskomm nú skitnu klæðir landsstyris og løgtingsmanna, enn einaferð verða løgd á blik. Tað verður mangan sagt á donskun, "at finde en grimasse der kann passe", men í hesum føri er tað so himmalrópandi ørt, at eingin við síni fullu fimm kundi funnið uppá, at sagt nakað annað.
Landstyrisfólk fáa afturat teirra vanligu løn 16.000 kr. um mánaðan skattafrítt, tað vil siga tað sama sum eina eyka inntøku omanfyri 30.000 kr. um teir vóru skattskyldugir. Hesa løn fáa hesi fólkini fyri, at koyra frá ímillum annað Klaksvík til arbeiðsplássið í Tórshavn.
Har afturat so hava somu fólkini eina pensiónsskipan íð kostar 100.000 kr. um mánaðan, næstan eitt hálvárs avrik hjá einum vanligum arbeiðs ella flakamanni ella kvinnu.
Sambært sitand fíggjarnevndarformanni, so er hetta ikki meira enn rímiligt, tí sum hann segði " annars fekk ein ikki tey væl kvalifiseraðu fólkini at stilla upp til løgtingi " . Helst var tað orsøkin til, at hann frávaldið politikkin og fór í annað starv. Hansara sjónarmið er ein total undirmeting av teimun sum eru sinnaði at fara upp í politik sum fólksins tænarar, heldur enn tænarar mammons. Men gott var, at hann kundi detta inn aftur í politikkin, tá hansara ambitiónir ikki rukku á tí privata økinum. Hetta er sami maður sum áðrenn løgtingsvalið lovaði veljarnum, at flokkur hansara kom at " fáa 200 milliónir í kassan, so tað galt um at velja rætt".
Ein annar fíggjarnevndarlimur sum umboðar landstyri, hevði eina upp aftur løgnari grundgeving til at rættvísgerða sína sak. Tey sum búgva í miðstaðarøkinun segði hann, tey hava meðan tingfunndir eru møguleika at fara til hús og tøma vaskimaskinuna. Og tí tók hann tað sum eina sjálvfylgju at hann skal hava 6.7000 kr skattafríðar krónur til at flyta seg millum bústað og arbeiðspláss, tí hann er búsitandi í Eysturoynni. Álvaratos, at fáa tað sum svarar til eina skattskylduga inntøku á umleið 14.000 krónur fyri at koyra seg tiil 100 tingfundir, og so royna at rættvísgerða tað, tað er totalt langt úti.
Tá er gramleikin so ógvusligur, at vit og skil kámast burtur í eini mammons girnd, har viðkomandi groft undirmetir tey íð hava valt hann til at umboða seg á løgtingi.
Varð sjálvur valdur inn á løgting í 1990. Tá var lønin um eg minnist rætt áleið 13.000 kr. Kom í eina tvístøðu hvussu eg skuldi fyrihalda meg í samband við at eg hevði fasta mánaðarløn í øðrum starvið.
Spurdi meg fyri á røttum stað hvat var at gera, nú eg hevði tvær fastar mánaðarlønir. Svarið var ikki serliga nøgtandi, eins og eg hevði varhugan av, at hetta var fyrstu ferð at spurningur varð settur í hesum sambandið.
Fekk so eina avtalu, har eg skriftliga váttaði hvørjar dagar eg ikki var til arbeiðis á mínum vanliga arbeiðsplássið. Nevndu dagar vóru so mótroknaðir í løgtingslønini. Seinri greiddi ein álítandi kelda mær frá, at hetta var einasta ferð at nakað løgtingsfólk hevði sett spurnartekin hesum viðvíkjandi.
Tá livdi óskattaði kostnaðargjaldið eisini sítt ómoralska lív. Hinvegin so eru lønir løgtingsman síðan tá nærum trýfaldaðar, eins og ferðingin hjá løgtings ella landsstyrisfólki tekur stytri enn ein tíma hvønn vegin, í hvørt fall norðanfjørðs.
Løgtingsumboð hava sum fyrr sagt eitt lønarlag íð er 34.000 kr um mánaðan fyri umleið 100 arbeiðsdagar, tað er umleið 4000 kr. um dagin. Um tað ikki er nøktandi, so eigur teirra løn at verið hækka, ístaðin fyri tað óskattaða kostnargjaldið íð tey fáa í dag.
Sambært Poul Michelsen so ætlar løgmaður at bróta styrisskipanarlógina til tess at kostnaðarendurgjaldið ikki verður avtikið. Samstundis góðtekur sami løgmaður, at pensiónirnar hjá okkara pensionistum liggur langt undir fátækramarkinum hjá OECD. Jú tað má sigast at vera ófatuligt ósmædni, tá okkara fólkavaldu ikki eru sinnaðir at gjalda skatt av teirra inntøku. Teir høvdu jú við flatskattinum lagt upp fyri bert at skattast við 40 %. Men teir halda hinvegin, at tey sum ongan fyrimun fingu av flatskattinum, tey kundu akkurát tað sama gjalda fyri tey sum royna at sleppa sær undan at gjalda skatt. Tey áttu at skamma seg.