Bengt Olof stóðu líka í dúgvum, men av tí at Marius var bestur í seinasta umfari, vann hann kappingina. Vinnari í A-bólkinum gjørdist Eirikur Elisson við 46 av 75 dúgvum, vinnarar í B-bólkinum Finn Ludvig [...] regluligar venjingar. Gullvinnarar luttóku Í ár var serliga áhugavert at taka lut í kappingini, tí teir báðir álendingarnir, sum vunnu gull á oyggjaleikunum á Rhodos í summar, vóru við. Dagin fyri kappingina [...] varð veitsluhald í Eydnuni. Tað er greitt, at vónirnar at gera seg galdandi á oyggjaleikunum , sum verða á Álandi í 2009, eru rættiliga góðar, nú gullvinnaranir frá leikunum á Rhodos í summar fóru heim
hevur fyrr í tíðindaskrivi víst á mannarættindabrot, sum verða fram í Kina, ið skjótt skal hýsa olympisku leikunum. Orðaskiftið um mannarættindini í hesum stóra landi hevur av álvara tikið seg upp í hesum sambandi [...] brotini á mannarættindi í vertslandinum. Amnesty er ídnasti felagskapur at gera vart við støðuna í Kina. A.I. hevur síðani tað var kunngjørt, at Olympisku leikirnir skulu haldast í Kina, lagt trýst á kinesisku [...] nevndina um at betra um mannarættindastøðuna. Felagsskapurin hevur í hesum sambandi gjørt fleiri frágreiðingar um framhaldandi mannarættindabrotini í Kina. Felagsskapurin ger vart við, at mannarættindi og virðing
eitt úrslit av oljukreppuni í 1973. Upprunaliga var ætlanin, at inntøkurnar frá hesum gjaldi skuldu fara í grunn til fígging av alternativum orkukeldum, men hetta gjald endaði í landskassanum og er síðan [...] fólkavalt stýri kann ikki loyva sær at sita hendur í favn, meðan dýrtíð máar støðið undan vælferðini hjá stórum pørtum av borgarunum. Í Danmark t.d. hevur stjórin í sambandi við eina endurskoðan av skatta- og [...] politikk er prístalsreguleringin av tímalønum og starvsmannalønum, sum kom í gildi undir øðrum heimsbardaga. Hendan skipan var í sjeytiárunum avtikin av samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og
hjartað veksur og verður ovbyrjað, so tey í veruleikanum eru hjarta-sjúklingar. Í báðum førum kunnu sjúklingarnir doyggja, um teir skulu brúka eyka orku, til dømis í sambandi við smittu ella aðra strongd. [...] kari á Ríkissjúkrahúsinum sigur, at við einum títtleika í Føroyum uppá ein av hvørjum 1.300, so verður eitt barn við CTD føtt hvørt ár – ella í minsta lagi annaðhvørt ár. Sjúkueyðkennini vísa seg á tvinnanda [...] sjúkan einføld at viðgera, so her er talan um mál, ið má verða tikið upp í heilsupolitiskum høpi. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur við blaðið, at hann er illa við av, at so nógvir føroyingar
so er hendan fortreytin høgt raðfest í og við, at tað er eitt kunngjørt mál at skapa stabil viðurskifti í samfelagnum. Ein slík áseting skuldi ikki verið neyðug í einum nútímans fólkaræði, men politiska [...] løgmanni og landsstýrisfólkum tilukku, og vit fara at venda aftur til innihaldið í samgonguskjalinum í komandi oddagreinum. Sosialurin?? ? [...] krevur, at vit menna útbúgving, gransking og mentan, fremja broytingar í samfelagsbygnaðinum, eggja til og stuðla bygnaðarligum broytingum í vinnulívinum – reka vinnufremjandi politikk. Hetta krevur, at vit
SOSIALURIN Í KEYPMANNAHAVN: FCK trýsti og trýsti, høvdu nógavr royndir á málið, men einki hjálpti. Brøndby gjørdi fyrsta málið í dystinum, dúvaði so uppá kontraspæl, og vísti, at teir hava tað sjálvsálitið [...] liðfelagarnir stríddu seg inn í dystin og tóku yvir. Teir trýstu um tað mesta av vøllinum og høvdu royndir á málið. Tað var tí í stríð við leikgongdina, at topskjúttin í donsku kappingini, Ebbe Sand, økti [...] gjørdi tey fýra, og so máttu teir í FC Keypmannahavn hendan Kristi Himmalferðardag enn einaferð ásanna, at teir ikki hava somu styrkina sum meistaraliðið. FCK fekk vátan vøtt í andlitið longu tá fýra minuttir
Tíðliga byrjaði Alfred Klein at ganga í hagan. Fyrst var tað saman við pápa hansara, Símuni Paula Klein, men tá hesin andaðist í 1924 fór Alfred at ganga burtur í haga saman við ommubeiggjanum Poul Johannesen [...] hjálpa ommubeiggjanum at røkta á Rustini. Og sostatt kom Alfred at røkta á Rustini í 40 ár, og síðani í Innandals haga í 20 ár. Sostatt kom samlaða virkna skeið hansara sum røktingarmaður at vera heili 60 [...] til staðarnavnabókina um Hellurnar, Alfred Klein, ið fyllir áttati. Hann varð borin í heim á Hellunum tann 22. august í 1919. Tá Alferd Klein var trý ára gamal andaðist móðir hansara, og vaks hann tískil
gongdini í Føroyum so er ótrúliga nógv hent á flogvinnuøkinum longu. Atlantsflog hevur ment sítt virksemi nógv eftir bara fáum árum og eigur í dag fleiri fløgfør. Felagið hevur fingið leigusáttmálar í útlandinum [...] útlandinum, sum muna nógv og sum ikki minst geva okkum góðar royndir at byggja víðari á. Í blaðnum í dag mælir flogvinnumaður til, at vit føroyingar ganga somu leið sum íslendingar og fara miðvíst undir at [...] her heima, sum er í menning og sum vil út um landoddarnar eisini, er tað einki annað enn náttúrligt, at vit nú fara at seta fokus á hetta at útbúgva bæði flogskiparar og flogternur í størri mun bæði til
altjóðagerðin gongur báðar vegir. Men tað eru eisini møguleikar at gera íløgur í India. Alt fleiri gera íløgur í indiskt vinnulív, sum er í stórum vøkstri. Tískil veksur børsurin eisini við tí rúkandi ferð, og [...] primitiv og var hon eitt gott dømi um, hvussu stórt gapið er millum fiskivinnu í India og so í Føroyum. So tað er nógv vit í Føroyum eisini kunnu læra indarar. Men á nógvum øðrum økjum er India so nógv nógv [...] Indiaferð Jan Müller jan@sosialurin.fo -Henda ferð hevur bara sannført meg um, at tað var røtt avgerð at velja India, nú tá so nógvir føroyskir vinnulívsmenn skuldu fáa eitt innlit í, hvussu altjóðgerðin fer
ikki sleppa at oyðileggja føroysku jólini í ár. Bert við at hava hetta í huganum, tá vit seta okkum í bilin, kann hvør av okkum gera hetta til veruleika. Sosialurin [...] fleiri fólk og ikki minst bilar trunkast saman á avmarkaðum plássum. Tað í sær sjálvum setir í veruleikanum nýggj krøv til fólk í ferðsluni - krøv um at vanda sær betri og taka hædd fyri hvørjum øðrum - [...] serføroysku ferðslumentanini. Vit ivast ikki í , at mong kunnu nikka játtandi við okkum í hesi staðfesting. Latið okkum øll tí ansa eftir og vara av hvørjum øðrum í tí nógvu og vandafullu jólaferðsluni og lova