Felagsskapurin hevur fyrr í tíðindaskrivi víst á mannarættindabrot, sum verða fram í Kina, ið skjótt skal hýsa olympisku leikunum. Orðaskiftið um mannarættindini í hesum stóra landi hevur av álvara tikið seg upp í hesum sambandi og hava mong tosað um at boykotta leikirnar, um ikki myndugleikarnir gera nakað fyri at betra um mannarættindini.. Í grannalondum okkara verður talað um tiltøk og hava eitt nú fleiri danskir fólkatingslimir kunngjørt, at teir boykotta leikirnar. Alt fleiri krevja, at danski krúnprinsurin skal halda seg burtur, onnur krevja, at hann skal fara til Beijing, men at hann skal mótmæla brotini á mannarættindi í vertslandinum.
Amnesty er ídnasti felagskapur at gera vart við støðuna í Kina. A.I. hevur síðani tað var kunngjørt, at Olympisku leikirnir skulu haldast í Kina, lagt trýst á kinesisku myndugleikarnar og Altjóða Olympisku nevndina um at betra um mannarættindastøðuna. Felagsskapurin hevur í hesum sambandi gjørt fleiri frágreiðingar um framhaldandi mannarættindabrotini í Kina. Felagsskapurin ger vart við, at mannarættindi og virðing fyri tí einstaka eru grundarsteinar undir leikunum. Altjóða Olympiska nevndin hevur tí skyldu til at minna kinesisku myndugleikarnar á at liva upp til Olympisku samtyktirnar.? ?
Amnesty vísir á, at hóast batar eru at hóma á nøkrum økjum, eru enn nógvir trupulleikar. Kinesisku myndugleikarnir eru til dømis farnir í gongd við at “rudda” Beijing áðrenn leikirnar og hetta hevur við sær, at biddarar og heimleys verða dømd til ”enduruppaling gjøgnum arbeiði”. Afturat hesum kemur, at stór fjøld av sonevndum ”migration workers” verða riknir úr høvðusstaðnum, meðan leikirnir eru. Hesir arbeiðsmenn, ið uppihalda týðandi pørtum av eitt nú byggivinnuni, búgva undir sera vánaligum umstøðum, eru illa løntir og sleppa ikki at flyta bústað til høvuðstaðin. Teir hava sostatt familjuna eftir á landsbygd og sleppa ofta bert at vitja heima einaferð um árið. Hesir arbeiðarar fáa sostatt fíggjarligan miss, umframt at vera fyri mannminkandi viðferð. Hetta er serstakliga andstyggiligt, tá hugsað verður um, at hesir menn hava bygt flestu olympisku verkløgini og hotellini.
Alt hetta eru álvarslig mannarættindabrot, ið - um tey sleppa at halda áfram - oyðileggja umdømið hjá bæði Olympisku leikunum og hjá Kina. Kinesisku myndugleikarnir skulu skunda sær at bøta um støðuna, um teir skula liva upp til lyftini, ið teir góvu, tá søkt varð um leikirnar og demokratiski heimurin hevur her eitt gott høvi at taka eitt tak fyri mannarættindini. Tiltakið í Miðlahúsinum fer at varpa ljós á nakað av hesum.
Sosialurin










