Gullvinnararnir frá Rhodos tiknir á bóli - Veðrakappingin hjá Sunda Byrsufelag 2007

Hvørt ár um mánaðarskiftið septembur/oktobur letur FØROYA BJÓR ein veðr til Sunda Byrsufelag at kappast um, og hendan kappingin er ein stórur dagur hjá skjúttunum, tí vinnarin fær veðrin til ognar

SKJÓTING

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Leygardagin 29. septembur var tann árliga Veðrakappingin skotin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag norðan fyri Norðskála. Sunda Byrsufelag stóð fyri tiltakinum, men teir bjóðaðu systurfelagnum Byrsumúla við til kappingina, hóast Byrsumúli ikki enn hevur regluligar venjingar.


Gullvinnarar luttóku

Í ár var serliga áhugavert at taka lut í kappingini, tí teir báðir álendingarnir, sum vunnu gull á oyggjaleikunum á Rhodos í summar, vóru við. Dagin fyri kappingina høvdu teir báðir harumframt frálæru, bæði fyri nýggjum og gomlum skjúttum, so tað vóru nógvir, sum fingu onkur góð ráð við sær heim tann dagin.


Veðrið var av tí allarfagrasta báðar dagarnar. Byrjað varð leygarmorgun kl. 9.30 í 4 bólkum:


Meistara-bólkur

A-bólkur

B-bólkur

C-bólkur


Sjálv kappingin bleiv eisini sera spennandi, jú longur leið út á dagin.


Elitan

Tað var skjótt, at elitan legði seg á odda: Teir báðir álendingarnir, Marius Joensen, Magni Dam og Jóannis Joensen, og kappingin teirra millum var hørð til seinasta minutt.

Tá ið trý umfør voru skotin, var Bengt Olof Lindgren av Álandi fremstur við 69 dúgvum av 75, Lennart hevði 66, og Marius hevði 63. Tá ið 4. umfar varð skotið, gekk ikki so væl hjá Lennart á 4. platti, hvar hann misti 5 av 6 dúgvum, og Bengt Olof bleiv nokk paff av hesum, tí tá misti hann eisini fleiri. Marius sá ein kjans at nærkast vinnaranum og skjeyt eitt meistarligt umfar: 24 av 25 dúgvum. Men tað var ikki fyrren við tí allarseinastu dúgvuni, sum álendingurin Bengt Olof Lindgren misti, at tað gjørdist greitt, at Marius hevði vunnið kappingina. Hann og Bengt Olof stóðu líka í dúgvum, men av tí at Marius var bestur í seinasta umfari, vann hann kappingina.


Vinnari í A-bólkinum gjørdist Eirikur Elisson við 46 av 75 dúgvum, vinnarar í B-bólkinum Finn Ludvig við 33 av 75 dúgvum, og í byrjunarbólkinum Sigmund Petur Hansen við 27 av 75 dúgvum.


Vinningurin

Aftaná kappingina varð farið eftir veðrinum, sum bleiv skotin og flettur. Veddað varð um vektina við at gjalda 20 kr. hvør. Tann sum gitti rætt, fekk puljuna. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, vann Marius eisini veddingina (68 pund). Síðani varð veitsluhald í Eydnuni.


Tað er greitt, at vónirnar at gera seg galdandi á oyggjaleikunum , sum verða á Álandi í 2009, eru rættiliga góðar, nú gullvinnaranir frá leikunum á Rhodos í summar fóru heim aftur sunnumorgunin sum av torvheiðum.