Yvirskriftin er altjóðagerð, sjálvbjargni og samhaldsfesti og er raðfylgjan neyvan tilvildarlig. Føroyar skulu sambært egnum mentunarligum, vinnuligum og landafrøðiligum fortreytum gerast partur av altjóða samfelagnum, sum dregur fólk og íløgur til sín. Henda áseting er nýskapandi og áhugaverd, tí hon er ein almenn viðurkenning av, at Føroyar eru vorðnar integreraður partur av altjóðagerðini við øllum tí, sum henda altjóða tilgongd ber við sær av møguleikum og vandum. Her verður nú signalerað ein offensiv strategi, sum skal tryggja, at vit kunnu gagnnýta møguleikarnar, samstundis sum vit brynja okkum móti vandunum. Her er talan um hugburðsbroyting í tøkum tíma. Her krevjast broytingar á snøgt sagt øllum samfelagsøkjum, og tí er ikki nóg mikið við eini styrktari uttanríkistænastu, so tiltrongd ein slík annars kann vera. Vit skulu vita, hvat vit vilja við altjóðagerðini. Hetta krevur, at vit menna útbúgving, gransking og mentan, fremja broytingar í samfelagsbygnaðinum, eggja til og stuðla bygnaðarligum broytingum í vinnulívinum – reka vinnufremjandi politikk. Hetta krevur, at vit grundleggjandi broyta hugburð til Europeiska Samveldið og helst eisini gerast limur í EFTA. Hetta krevur nakrar heilt grundleggjandi og einfaldar politiskar fortreytir so sum arbeiðsfrið og politiskan stabilitet.
Taka vit hetta síðsta first, so er hendan fortreytin høgt raðfest í og við, at tað er eitt kunngjørt mál at skapa stabil viðurskifti í samfelagnum. Ein slík áseting skuldi ikki verið neyðug í einum nútímans fólkaræði, men politiska gongdin seinasta hálva árið hevur avdúkað, at her er talan um avgerandi fortreyt. Við støði í omanfyri lýstu málum og fortreytum ætlar samgongan at reka ein virkisfýsnan, sjálvbjargnis og samhaldsfastan politikk. Hetta ljóðar kanska sum sjálvsagt, men er tað ikki. Hinvegin er ein slíkur politikkur avgerandi og átrokandi neyðugur. Alt ov nógv orka er í føroyskum politikki farin til klandur og persónligar eins væl og flokspolitiskar markeringar. Hetta má halda uppat! CHE samgongan varð ein spennandi roynd og nýbrot, men beklaði ov oftani orsakað av innanflokka ósemjum serliga. Semja og stabilitetur eru tí, nú sett verður út í kortið av nýggjum, ikki eitt mál, men fortreytir, sum fara at seta stór krøv til samgonguleiðara og floksleiðslur. Uttan mun til hvørja politiska áskoðan landsmenn hava, so mugu øll ynskja, at komandi løgmaður fer at hava hepna hond við hesum setningi. Vit ynskja løgmanni og landsstýrisfólkum tilukku, og vit fara at venda aftur til innihaldið í samgonguskjalinum í komandi oddagreinum.
Sosialurin?? ?










