Oddagrein· Jólaferðslan - ansið eftir hvørjum øðrum

Alt ov oftani gerast fleiri føroyingar offur í nógvu og torføru ferðsluni undan jólum. Hví skuldi tað henda júst nú gleðihátíðin nærkast spyrja mong av okkum, tá ófrættatíðindini ganga um, at vanlukka í jólaferðsluni hevur tikið onkran frá okkum.

Tað er altíð ein sorgarleikur, tá fólk koma til skaða ella doyggja í ferðsluni, men hetta kenst so svárt og rakar øll av okkum, tá tað hendir so tætt undan jólum, tá jólastákið er uppá tað hægsta og serstakliga børnini gleða seg.

Vit eiga eisini at ávara um vandamál í ferðsluni alla tíðina, alt árið og ikki bara hesa ársins tíð. Men ein orsøk er tó til at gera tað enn meira, nú tað er ein veruleiki, at nettupp undan jólum eru fyritreytirnar fyri óhappum og vanlukkum tær allar bestu, um man so kann siga. Sníkjandi hálkan, har vegirnir oftani eru sum á hvalabaki myrkar morgnar ella kvøld, er einki minni enn ein potentiellur drepari í ferðsluni, ansa vit ikki væl eftir hvørjum øðrum. Hálka og myrkur saman við jólaskundi og jólastrongd kunnu nevniliga gerast ein óhugnaligur cocktailur, um ikki bilførari ella gongufólk alla tíðina eru ansin og koyra og ganga eftir umstøðunum.

Góða veganetið, tunlar og meira nútímans skip gera tað lættari hjá fólki at røkka út um bygda- og býarmark, og hetta ger so aftur, at nógv fleiri fólk og ikki minst bilar trunkast saman á avmarkaðum plássum. Tað í sær sjálvum setir í veruleikanum nýggj krøv til fólk í ferðsluni - krøv um at vanda sær betri og taka hædd fyri hvørjum øðrum - fyri tí ókenda og óvantaða. Bara ein slíkur banalitetur sum tað, at ein bilførari ikki vísir av, brúkar blinkljósini, tá koyrt verður til høgru ella vinstru, kann vera eitt vandatekin. Tíverri tykist tað eisini vera ein sannroynd, at føroyskir bilførarar hava heimsmet - eru heimsins størstu amatørar, tá tað um henda sjálvsagda og mest einfalda ferðsluregul ræður. Tað tykist so gróðurfest hjá bilførarunum her heima ikki at brúka blinkljósini, at man skuldi trúð, at henda líkasæla og hesin dovinskapur var ein sjálvsagdur og náttúrligur partur av tí serføroysku ferðslumentanini. Vit ivast ikki í , at mong kunnu nikka játtandi við okkum í hesi staðfesting.

Latið okkum øll tí ansa eftir og vara av hvørjum øðrum í tí nógvu og vandafullu jólaferðsluni og lova hvørjum øðrum, at óhapp og vanlukkur skulu ikki sleppa at oyðileggja føroysku jólini í ár. Bert við at hava hetta í huganum, tá vit seta okkum í bilin, kann hvør av okkum gera hetta til veruleika.

Sosialurin