Hyggja vit at gongdini í Føroyum so er ótrúliga nógv hent á flogvinnuøkinum longu. Atlantsflog hevur ment sítt virksemi nógv eftir bara fáum árum og eigur í dag fleiri fløgfør. Felagið hevur fingið leigusáttmálar í útlandinum, sum muna nógv og sum ikki minst geva okkum góðar royndir at byggja víðari á.
Í blaðnum í dag mælir flogvinnumaður til, at vit føroyingar ganga somu leið sum íslendingar og fara miðvíst undir at útbúgva flogskiparar, sum kunnu gerast grundarlagið undir eini heilt nýggjari útflutningsvinnu. Hann heldur tað ikki vera skeivt at seta sær sum mál eftir so og so nógvum árum at útbúgva einar 100 til 200 flogskiparar, sum so aftur kunnu gerast eitt gott íkast til samfelagsbúskapin.
Hyggja vit at gongdini seinastu árini, so hava fleiri ungir føroyingar valt at gerast flogskiparar, og okkurt bendir á, at hetta fer at vinda uppá seg. Herfyri varð kunnandi fundur í Havn, har donsk fyritøka beyð sær til at útbúgva føroyingar til flogskiparar. Hetta er tó ein sera kostnaðarmikið útbúgving og slíkum føri stingur spurningurin seg upp um ikki vit áttu at havt ein serstakan grunn, sum stuðlaði útbúgving av flogskiparum fyri á tann hátt at ment hesa vinnugrein. Rættiliga nógv ung fólk komu til kunnandi fundin, sum varð hildin í Miðlahúsinum og sambart fyrireikarunum, er áhugin stórur millum føroyingar at útbúgva seg til flogskipara. Vit eiga so eisini sum er royndar og góðar flogskiparar, sum kunnu vera góð fyrimynd hjá unga ættarliðnum og sum kunnu geva teimum íblástur.
Í eini tíð har tosað verður um at fáa samfelagnum fleiri bein at standa á vil tað vera heilt náttúrligt at taka henda vinnumøguleikan við, ikki minst nú vit hava tvey føroysk flogfeløg, sum aftur kunnu vera karmurin um og inspiratorurin til at fáa føroyingar at velja hesa vinnuleiðina. Við einum flogvinnuumhvørvi her heima, sum er í menning og sum vil út um landoddarnar eisini, er tað einki annað enn náttúrligt, at vit nú fara at seta fokus á hetta at útbúgva bæði flogskiparar og flogternur í størri mun bæði til tess at nøkta egnan tørv men eisini til at kunna fara út í heim at fáa arbeiði, royndir og forvinna pening. Vit hava nú í mong mong ár víst vilja og hegni til at manna brúnna á stóru handilsskipunum. Framtíðin fer at vísa, um hesin vilji og hetta hegni eisini verður at síggja á brúnni á flogførum kring heimin.
Sosialurin