Hægsti leiðari í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, tykist hava givið sína fyrstu útsøgn eftir álopið hjá USA á iransku kjarnorkuverkini.
Á X gjørdi Khamenei ikki beinanvegin viðmerkingar til amerikanska álopið um vikuskiftið, men í dag fordømdi hann í staðin ísraelsku álopini á Iran.
- Revsingin heldur fram, skrivar Khamenei, saman við einum grafikki av einum skalla mitt í einum myrkum býi, meðan eldkúlur detta av himlinum.
Hann heldur fram:
- Zionistiski fíggindin (typiski mátin hjá iransku myndugleikunum at vísa til Ísrael, red.) hevur gjørt eitt álvarsligt mistak, eitt stórt brotsverk. Tað skal revsast - og tað verður revsað. Tað verður revsað beint nú.
Amerikanska álopið rakti trý kjarnorkuverk tíðliga sunnudagin okkara tíð. Talan var um Fordow-anleggið og tvey onnur anlegg, sum vóru nærhendis býunum Natanz og Isfahan.
Tað var fyrsta beinleiðis amerikanska uppíleggingin í stríðið millum Iran og Ísrael.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallaði álopini fyri eina "stóra eydnu", og bæði hann og verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, siga seg hava oyðilagt kjarnorkuætlanina. Men enn er óvissa um, hvussu illa iranska kjarnorkuætlanin varð rakt.
Síðan amerikanska álopið hava Iran og Ísrael hildið fram at leypa á hvørt annað. Tíðliga í morgun vóru loftálop millum londini aftur.
##med2##
/Ritzau/