Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Henda ferð hevur bara sannført meg um, at tað var røtt avgerð at velja India, nú tá so nógvir føroyskir vinnulívsmenn skuldu fáa eitt innlit í, hvussu altjóðgerðin fer fram. Hetta er eitt land, sum lutvíst hevur heilt fitt av møguleikum fyri samstarvi millum føroyskar fyritøkur og indiskar, her ikki minst á fiskivinnuøkinum sigur ein vælnøgdur bankastjóri eftir at hava ferðast til fimm býir í India seinastu 12 dagarnar.
Janus Petersen sær sera stórar møguleikar fyri fiskivinnusamstarvi: -Her er ikki bert talan um fiskaframleiðslu á landi men so sanniliga eisini innan fiskiskap. Tað er heilt spennandi. India hevur eitt sera stórt havøki, sum ikki er serliga væl troytt. Fiskivinnan er enn á einum byrjunnarstøði, har tað mest verður fiskað við smærri førum á tí grunna vatninum, meðan djúpa vatnið er lítið troytt. So her eru avgjørt møguleikar fyri føroyska fiskivinnu. Tað er greitt, at fiskivinnan í India er á einum sera lágum triðjalands støði, og vóru indarar eisini sera áhugaðir fyri gongdini á fiskivinnuøkinum í Føroyum, tí teir m.a. hava sera vánalig amboð. Her hava vit veruliga møguleikar eisini at læra indarar nakað. So altjóðagerðin gongur báðar vegir.
Men tað eru eisini møguleikar at gera íløgur í India. Alt fleiri gera íløgur í indiskt vinnulív, sum er í stórum vøkstri. Tískil veksur børsurin eisini við tí rúkandi ferð, og fyritøkurnar hava eina sera góða inntjening. So her er talan um ein búskap, sum er í stórum vøkstri. Janus Petersen sigur, at hetta økið er nakað, sum bankin fer at hyggja nærri at.
Undir vitjanini vóru Janus Petersen og Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún eisini úti og vitjaðu eina sildamjølsverksmiðju. Hon var sera primitiv og var hon eitt gott dømi um, hvussu stórt gapið er millum fiskivinnu í India og so í Føroyum. So tað er nógv vit í Føroyum eisini kunnu læra indarar. Men á nógvum øðrum økjum er India so nógv nógv frammanfyri okkum og onnur lond, her serstakliga innan kunningartøkni, ráðgevaratænastur og bilídnað. Kenslan tú hevur eftir slíka ferð er, at India er eitt sera samansett land. Tað er bæði eitt menningarland og eitt ógvuliga ríkt land. Og hetta kann vera ein sera góð kombinatión, tá Føroyar vil knýta sambond er vera partur av altjóðagerðini sigur stjórin í Føroya Banka.