sorterað og so verður allur postur, sum skal til Hvalbiar, pakkaður og sendur suður aftur, klárur at bera út. Hetta kann tykjast øvugt, men tey hava stór og dýr amboð at sortera post við í Havn og tískil [...] latin Posta í Føroyum og so skulu tað í mesta lagi ganga fýra dagar, til móttakarin hevur fingið postin. Men tá talan um ein móttakara í Føroyum og tað er eisini ein fortreyt, at navn og bústaður er rætt skrivað [...] nøgd við tænastuna frá Posta. Talan er um eina rúgvu av brøvum til fólk í Hvalba og Sandvík, Brøvini eru dagsett 2. apríl og vórðu latin í ein Postkassa í bygdini sama dag, ella í seinasta lagi dagin eftir
eiga babba og hon okkum tríggjar synir: Petur, sum býr í Sandavági, Marner, sum býr í Ålborg og Dan, sum býr í Streymnesi. Tey kunnu gleða seg um tær báðar fittu abba- og ommudøturnar, Rebekku og Barbaru [...] samkomuni í Ebenezer. Hans og Anette fingu børnini: Hans, Rudolf, Annu og Mariu, sum varð mamma Birgit. Hotel-útbúgving Birgit fór sum 14 ára gomul at arbeiða á hotellinum hjá pápanum og sum 18 ára gomul fór [...] í nýbygd hús uppi á Hoyvíkskvegi 17.. Birgit er næstelst av børnunum hjá Mariu og Christian. Hini eru: Jóhan, Kirstin og Martin Christian (MC). Ættarfedrar Langabbi hennara var hin navnframi handilsmaðurin
fáa ferð á álopsspælið. Vit eru lágvaksnir, og neistamenninir eru høgir, og tí noyðast vit at dúva upp á skjótálop fyri tað mesta, sigur Arnbjørn Hansen, og leggur doyðin á, at kollfirðingar læra nógv [...] liðið er fleiri klassar oman fyri mótstøðuliðið. Munurin millum Neistan og KÍF kann ikki samanberast við munin, sum var millum Føroyar og Eysturríki í fótbólti í 1990. Føroysku stríðsgarparnir prógvaðu tá, [...] lítið veiggj í honum og Finni Hansson hesaferð. - Tíbetur hava vit fleiri møguleikar í álopsspælinum. David Edvardsen var stórspælandi, Sjúrður Thomassen tók ábyrgd í avgerandi løtunum, og málverjarnir stóðu
at keypið av VIT og in.fo fyrst og fremst umfatar keypið av teirri vitan, sum starvsfókini liggja inni við. Harnæst hevur VIT góð viðskiftafólk og eitt navn, sum er rættiliga kent og virt. Ætlanin er, [...] keypti Farodane helvtina av KT fyritøkuni Vision Software, og fyrst í hálvfemsunum varð T-Mac, ið fyrst og fremst seldi teldur og kopimaskinur, keypt og integrerað í Farodane.rt gav Djóna gula kortið, eftir [...] eru skeiðtænasta, netumsitingartænasta og framleiðsla av ymsum software so sum webloysnum og serforritum. Hetta eru allar vinnugreinar, sum Farodane longu fæst við, og tí slepst ikki undan at umskipa virksemið
hesaferð í Sandavági. Og skuldu vágamenn halda spenningin og neglabýtingina frá durðunum, so vóru boðini greið. Ein sigur skuldi til móti LÍF. Og tað eydnaðist. Við skilagóðum, og til tíðir hepnum spæli [...] framhaldandi víðari, og tvær ferðir eydnaðist at gera mál. Fyrru ferðina var tað eftir eitt fríspark. Kaj Eli Olsen smekkaði til, og málmaðurin kláraði ikki at halda bóltinum, og áðrenn hann vardi var [...] næstniðast í fyrstu deild, og teir hava fýra stig upp til B71, sum er triðniðast. Tveir dystir eru eftir at spæla og tí er tað meiri enn sannlíkt, at teir báðir dystirnir um upp- og niðurflyting í fyrstu deild
skipsførari og hevur seinastu tvey árini verið fastur skipari í skifti við André Hansen umborð á einum av okkara nýggjastu pelagisku skipum, Finni Fríða. André er eisini 27 ára gamal og útbúgvin skipari [...] skipari, og teir báðir hava fylgst upp ígjøgnum skúlaárini. Fyrstu ferð, teir vóru til fiskiskap við Tróndi í Gøtu, vóru teir bert 10 ára gamlir, men tá ið teir gjørdust eitt sindur eldri, vóru teir nógv [...] Gøtu og seinni Finn Fríða, men siglir minni, nú teir ungu hava tikið eftir. Uppi í søguna hoyrir eisini, at Bogi er sonur Jákup Jacobsen, reiðara, sum eisini verður róptur Dunga-Jákup. Jákup og Arne
vinnarin 350.000 kr og ein serstakan møguleika at røkka út um landoddarnar sum rithøvundur. Í ár eru 11 høvundar tilnevndir, og í londunum rundanum okkum verður í løtuni dúgliga gitt og mett um, hvørji hava [...] Eygnamørk? Krutl ella nýskapan Ummælararnir Carl Johan Jensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru samdir um, at ?Eygnamørk? avgjørt er eitt gott og virðiligt boð í norðurlendska hópinum, sum í ár kappast um vi [...] ein av fáu veruligu føroysku postmodernistunum, og ?Eygnamørk? er eitt gott dømi um, hvussu yrkjarin roynir at skapa myndir, óheftar av veruleikanum og siðvenju. Men meðan Arnbjørn Ó. Dalsgarð er sera
fiskiskap og at hetta má bíða til tá. - Hetta er onki uttan ein undanførsla og hetta er at stinga høvdið í sandin. Men tað sær út til, at tað er rættilig ferð komin á handilin við skipum og loyvum og tað ber [...] í veruleikanum útlendingar sum keypa fiskiloyvir og kvotur í Føroyum ígjøgnum føroyskar stráðmenn og í øðrum lagi kunnu teir reiðarar, sum selja skip og loyvi, stinga allan sølupeningin skattafrítt í lumman [...] tey galdandi í 10 ár. Sostatt er loyvini í veruleikanum óendalig. - Samstundis verða fiskiloyvini skrivað í roknskapirnar hjá feløgunum sum ein ogn, eins og reiðarin altíð kann selja tey og stinga vinningin
Føroya, sum er stigtakari, og sum saman við Klaksvíkar Býráð komandi trý árini fer at royndarkoyra verkætlanina í Klaksvíkar Kommunu. Hvat skal setast í staðin? Hóast rúsevnanýtsla og misnýtsla verða mett sum [...] eyðkenni, men felags fyri hesi børnini er, at tey ikki mennast eins og onnur børn. Við hollari vitan um, hvat ein skal hyggja eftir, og hvussu tú handlar út frá tí, ber tað sjálvsagt til at fyribyrgja ávísar [...] at snúgva seg um samskifti millum foreldur, leiðarar og fakfólk, sum hevur til endamál at skapa størri tilvitan um, hvussu vit eru mótvegis børnunum og hvørji viðri, vit ynskja at geva teimum. Alt hevur
gott. Og tað var gott lag á fólkið. Nógv gingu ímillum bátarnar, og tað mundi verða nógv reyp í Hósvík fríggjakvøldið. Tað bleiv bjóða bæði av vátum og turrum umborð á teimum flestu bátunum. Og onkur sum [...] talan um eina succes. Tað koma fleiri bátar og fólk við á hvørjum ári, og úr øllum pørtum av landinum. Hósvíkar róðrafelag skal eiga rós fyri einum góðum og væl fyriskipaðum tiltakið. [...] høvdu vit gjørt okkum út við bæði mati og drekka. Hóast hettar er fjórða árið at regattasigling fer av Eiði so var tað fyrstu ferð at nakar av okkum var við. Og tað var ikki sørt at vit vóru eitt sindur