Handil við skipum og loyvum
- Tað er nóg ringt, at hetta hendir innanlands. Men tann heilt stóra vanlukkan er, at nú sær tað út til, at tað eru útlendingar, sum fara at eiga okkara fiskiríkidømið.
Eins og mong onnur, er eisini Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri sjálvstýrisflokkin, ógvuliga ørkymlaður av tí, sum fer fram í føroysku fiskivinnuni í løtuni.
Her verður hugsað um tey risastóru skipahandlar, sum eru gjørdur seinastu tíðina fyri hundraðtals milliónir. Í hesum sambandi verður ført fram, at fyri tað fyrsta eru tað í veruleikanum útlendingar sum keypa fiskiloyvir og kvotur í Føroyum ígjøgnum føroyskar stráðmenn og í øðrum lagi kunnu teir reiðarar, sum selja skip og loyvi, stinga allan sølupeningin skattafrítt í lumman.
Kári P.Højgaard heldur, at hetta er ein ólevnaður, sum má halda uppat í stundini og hetta má politiski myndugleikin taka upp beinanvegin.
- Tað sær út til, at tað eru so stór hol í lógini, at hetta ber til. Men tað er eisini greitt, at hetta er í stríð við andan í lógini.
Hann sigur tí at tað einasta rætta er, at hesi holini verða typt beinanvegin.
- Men inntil holini eru typt, eigur Bjørn Kalsø at leggja allar umsóknir um at flyta fiskiloyvi og kvotur í eina skuffu, so at ongin umsókn verður avgreidd, fyrrenn full greiða er fingin á lógina.
- Ein vandi við øllum hesum er, at føroysk vinnulívsfólkselja síni feløg og fara úr vinnuni. Men tað eru mangan útlendsk vinnulívsfólk, ið koma ístaðin.
Kári P Højgaard heldur í hesum sambandi, at tað er ein stór andsøgn ímillum at stremba eftir politiskum sjálvbjargni, samstundis sum vinnutólini, ið skulu lívbjarga okkum verða avreidd á útlendskar hendir og tað enntá við lógini um fiskidagaskipanina í hondini, har tað annars stendur, at útlendingar kunnu í mesta lagi eina 1/3 av einum skipi.
Hann vísir á, at tað hevur verið nógv ført fram um gjøgnumskygni.
- Men í hesum føri er veruleikin tann, at vit hava onki gjøgnumskygni yvirhøvur og sostatt hava vit onki innlit í hvussu veruliga sambandið er ímillum føroysk feløg og útlendsk feløg.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap, verður staðfest, at fiskiríkidømið er ogn Føroya Fólks, men tá ið ogn Føroya Fólks verður keypt og seld fyri slíkar risa upphæddir, sum her er talan um, má tað vera eitt krav, at allir upplýsingar verða lagdir á borðið.
Hann vísir í hesum sambandi á, at honum vitandi, kunnu útlendingar ikki gera íløgur í náttúruríkidømið í Íslandi.
- Verður føroyska fiskirikidømið avgreitt á útlendskar hendir, verður tað ein vanlukka, staðfestir formaður sjálvstýrisfloksins.
Kári P. Højgaard kann yvirhøvur ikki góðtaka, at Bjørn Kalsø segði við Útvarpið í gjárkvøldið, at, sum støðan er nú, er onki at gera við hetta, men at arbeitt verður við at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap og at hetta má bíða til tá.
- Hetta er onki uttan ein undanførsla og hetta er at stinga høvdið í sandin. Men tað sær út til, at tað er rættilig ferð komin á handilin við skipum og loyvum og tað ber ikki til at siga, at vit skulu bíða í vikur ella mánaðir eftir eini avgerð.
-Tað er tað sama sum at boða frá, at tey, sum ætla sær at keypa ella selja, skulu bera skjótt at, tí um nakrar mánaðir verður lógin herd.
- Tí er tað einasta rætta, at Bjørn Kalsø steðgar á og noktar fyri at avgreiða fleiri mál av hesum slagnum, fyrrrenn øll ivamál eru beind av vegnum, sigur Kári P. Højgaard.
- Tá ið iví verður sáddur um, at lógin verður misbrúkt, eigur landsstýrismaðurin undir ongum umstøðum at avgreiða fleiri mál av hesum slagnum, til allur ivi er burtur, leggur hann afturat.
Ein vavgreytur
Kári P. Højgaard sigur, at eitt, sum ger støðuna serliga ivingarsama, er, at eftir hansara tykki er her talan um ein løgfrøðiligan vavstur, sum greiða eigur at fáast á.
Tað stendur beinleiðis í lógini um vinnuligan fiskiskap, at fiskiríkidømið er ogn Føroya Fólks.
- Men í veruleikanum er fiskiríkidømið blivið ogn hjá reiðarunum. Loyvini verða útskrivað einaferð um árið, men hvørja ferð, tey verða útskrivað, eru tey galdandi í 10 ár. Sostatt er loyvini í veruleikanum óendalig.
- Samstundis verða fiskiloyvini skrivað í roknskapirnar hjá feløgunum sum ein ogn, eins og reiðarin altíð kann selja tey og stinga vinningin í lumman.
- Spurningurin er, um hetta er í samsvari við lógini um vinnuligan fiskiskap, at tað er staðfest, at fiskiríkidømið er ogn Føroya Fólks.










